Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, Jens-Frederik Nielsen, grønlendskur landsstýrisformaður, og Mette Frederiksen, donsk forsætisráðfrú, skrivaðu mánadagin undir felagsyvirlýsingina, sum styrkir samstarvið millum ES og Grønland. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

ES-limaskapur er upp til grønlendingar

ES ger íløgur fyri 1,5 milliardir krónur í Grønlandi. Grønlendingar skulu sjálvir gera av, hvørjum teir vilja samstarva við, sigur ES-nevndarlimur

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, Jens-Frederik Nielsen, grønlendskur landsstýrisformaður, og Mette Frederiksen, donsk forsætisráðfrú, skrivaðu mánadagin undir felagsyvirlýsingina, sum styrkir samstarvið millum ES og Grønland. Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, legði í dag fram eina ætlan um ES-íløgur fyri 200 milliónir evrur í Grønlandi. Tað svarar til umleið 1,5 milliardir krónur.

Við íløgunum rættir ES nú av álvara hondina út móti Grønlandi, sum bæði amerikanski forsetin, Donald Trump, og íløguhugaða Kina hava stóran áhuga fyri.

Jozef Síkela, ES-nevndarlimur í altjóða samstarvi, varð undir vitjanini í Nuuk spurdur um møguligan grønlendskan ES-limaskap.

– Tað er upp til grønlendska fólkið at gera av, segði hann við Ritzau.

– Okkara uppgáva er at geva teimum eitt gott grundarlag til at taka avgerð um, hvørjum tey eiga at samstarva við.

Samstarv um ráevni, orku og bústaðir

Undir vitjanini hjá Ursulu von der Leyen skrivaðu ES, Grønland og Danmark undir eina nýggja felagsyvirlýsing.

Hon skal víðka samstarvið millum ES og Grønland um millum annað kritisk ráevni, talgilt undirstøðukervi, orku, bústaðir og ferðavinnu.

Felagsyvirlýsingin leggur tó ikki beinleiðis upp til, at Grønland skal gerast ES-limur í nærmastu framtíð.

Grønland var limur í táverandi EF til 1. februar 1985. Grønlendingar tóku seg úr felagsskapinum fyri at varðveita fult ræði á egnum sjóøki og tí, at fólkið ikki ynskti politiska stýring úr Bruxelles.

Skal Grønland gerast limur aftur, krevur tað eina formliga umsókn og síðani undirtøku frá øllum limalondunum í ES.

Vil hava tættari samstarv – men ikki limaskap

Hóast afturvendandi hóttanir frá Donald Trump hevur Jens-Frederik Nielsen, grønlendskur landsstýrisformaður, higartil ikki tikið undir við, at Grønland skal gerast ES-limur.

Hann tók ikki spurningin um møguligan limaskap upp undir ES-vitjanini í gjár og í dag. Í oktober 2025 segði hann tó:

– Vit standa ikki á gáttini til at gerast limir í ES. Men vit standa heilt greitt framman fyri einum størri, kanska sterkari og tættari strategiskum samstarvi við ES.

Sæð úr Bruxelles snýr tað seg um at fáa Grønland at knýta seg tættari at ES heldur enn at USA undir Trump ella Kina.

Trygd fær størri týdning

Styrkta samstarvið er partur av ætlanini hjá ES at økja um sína nærveru í Arktis. Ein nýggj ES-ætlan fyri Arktis verður løgd fram í heyst.

– Arktis ávirkar Evropa beinleiðis bæði viðvíkjandi veðurlagi, trygd og búskapi. Tað skal nýggja ætlanin endurspegla, segði Jozef Síkela.

Sambært honum snúði undanfarna ES-ætlanin seg fyrst og fremst um veðurlag og fólkið í Arktis. Men broytta valdsstøðan í heiminum ger, at ES nú eisini fer at leggja størri dent á trygd og búskaparliga menning.

Ritzau