hevði verið gjørt soleiðis, at tónleikurin hevði meiri fyllu. Hetta vil siga, at ljóðið er ov tómt, og ein situr við kensluni av, at her vanta onkur ljóðføri ella okkurt annað. At løgini og tekstirnir hava [...] ivi um, at Wild Child er ein bólkur, sum er sera væl dámdur millum manna. Tað er ikki bert í Suðuroy, har bólkurin hevur sínar røtur, at hann er væl umtóktur, og hetta sæst eisini aftur á tí, at Wild Child [...] suðuroyingarnir so mikið óhepnir, at teir noyddust at taka lut í undankappingini, sum var í Bygdarhúsinum á Strondum, og her var talan um nógv tann sterkasta hópin av bólkum, sum var í nakrari av undankappingum
dugnaligastu journalistum. Fáur hevur dugað sum hann at verið vertur fyri sendingum, sum vit øll hava virðismett høgt. Tað eru eisini tey, sum siga, at hansara pláss er á skíggjanum og ikki inni á teimum stressaðu [...] Eingin ivi er um, at sjónvarpið verður fátækari uppá dygd og engagement, nú Tróndur ikki verður at síggja longur á skíggjanum. Tað má vera okkum loyvt at gita, at hann kortini onkursvegna fer at gera journalistiska [...] uppbakking, hevur verið ómøguligur at liva upp til av sjálvt tí besta. Hetta hava verið nøkur ár við stórari menning í sjónvarpinum sum stovni. Tá undirtøkan at fara undir at byggja nýtt sjónvarpshús ikki var
tá freistin fyri at fáa viðurskiftini í rætt lag var úti, og tær boðaðu frá, at fekk deildin ikki betri umstøður, merkti tað uppsagnir. Onkur vil kanska halda, at hetta er grenj og at sjúkrasystrarnar [...] Landsstýrið verjir seg við at siga, at ongatíð áður er so nógv sum nú brúkt til skúla-, heilsu- og almannamál. Hetta er nakað tvætl, tí útrokningar heilsuverkið hevur gjørt vísa, at síðani heildarveitingin [...] í vár gjørt vart við, at deildin er undirmannað. Tær hava skrivað brøv og tær hava havt fundir, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás. Leiðslan er ikki samd við tær um, at deildin er undirmannað
sjálvandi um Kára Reynheim, sum fyri nøkrum árum síðani fór av landinum at nema sær venjaraútbúgving, og sum eftir hetta hevur virkað sum venjari hjá ymsum norskum liðum. Ungt lið Sum nevnt, so flutti Jotun [...] hevur so verið at styrkt um hópin, og tískil hevur hann vent eyguni móti heimlandinum, fyri at vita um ikki onkur styrkur var at finna har. Okkum hevur ikki eydnast at fingið orðIð á Kára, so úst hvørjar [...] Venja innandura Sum skilst, so er ætlanin, at teir báðir í fyrsta umfari skulu vera í Noreg í einar tveir mánaðir, soleiðis at báðir partar fáa høvi at kunna seg um hvønn annan. Sum vera man, so er veðrið
sambært tingskipanini. Og í triðja lagi uttan at geva málum ta løgfrøðiligu eftirkannan, sum mál eiga at fáa. Onkur vil kanska siga, at soleiðis hevur tað altíð verið. Men tað er ikki heilt rætt. Soleiðis [...] Tað er sum um, at tað gerst meira og meira legalt ikki at virða tingskipanina, m.a. við at skúgva fólkaaræðisligu rætningslinjurnar til viks. Fólkaræði átti annars heldur at verið nakað, sum javnan varð [...] uppgávu at viðgera og tosa um mál, sum eru til viðgerðar. Tað er sjálv viðgerðin, sum er hornasteinurin í Løgtinginum. At debatera og skaffa sær nýggja vitan. At parlamentera! Og so til síðst at taka støðu
fyrrenn í endanum av turrtíðini, at teir stóru eldarnir eru. Símin, sum tosar málið hjá teimum innføddu sum brent!, rópti á konuna, sum hevði sett eld á, og sum tókst við at stýra eldinum, hví hon longu nú [...] Ein er, at teir innføddu seta skúlan sera høgt. Tað er vorðið ein dygd at duga at lesa, skriva og rokna, og teir innføddu halda sjálvir skúla. Fyri trúboðararnar hevur tað havt mest at siga, at ein samkoma [...] lítlar, at tað er ikki hugsingur um at sigla serliga langt. So tað verða fleiri mánaðir, áðrenn góðs, sum skal flytast vit »fraktbati«, verður at fáa her. Men kalkunirnar liggja í frystaranum, sum verður
Men vit hava tað áskoðan, at tað ikki er ein møguleiki at skiljast, tí ivast vit onga løtu í, at hjúnabandið fer at eydnast okkum væl. Men hvussu kunnu tit vita, at tit fara at verða saman restina av lívinum [...] fyri at komið tættari at hvørjum øðrum - at gera parlagið meira intimt. Nú hava vit eisini í eina tíð vitað, at vit skulu giftast, og hevur tað verið verri og verri at bíða. Tí verður tað gott at verða [...] Reaktiónirnar ymiskar Foreldrini fingu alt fyri eitt at vita, at Heini og Súsanna fóru at gifta seg: - Vit vóru eitt sindur bangin fyri, at tey fóru at verða ivingarsom og práta um pengar, aldur o.s.fr.
Summi, sum hava roynt AFS, siga, at tá tíðin kemur til at skula heimaftur, er tað sera torført, tí tey hava knýtt seg tætt at fólkunum, men samstundis er tað sera spennandi at koma heimaftur eftir at hava [...] framvegis er nakað heilt serstakt, sum kemur at standa sum ein varði í lívinum hjá tí unga. Vit hava í hesi útgávuni av ph1 valt at nema við AFS. AFS er altjóða felagsskapur, sum eisini virkar í Føroyum. Endamálið [...] landi. Felags er fyri so gott sum øll, sum hava roynt AFS er, at tey eru øll á einum máli um, at tað er eitt stórt upplivilsi. Tað sigur eisini, Símun Joensen úr Klaksvík, sum var í USA í eitt ár, skúlaárið
seinnapartin týsdagin tók hann so endaliga avgerð um at stilla upp kortini, men at tað skuldi vera á javnaðarlistanum. Hann vil onki siga um orsøkina til, at hann er farin upp á javnaðarlistan. ? Tað er av [...] leggur afturat, at hann hevur havt gott samstarv við javnaðarflokkin í samgonguni í Tvøroyrar Býráð í hesum valskeiðnum. Vit hava annars fingið at vita, at hann hevði fingið áheitan um at stilla upp á t [...] Býráðsval Tað er nú greitt, at borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, fer at stilla upp fyri javnaðarflokkin á býráðsvalinum, sum verður í næsta mánaði. Sostatt hevur býráðsvalið á Tvøroyri fingið
vónar, at onkur tímir at grína eftir hansara tekningum, so eru tað ikki øll, sum gera tað. - Tað kemur meira enn so fyri, at fólk siga við meg, at mínar tekningar eru býttisligar, men eg veit, at tey ikki [...] tað. Eg veit, at tey dyrka tær, sigur Jógvan argandi. - Familjan hjá mær royndi í fyrstuni at fáa meg at gevast at tekna slíkar tekningar, men tað gera tey ikki longur. Tey mugu góðtaka, at ein uppløgd fiasko [...] føroysk útgáva áður er farin. - Summi fólk er um at blíva svøk av mær og mínum tekningum, og við hvørt verði eg skeldaður út og fái at vita, at eg má gevast við at gera slíkar tekningar, tí tað er bæði synd