Í fjør var Annlis Bjarkhamar við í arbeiðinum hjá SMS at veita jólahjálp, og hóast ikki varð lýst við jólahjálpini, søktu næstan tvær ferðir so nógv sum peningur var til.
Hetta segði henni, at heilt nógvar familjur vóru rættiliga illa fyri figgjarliga.
- Støðan er ikki batnað síðat, heldur øvugt, sigur Annlis Bjarkhamar.
Hon vísir eisini á allar frágreiðingarnar, sum hava verið í fjølmiðlunum um stakar uppihaldarar, sum lítið og einki hava at liva fyri.
Alt hetta gav henni hugskotið til at fara undir eina størri innsavning. Hon vendi sær til vælgerandi felagsskapir, kirkjuna og samkomur, fyritøkur og onnur.
- Móttøkan hevur verið einastandandi. Upp á tann mátan eru Føroyar eitt gott land. Lætt er at fáa samband við fólk, tí frástøðan er ikki so stór. Og lætt er eisini at fáa fólk at taka undir við einum hugskoti, sigur Annlis Bjarkhamar.
Gleðiboðskapur
Hon valdi at nevna átakið “Í menniskjum góður tokki”, sum stendur í sjálvum jólboðskapinum.
- Vit eiga at gera øðrum væl og taka ábyrgd fyri okkara medmenniskjum, sigur Annlis Bjarkhamar.
Eingi tøl eru, sum siga, hvussu nógvar familjur í landinum eru illa fyri fíggjarliga.
- Men tað er heilt vist, at vit øll kenna onkran, sum í longri ella stytti tíðarskeið er illa fyri eitt nú av sjúku, av at hava mist forsyrgjaran, av at hava mist arbeiði ella av øðrum orsøkum, sigur Annlis Bjarkhamar.
Um tvær vikur kemur átakið við eini heimasíðu, sum fær heitið takk.fo, men annars ber til longu nú at stuðla við at flyta pening á kontu 9181-9983890.
Leggjast kann aftrat, at alt arbeiði í sambandi við átakið verður gjørt sjálvboðið. Innsavningin verður skipað sum ein grunnur við nevnd umboðandi fyriskipararnar.
Hjálpin verður latin sum gávukort ella matur.
Talvan gongur
Fólkakirkjan tók sera væl ímóti hugskotinum, og á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni hevur Jógvan Fríðriksson, bispur eina longri grein um átakið. Hann skrivar m.a.
“Eisini í Føroyum búgva fólk, sum ikki eiga tøkan pening til jólahald ella eina lítla gávu til børnini. Til eitt gott lív er tað ikki nóg mikið, at eingin doyr í hungri. Lívið er meira enn rugbreyð. Lívið er eisini kenslur. Gleðin fær tað torført, og trivnaðurin lækkar, um vit ikki uppliva eitthvørt kveikjandi. Tað at uppliva er ein partur av lívinum. At fáa eina gávu er eitt tekin um, at onkur veit av og hevur sæð, at vit eru til.
Til tess at hjálpa teim foreldrum, ið ikki hava ráð til barnajól, hevur Annlis Bjarkhamar tikið stig til átakið “Í menniskjum góður tokki”. Ymiskir felagsskapir, kirkjur, samkomur og einstaklingar taka lógvatak saman til tess at savna pening inn, so tey børn, hvørs foreldur hava trong fíggjarlig kor, kunnu kenna jólini unnilig og gleðilig.
Fólkakirkjan fegnast um hetta átakið. Tað er gott, at vit eiga menniskju, sum hugsa nakað út um sínar egnu heimligu veggir. Í tí stilla og nú alment um landið alt verður mong góðgerðin framd. Tann, ið hevur tað svárt og fær eina gávu, veit frá at siga, at gávan ger menniskju glað, og gleðin føðir trivnað, og trivnaðurin økir um lívsvirði.”
Prestarnir hava heitt á kirkjuráðini um at lata talvuna ganga ein sunnudag til frama fyri átakið, og tað verður nu sunnudagin, at talvan gongur í flestu kirkjum fyri “Í menniskjum góður tokki”.