Fyri tað fyrsta vil eg alment viðmerkja, at eg sjálvur ætli at gera av, hvør ið er ”mín góði vinur”, tí vinir og vinir valdast (Móðurmálsorðabókin undir ”vinur”). Vit báðir eru ongantíð komnir á gátt hjá hvørjum øðrum. Tí hesa viðmerking til tín, so at tann, ið las tína grein, ikki fær skeiva fatan av okkum báðum.
”Man merkt die Absicht und wird verstimmt”, tí henda grein við tínum viðmerkingum og spurningum mundi neyvan verið skrivað, um tú og Kári á Rógvi ikki vóru í sama flokki, tú, sum vart og ert eitt gamalt umboð fyri sjálvstýrisflokkin og við royndum at koma upp í politikk, meðan Kári á Rógvi er politiskur Benjamin innan tinggátt, men nú undir tínum veingjabreiði. Men Hans Jákup so frægan meti eg navnan at vera, at hann neyvan man hava tína hjálp fyri neyðini at svara fyri seg, sjálvt um tað er ein snild hjá Kára at drála við svarum, ella sum í hesum báðum seinastu førunum (spurningar í bløðunum og teldupostur í desumburmánaði) als ikki at svara. Tín viðmerking er eitt gott dømi um, at tað tekur bert eina løtu at grifla nakrar reglur við viðmerkingum og spurningum – og ikki ”ein seinnapart”, so tí kundi Kári lært av.
Sum tann gløggi lesarin tú ert, so hevur tú varnast og tulkar orðingina „á øðrum ári” soleiðis ”ið er meira enn eitt ár, men styttri enn tvey.” Her verði eg tíanverri noyddur at koma við einum uppískoyti til tína tulking, sum ger støðuna hjá Orðabókagrunninum enn veikari, enn eg vísti á. Fyrst í januar 2007 var eg á fyrsta sinni á fundi við Orðabókagrunnin um at leggja lunnar undir mannagongdir at gera orðabøkur, so at allar komandi orðabøkur vórðu avgreiddar eftir sama leisti, t.v.s. t.d. longd av tíðarskeiði, vavi á eini orðabók og krónuupphædd fyri avgreitt avrik, so at eingin orðabókarithøvundir seinni kundi siga, at hann varð viðfarin av órættum. Á hesum fundi var kvinnuligur skrivari við, men síðan hevur skrivari verið sum lundi á jólanátt á okkara fundum, sum oftast hava verið við Kára á Rógvi sum formann fyri Orðabókagrunnin og meg sjálvan. Tveir aðrir fundir hava verið alla trímannanevndina, og tað liggja 5 sáttmálauppskot hetta seinasta árið frá Orðabókagrunninum, sum Kári á Rógvi hevur sent sum teldupost, og sum eg havi vrakað øll somul av ymsum orsøkum, serliga av teirri orsøk, at eg hava havt ta áskoðan, at allar orðabøkur skuldu metast eins. Tað er orsøkin til, at eg vendi mær í høvuðsheitum til Kára á Rógvi, og at eg meti Kára á Rógvi sum tann, ið eg havi havt tað mesta samskiftið við – nú alment (sp. 4). Á hesum fyrsta fundi fekk eg ta skeivu fatan, at eg hevði við nýbyrjarar at gera, og gjørdist hesin fyrsti fundurin rættuliga drúgvur, men eg fór av fundinum við ljósum vónum um, at gott úrslit loksins mundi fara at spyrjast burtur úr mínum stríði – men tíanverri.
Men nú kemur tað, Hans Jákup. Á politiskum fundi undan valinum í samkomuhøllini í Hoydølum, setti eg navnanum spurningin, hvussu leingi hann hevði sitið sum formaður fyri Orðabókagrunnin, og hann svaraði ærliga 5 – fimm – ár, t.v.s. frá 19.08.2003, tá nýggj reglugerð kom í gildi fyri ta gomlu fyri Orðabókagrunnin (sp. 3). So Kári á Rógvi saman við hinum báðum nevndarlimunum man vera fullgreiður yvir, at hetta eina elektróniska orðabókaavrikið er lítið at breggja sær av. Um tann Føroysk-italska orðabókin verður tikin við, so er tað enn eitt dømi um skeivan orðabókapolitikk, tí vit hava ongar næmingar til hesa grein, so tann peningurin er farin í eina skeiva íløgu.
So til hinar tínar heldur enn ikki løgnu spurningar, sum tú svarar sjálvur við at vísa á: www. Frodskaparfelag.fo/bokagrunnurin. Tann løgnasti man vera nr 3, har tú spyrt: ”Er Orðabókanevndin ikki eldri enn gott eitt ár?” Tað stendur jú í viðtøkunum m.a. ”Tórshavn, 19.08.2003”, har vit fáa at vita, at “Kári á Rógvi, løgfrøðingur, valdur av Føroya Fróðskaparfelag, formaður, Hjalmar P. Petersen, málfrøðingur, valdur av Føroysku Málnevndini, Eivind Weyhe, lektari á Føroyamálsdeildini, valdur av Fróðskaparsetri Føroya”. Men tað kann viðmerkjast, at Hjalmar P. Petersen, málfrøðingur, hevur tikið seg úr nevndini, og Jógvan í Lon Jacobsen er komin í hansara stað. So tú kanst rokna út, hvussu gomul orðabókanevndin man vera.
Síðan lat okkum taka paragraffina §4: Har stendur soleiðis:
§4?Eftir umsókn í hvørjum einstøkum føri veitir Orðabókagrunnurin fíggjarligan stuðul til verkætlanir, íð lúka treytirnar í hesum viðtøkum. Stuðul úr Orðabókagrunnin kann nýtast til at gjalda heilt ella lutvíst lønir, ið standast av orðabókaarbeiði, heilt ella lutvíst arbeiðstilfar og amboð, umframt heilt ella lutvíst útgávu av føroyskum orðabókum.
2. stk. Nevndin í Orðabókagrunninum ger endiliga av, hvør kann fáa stuðul.
3. stk. Nevndin í Orðabókagrunninum hevur eftirlit við, at stuðulin verður nýttur eftir ætlan. Staðfestir nevndin, at stuðulin ikki er nýttur eftir ætlan, kann hon krevja, at hann verður afturgoldin grunninum.
Hetta man vera ein tann týdningarmiklast paragraffin í okkara orðabókahøpi, sum Orðabókagrunnurin hevur at arbeiða eftir.
Nú skal eg venda mær til tín spurning 2 og mín spurning 3 til Kára á Rógvi. Hesi tøl, sum eg nýti, stava frá einum fyrispurningi, sum Jenis av Rana, tingmaður, setti Jógvani á Lakjuni, mentamálaráðharra, í Løgtinginum í oktobur 2007, men sum Jógvan ikki náddi at svara. Har verður m.a. greitt frá frá Mentamálaráðnum, at Donsk-føroysk orðabók frá 1995, t.v.s. tann fyrra og minna Dansk-føroyska orðabókin fekk 1,5 – 2 milljónir (bókin væl minni enn mín), tann Russisk-føroyska orðabókin fekk 1,89 milljónir (bókin væl minni enn mín) og tann Føroysk-týska orðabókin hevur higartil fingið 1,9 milljónir (also krónur) (nógv minni enn mín). Hvørgin av teim báðu seinnu hevur enn sæð dagsins ljós, tó at tær hava verið í umbúna í eini 6 ár. Og her er tað, at t.d. Orðabókagrunnurin skuldi verið so frægt at sær komin og dittað sær at nýtt §4 3. stk., men so eigasørt. Tí er mín spurningur til Kára á Rógvi: Hví skal eg lata mær lynda við 1,15 milljónir, tá ið henda Týsk-føroyska orðabókin, sum tú og nevndin eru fullgreið yvir, er munandi størri í vavi enn hinar orðabøkurnar, sum Orðabókagrunnurin hevur latið knappar 2 – tvær - milljónir í part?
Tú spyrt móti endanum av tínum viðmerkingum um: ”… býr annað undir, ið tú nevnir ikki í hesum viðfangi?” Svarið er eitt greitt ja. Ætlanin við hesum prikum ella brikslum til Orðabókagrunnin og seinni til Mentamálaráðið er at fáa politikkararnar at rakna við og spyrja seg sjálvar, um teir hava fingið nakað ella nóg mikið fyri ta upphædd, sum Føroya Løgting hevur játtað til orðabókagerð hesi seinastu 10 árini (frá uml. 1998) (sp. 2). Til orðabøkur, sum skúlar og næmingar enn sakna í ólukkumát, og sum tú sum fyrrverandi lærari mangan manst hava ynskt tær í tínum lærarayrki. Allar mannagongdir á hesum øki eiga at verða endurskoðaðar, so at bæði Mentamálaráðið og Orðabókagrunnurin verða strikað av orðabókaøkinum, og t.d. ein samskipari við kunnleika til orðabókagerð úr og í fremmandamál kundi verið settur í heilt ella møguliga hálvt starv undir t.d Skúlabókagrunninum ella – enn betri - øðrum stovni við serkunnleika og nýggjastu tøknini á hesum øki í so nógv ár, sum eru neyðug til at nøkta tørvin á og koma á mál við viðkomandi fremmandamálaorðabókum. Tí hetta arbeiðslagið, sum hevur verið higartil, tvørtur um fleiri stovnar við ymiskum starvsfólkum, sum dáma ella ikki dáma aðrar persónar, er dumpað so ruddiliga.
So Hans Jákup, nú fekst tú øði í grindina, men hevði eg fingið somu krónuupphædd sum hesar tríggjar omanfyri nevndu orðabøkurnar à knappliga 2 milljónir krónur fyri hvørja, so kundi eg gingið 5 ár av mínum seinastu starvsárum við hond í lumma - við løn.
PS: Eg vil at enda gera vart við, at tað er ikki tí privata persóninum, Kára á Rógvi, sum eg leggi eftir, men tað er Kára á Rógvi sum formanni í Orðabókagrunninum, ið eg finnast at nú alment, men tí nývalda politikkaranum, Kára á Rógvi, ynski eg til lukku við valinum við ynskjum um góðan byr.