Samráðingarnar á kommunala sáttmálaøkinum halda fram

Sáttmálarnir, ið Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur við Starvsfelagið og Heilsurøktarafelagið fara úr gildi tann 1. oktober 2026.

Tiðindaskriv, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið:

 

Partarnir hittust í farnu viku til innleiðandi samráðingar.

 

Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava verið saman seinnapartin í dag, og hava handa krøv.

 

Heilsurøktarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava avtalað at handa krøv fríggjadagin 25. september.

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ynskir at gera sáttmálar, sum eru á sama støði, sum sáttmálarnir á privata arbeiðsmarknaðinum.

 

Føroya Pedagogfelag

 

Sáttmálin millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri námsfrøðingar og hjálparfólk á kommunala sáttmálaøkinum fór úr gildi tann 1. apríl 2026.

 

Partarnir hava havt innleiðandi samráðingar – og hittust fyrrapartin í dag at handa krøv.

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið legði síni krøv fram, meðan Føroya Pedagogfelag ynskti at bíða við hesum til seinni í mánaðinum. Føroya Pedagogfelag vendir aftur við uppskotið um møguliga fundartíð til aftaná 25. september.

 

Aðrar samráðingar, ið eru í gongd

 

Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hittust á fundi fríggjadagin 4. september. Avtala er um, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ger eitt útkast til eina 3 ára semju. Partarnir hittast aftur á fundi hósdagin 10. september.

 

Aðrir fundir eru avtalaðir við m.a. Føroya Arbeiðarafelag um dagrøktarar í morgin 8. september.

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er eisini í samráðingum við m.a. Føroya Handverkarafelag & Landsfelag Handverkaranna og Maskinmeistarafelagið. Arbeitt verður við at áseta fundir við nevndu feløg.

 

Sáttmálasamráðingarnar við Heilsuhjálparafelag Føroya eru ikki tiknar upp aftur síðani báðir partar vrakaðu semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar undan summarfrítíðini.

 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tann 7. september 2026

 

Per Martin Gregersen, formaður