65 ár eru liðin, síðan Havnar Róðrarfelag varð sett á stovn, og í hesum sambandi verður eyka dámur settur á ársveitsluna í ár hjá elsta róðrarfelag í landinum.
Havnar Róðrarfelag hevur tilsamans seks kappróðrarbátar, og tað eru fleiri enn nakað annað kappróðrarfelag í landinum hevur.
Úrslitini tey seinastu árini hava verið stak góð, og tað kemur eisini av, at tað ikki hevur verið torført at manna bátarnar hjá felagnum.
Umstøðurnar hjá róðrarfólkinum eru stak góðar, og góða samanhaldið millum bátarnar er ikki minst týdningarmikið fyri trivnaðin. So flestu róðursfólkini koma aftur til felagið ár eftir ár.
Ársveitslan hjá Havnar Róðrarfelag verður í neysti felagsins fríggjakvøldið 31. oktober kl. 19. Veitslan er fyri limum við maka og tveimum gestum.
Atgongumerki kunnu heintast týskvøldið millum kl. 19 og 21 í neystinum.










