Tað eru tey heilt hørðu rúsevnini, ið vinna frama millum ung í dag. Næmingar í framhaldsdeildunum í Føroyum hava í dag ta fatan, at tá tú roykir hassj, sniffar heroin ella kokain ella tekur tablettir, so hevur tú tamarhald á støðuni.
- Tað vísti seg at slíkt sum tendraragass og lím ræddust tey eitt sindur enn, men eg fekk eina hilling av at rúsevnini, eisini tey heilt hørðu, eru allastaðni, greiðir Beinta Joensen frá.
Beinta Joensen hevur verið fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi. Í mars mánaði fór hon undir eitt upplýsingarátak, »Valið er títt«, har hon saman við dananum Christian Werlo, ið er fyrrverandi stikknarkomanur, vitjaði á skúlum og aðrastaðni, og upplýsti um rúsevni og rúsevnismisnýtslu.
Beinta Joensen hevur ta fatan, at tað nyttar einki at peika fingrar eftir teimum ungu. Tí fór hon undir verkætlanina »Valið er títt«, har endamálið var at kunna tey ungu um rúsevnini, heldur enn at fortelja teimum hvat tey mega og ikki.
Við sær hevði hon fyrrverandi stikknarkomanin, Christian Werlo, ið greiddi teimum ungu frá síni lívssøgu, og er hon somikið ótrúlig, at tey veruliga lurtaðu og lótu upp fyri nøkrum filtrum, ið annars eru væl afturlatin.
Tað var undir hesi verkætlan, at Beinta Joensen fekk eina hilling av, hvussu støðan er millum ung í Føroyum í dag, og má sigast at støðan ikki er tespilig.
Hørð rúsevni allastaðni
Tað vísti seg, at á øllum skúlunum, har hon vitjaði, kendu tey ungu til hørðu rúsevnini. Sum partur av verkætlanini »Valið er títt« vóru summir lutir brúktir, eitt nú eitt bókamerki, har nøkur ung sita við eitt borð og á borðinum liggja øll sløg av rúsevnum, frá alkohol til banar, tablettir og sproytur.
Tað vísti seg so, at tey ungu kennast við øll rúsevnini.
- Tað vísir seg at vera allastaðni. Í Suðuroy er TB-húsið eitt stað, har sterku rúsevnini veruliga trívast. Í Havn kennast tey eisini við alt, og banar av heroin ella kokain eru blivnir alt meira vanligir í Havn, samstundis sum tablettirnar, eitt nú ecstasy, eisini eru blivnar vanligar, greiðir Beinta Joensen frá.
Allastaðni har hon vitjaði, vísti tað seg á sama hátt.
- Tað er í Klaksvík, í Eysturoynni, í Suðuroy og í Havn. Hini støðini náddu vit ikki at vitja, men eg eri vís í at rúsevnini eisini eru har, sigur Beinta Joensen.
Á ferðini fekk hon ta fatan, at hassj er blivið »ytt« millum ung í dag, og at tey fullkomiliga hava mist respektina fyri hassji. Samstundis er tað at sniffa heroin og kokain, umframt at taka tablettir alt meira vanligt, meðan sproyturnar enn bara hoyra festivalunum til.
- Men á festivalunum er tað eisini nógv til av tí. Á G!-festivalinum mátti løgreglan fínkanna alt teltøkið fyri sproytur, áðrenn fólkini sluppu inn at rudda eftir festivalgestunum, og tað var ikki einki, teir funnu, leggur Beinta Joensen dent á.
Fyribyrgja ikki nóg væl
Tann myndin, Beinta Joensen fekk av støðuni undir átakinum, er ræðandi.
- Hetta er ræðandi, tí tað eru børn í 8.-, 9.- og 10.flokki. Tey eru børn í aldrinum 13 til 17 ár, og tey eru øgiliga tilvitaði um øll hesi rúsevnini, vísir Beinta Joensen á.
Samstundis sum tað vísir seg at tey ungu verða alt meira von við at umgangast hørð rúsevni, hevur Fyribyrgingarráðið lagt seg eftir dellunum og á sigarettirnar.
- Tað undrar meg at tey ikki geva rúsevnunum gætur. Tað hevur eydnast væl hjá Fyribyrgingarráðnum við royking og feitti, men tað átti at verið flutt fokus, áðrenn hetta veruliga verður ein stórur trupulleiki, tí tað er ein trupulleiki, sigur Beinta Joensen, sum heldur tað vera sera spell, at Fyribyrgingarráðið er farið so langt burtur frá rúsevnunum.
Mugu legalisera prátið
Tað einasta, ið kann gerast, er at kunna um rúsevnini. So bersøgin er Beinta Joensen.
- Fólk eru skeptisk tá tað kemur til kjak um hørð rúsevni, og halda at tað er einki at tosa um, tí at her eru eingi hørð rúsevni. Men vit eru rættiliga naiv tá vit halda tað. Debattirnar heima eru tað effektivasta. Vit mugu legalisera prátið um rúsevni, tí forboðin frukt smakkar altíð best, og soleiðs hevur tað verið síðan tíðarinnar morgun. Vit mugu kunna um hesi tingini. Tað er púra skeivt at tú ikki tosar við børnini um tað, tí informatión um rúsevnini kann forða teimum í at royna tað, stendur tað teimum í boði, greiðir Beinta Joensen frá.
Einaferð kann vera nokk
Vandarnir við rúsevnunum eru rættiliga nógvir og ræðandi.
- Tað eru nógvar latentar sálarsjúkur, sum kunnu bróta út av rúsevnunum. Tær kunnu vera arvaligar, og liggja og bíða eftir einari orsøk til at bróta út, og tað kann vera sjokk av millum annað brádligum deyðsfalli. Tað brýtur kanska ongantíð út, men tað kann brádliga bróta út at onkrum so óskyldigum sum eitt lítið sindur av stoffum, har tú kanska hevur fingið for nógv av onkrum, vísir Beinta Joensen á.
- Bundinskapurin er so ræðuliga nógv størri og ógvusligari við rúsevnunum, enn við alkoholi. Ikki tí at bundinskapurin av alkoholi er nakað lítið í sær sjálvum, men tað setur kanska tingini í størri samanhang, leggur Beinta Joensen dent á.
Fakfólk serliga útsett
Tað er eftir øllum at døma ikki bert ung, ið rúsa seg við hørðum rúsevnum. Tað vísir seg tó at tað eru ofta børn at karrierufólkum, sum enda úti í rúsevnamisnýtslu. Ofta verða tey útsett fyri umsorganarsvik og leita sær tí aðrastaðni eftir hjálp, tá trupulleikar stinga seg upp.
- Tey ungu, sum koma inn á Blákrossheimið, hava ofta eina øgiliga bakgrund. Umsorganarsvik og annað eru sera vanlig hjá teimum. Men rúsevnismisnýtslan er eisini útbreidd millum fakfólk, har stress-faktorurin er høgur. Tað er kent, at serliga læknar, ið hava lætta atgongd til rúsandi evni, brúka tey til at halda seg dubbaðan og til at arbeiða yvir evni. Í Danmark hava tey stórar trupulleikar av hesum, nevnliga »morfinistum«, sum rúsaðu læknarnir verða kallaðir, greiðir Beinta Joensen frá.
Orsøkin til at læknar ongantíð síggjast í hagtølunum er, at tað verður viðgjørt innanhýsis, tá trupulleikin er til staðar.
Beinta Joensen, sum hevur arbeitt á Blákrossheiminum, sigur tó at tað eru fleiri og fleiri fakfólk, ið noyðast til viðgerð fyri rúsevnismisnýtslu.
- Næstan øll tey undir 35 ár, sum koma inn til viðgerð, skulu viðgerast fyri misnýtslu av rúsevnum, og ofta eru tað blandingsmisbrúkarar, ið eisini eru mest vanligir í Føroyum, tí at tað er ikki nóg nógv til á marknaðinum til at tú kanst halda teg til eitt rúsevni. Samstundis eru hesir eisini teir ringastu at viðgera, sigur Beinta Joensen.