Fólk við sálarsjúku kunnu hava tørv á hjálp frá fleiri ymiskum myndugleikum. Ábyrgdin er býtt millum almannaøkið, psykiatriina og kommunurnar, og tí ber illa til at savna alla hjálpina á einum stað.
Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu.
Fía Selma Nielsen spurdi millum annað, um arbeitt verður við einari skipan, har fólk við sálarsjúku kunnu venda sær á eitt stað og fáa vegleiðing um, hvør hjálp er tøk.
Sambært landsstýriskvinnuni veldst ábyrgdarbýtið millum annað um aldurin hjá borgaranum, og um tørvur er á psykiatriskari ella sosialpsykiatriskari hjálp.
– Tí ber illa til at skipa eitt stað, sum kann veita alla hjálp, uttan mun til hvør tørvurin er, skrivar Margit Stórá.
##med2##
Ógreið markamót kunnu forða hjálpini
Landsstýriskvinnan viðurkennir, at býtið millum fleiri myndugleikar kann skapa trupulleikar.
– Ógreið markamót og manglandi samskipan kunnu gera tað torførari hjá einstaka borgaranum at fáa ta hjálp, sum tørvur er á, skrivar hon.
Tí er neyðugt áhaldandi at styrkja samstarvið millum almannaøkið, heilsuverkið og kommunurnar. Hvør myndugleiki skal kenna og taka á seg sína ábyrgd sambært galdandi lóggávu.
Sum dømi um samstarv tvørtur um markamót nevnir hon bú- og viðgerðarstovnarnar til ung við sálarsjúku undir Almannaverkinum. Eisini verður RÓWT í næstum styrkt við einum tilhaldsstaði.
Almannaverkið skal leita borgaran upp
Almannaverkið hevur skyldu til at ráðgeva um hjálp eftir almannalóggávuni og vísa borgarum á møguleikar hjá øðrum myndugleikum og sjálvsognarstovnum.
Fær Almannaverkið kunnleika um ein borgara við víðfevndum sosialum trupulleikum, sum hevur tørv á hjálp, men ikki sjálvur megnar at biðja um hana, fevnir ráðgevingarskyldan eisini um uppleitandi arbeiði.
Alment sett starvsfólk skulu harumframt boða Almannaverkinum frá, um tey í starvi sínum fáa kunnleika um ein persón, sum hevur tørv á ráðgeving, uppihaldsveiting, endurbót ella sosialari tænastu.
Kommunurnar hava somuleiðis ábyrgd av, at borgarar, sum hava tørv á persónligari hjálp, røkt og stuðli, fáa neyðugu hjálpina. Ein kommuna kann eisini seta seg í samband við ein borgara við sálarsjúku, sum hevur stóran hjálpartørv, men ikki sjálvur megnar at taka fyrsta stigið.
Borgarin kann vanliga ikki tvingast
Margit Stórá ger vart við, at tað er munur á einum borgara, sum ikki megnar at taka ímóti hjálp, og einum, sum tilvitað takkar nei.
Myndugleikin eigur at seta seg í samband við borgaran, fáa greiðu á støðuni, byggja upp álit og samskipa hjálpina við viðkomandi fakfólk og myndugleikar.
Men sum meginregla kann ein myndugleiki ikki tvinga ein borgara at taka ímóti sosialari hjálp.
Er talan um møguliga tvingsilsinnlegging eftir psykiatrilógini, er tað kommunulæknin, sum skal meta um støðuna og taka avgerð um innlegging við tvingsli.
Borgarin skal vera í miðdeplinum
Arbeiðið hjá Almannaverkinum byggir sambært landsstýriskvinnuni á endurmenning, har hjálpin verður løgd til rættis saman við borgaranum og við støði í ynskjum, dreymum, førleikum og tørvi hansara.
Fakfólk skulu tí ikki taka avgerðir borgarans vegna. Málið er at stuðla honum í at liva eitt so sjálvstøðugt lív sum gjørligt og samstundis fyribyrgja, at tørvurin á hjálp gerst størri og dýrari.












