Veltan havt aðalfund og samtykt viðtøkubroytingar

Sunnudagin 5. juli 2026 hevði áhugafelagið Veltan aðalfund. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali.

Nýggja nevndin hevur nú skipað seg við Elisabeth Skarðhamar Olsen sum forfólki, Birgith Lassen sum kassameistara og Honnu á Reynatúgvu sum skrivara. Gunnar Bjarnason og Katrin Dalsgaard Nolsøe eru nevndarlimir.

 

Á aðalfundinum varð eisini eitt uppskot um broytingar í viðtøkunum lagt fram og samtykt.

 

Broytingarnar snúðu seg serliga um endamál og visjón felagsins (§2 og §3), soleiðis at viðtøkurnar í størri mun endurspegla virksemið, samleikan og kósina hjá Veltuni í dag.

 

Frá grønmetisverkætlan til grønmetisrørslu

 

Veltan varð stovnað í 2015 og spratt úr landsfíggjaðu bygdarmenningarverkætlanini “Vakstrarætlan Sandoy”.

 

Tey fyrstu árini legði Veltan seg serliga eftir at menna karmarnar fyri grønmetisframleiðslu í Sandoy og at breiða út boðskapin um, at tað ber væl til at velta grønmeti í Føroyum.

 

Tað eydnaðist skjótt at seta Sandoynna á kortið sum eina grønmetisoyggj. Veltan fekk fígging til at leiga eitt jarðarstykki og byggja vakstrarhústunlar, har limir kundu royna seg við ymiskari grønmetisframleiðslu. Eftir fáum árum var Veltan vorðið eitt kent navn, sum varð sett í samband við dygdargott føroyskt grønmeti.

 

Úr umhvørvinum kring Veltuna spruttu eisini aðrar verkætlanir. Millum annað ein háskúlaverkætlan, sum tíverri legðist niðurfyri, og tann árligi Eplafestivalurin, ið framvegis er eitt vælumtókt tiltak.

 

Við árunum vaks virksemið hjá Veltuni út um sjálva framleiðsluna. Vitan, upplæring og førleikamenning gjørdust ein alsamt størri partur av arbeiðinum.

 

Veltan hevur saman við samstarvspørtum millum annað skipað fyri einari drúgvari skeiðsrøð, har luttakarar í eitt hálvt ár fylgdu grønmetisárinum frá byrjan til enda. Tey lærdu at leggja urtagarðin til rættis, arbeiða við og betra jørðina, sáa og planta, røkja vøksturin, heysta og síðani goyma, turka og

 

gagnnýta grøði. Endamálið var at geva fólki ítøkiligar førleikar til sjálvi at fara undir grønmetisvelting.

 

Í 2024 varð avgjørt at menna Veltuna til eitt landsfevnandi felag. Fyrilestrar, skeið og verkstovur vórðu hildin kring landið, og limir aðrastaðni frá løgdust afturat. Sama ár kom eitt formligt samstarv í lag við Búnaðarstovuna um at fara undir gartnarafakligt royndarvirksemi á Sandi.

 

Úr moldini inn í politisku skipanina

 

Samstundis sum Veltan hevur arbeitt við sjálvari veltingini, hevur felagið roynt at seta grønmetisframleiðslu og matsjálvbjargni á politisku dagsskránna.

 

Veltan hevur fleiri ferðir verið á hoyring í Løgtinginum og hevur gjørt vart við viðurskifti, sum hava týdning fyri møguleikarnar at framleiða meira føroyskt grønmeti.

 

Felagið hevur eisini saman við náttúru- og umhvørvisfelagsskapum varpað ljós á týdningin av at varðveita hóskandi dyrkilendi. Hetta gjørdist millum annað aktuelt, tá ætlanir vóru um at gera ein stóran veg í sambandi við kanningar til eina tunnilsverkætlan um økið, har Veltan heldur til.

 

Í hesum sambandi vísti Veltan á, at góð dyrkilendi eru eitt avmarkað tilfeingi í Føroyum. Um Føroyar í framtíðini skulu kunna framleiða ein størri part av sínum egna mati, er tí eisini neyðugt at hugsa um matframleiðslu, tá avgerðir verða tiknar um, hvussu lendið verður brúkt.

 

Soleiðis hevur arbeiðið hjá Veltuni við árunum fevnt um nógv meira enn at velta grønmeti á einum jarðarstykki á Sandi. Royndirnar úr moldini hava verið grundarlag undir undirvísing, vitanardeiling, samstarvi og politiskari ávirkan.

 

Veltan á einum vegamóti

 

Hóast Veltan í tíðarskeiðum hevur havt verkætlanarfígging og starvsfólk, hevur sjálvbodna arbeiðið verið tann reyði tráðurin í felagnum.

 

Vinnuligu grønmetisbøndurnir í Miðstovuni og Uttastovuni hava frá byrjan lagt nógva tíð og orku í at læra frá sær og stuðla limum, sum velta til egið brúk. Hinvegin hava aðrir limir hjálpt grønmetisbøndunum við millum annað marknaðarføring og øðrum uppgávum. Soleiðis hevur eitt

 

gevandi samstarv verið millum vinnuliga og ikki-vinnuliga partin av Veltuni.

 

Veltan hevur tó ongantíð verið eitt vinnuligt felag. Felagið hevur heldur verið ein depil fyri grønmetiseldsálir, íverksetan, vitan og royndir. Ein avleiðing av hesum hevur verið, at tað í tíðarskeiðum hevur verið trupult at fáa raksturin við føstum útreiðslum at bera seg uttan verkætlanarfígging.

 

Tá Búnaðarstovan tí bjóðaði seg til at keypa vakstrarhústunlarnar og yvirtaka leigumálið av jarðarstykkinum, varð tilboðið lagt fyri aðalfundin í 2025. Aðalfundurin tók undir við tí við ynskinum um, at Veltan framhaldandi skuldi kunna brúka tann minna tunnilin og ein part av jarðarstykkinum til limavirksemi. Hesum ynski kom Búnaðarstovan á møti.

 

Nú eitt ár er liðið, síðan Búnaðarstovan yvirtók tunlarnar og leigumálið, kunnu vit í Veltuni fegnast um gongdina. Stóri tunnilin er umvældur, og spennandi royndir við grønmetisvelting eru farnar í gongd undir leiðslu av gartnaranum hjá Búnaðarstovuni, Kim Neider.

 

Hetta er samstundis ein menning, sum liggur tætt at einum av upprunaligu ynskjunum hjá stovnarunum av Veltuni: at fáa skipað gartnarafakligt royndarvirksemi á Sandi.

 

Nýggir karmar, men sama mál

 

Tá Veltan varð stovnað, var eitt av høvuðsendamálunum at menna eitt felags vørumerki, sum limir felagsins kundu selja undir, og at økja um úrvalið av føroyskum grønmeti á føroyska matvørumarknaðinum.

 

Tíggju ár seinni eru royndirnar og virksemið hjá felagnum vorðin nógv breiðari.

 

Veltan er í dag bæði ein felagsskapur fyri fólk, sum vilja velta grønmeti til egið brúk, ein pallur fyri skeið, verkstovur og vitanardeiling og ein rødd í samfelagskjakinum um grønmetisframleiðslu, dyrkilendi og matsjálvbjargni.

 

Veltan fær eisini javnan fyrispurningar frá fólki, sum vilja seta líknandi átøk í verk aðrastaðni í Føroyum. Felagið hevur millum annað hitt eldsálir í Vágoynni, á Strondum og á Velbastað, sum arbeiða við felagsveltum og vakstrarhúsverkætlanum. Veltan ynskir í framtíðini at leggja enn størri dent á at deila royndir og vitan og at samstarva við tílík átøk kring landið.

 

Við nýggju fíggjarligu karmunum er Veltan ikki longur bundin at somu føstu útreiðslum sum áður.

 

Tað gevur felagnum størri rásarúm til at leggja orkuna í tað, sum limirnir brenna fyri: at velta, læra, royna, deila vitan og skapa felagsskap kring føroyska grønmetisvelting.

 

Tað er henda veruleikan, sum broytingarnar í viðtøkunum skulu endurspegla.

 

Broytingin merkir ikki, at vinnulig grønmetisframleiðsla hevur mist týdning fyri Veltuna. Tvørturímóti fer Veltan framhaldandi at arbeiða fyri, at politiska skipanin betrar um korini hjá føroysku grønmetisbóndunum, og at føroyingar velja føroyskt grønmeti, tá tað er at fáa.

 

Sjálvsveiting, felagsvelting og vinnulig framleiðsla eru ikki mótsetningar. Tey eru ymiskir partar av sama máli.

 

Skulu Føroyar gerast meira matsjálvbjargnar, hava vit tørv á fólki, sum duga at velta til sín sjálvs og sínar familjur. Vit hava tørv á felagsskapum, har vitan og royndir verða bornar víðari. Vit hava tørv á at verja ta jørð, sum kann brúkast til matframleiðslu. Og vit hava tørv á sterkum føroyskum

 

grønmetisbóndum, sum kunnu framleiða mat til okkum øll.

 

Tað er í hesum arbeiðinum, at Veltan framhaldandi ætlar sær at gera mun.

 

Nevndin í Veltuni