Fótbóltur
Eftir laka avrikið í Eysturríki er lítil ivi um, at setningurin hjá føroyska landsliðnum í kvøld er at reisa seg. Tað viðgongur Brian Kerr eisini, men landsliðsvenjarin vil tó ikki treytaleyst siga, at talan bara var um vónbrot í Eysturríki.
- 3-1 í Eysturríki var ikki nakað vánaligt úrslit, tá tú hugsar um, at eysturríkar vunnu ávíkavist 3-1 og 2-1 á heimavølli móti Fraklandi og Rumenia. Og har vóru eisini nakrir glottar at síggja í dystinum. Vit skapa aftur nakrar møguleikar, og vit skora eitt gott mál, so vit skulu ikki gloyma alt frá leygarkvøldinum.
- Nú eru vit so her í Runavík og hugsa um dystin móti Litava, og tað gongur hampuliga væl. Sjálvandi hava vit trý leikbann, eins og ein ella tvær aðrir spælarar, sum høvdu verið í hópinum, eru skaddir og burtur av øðrum umstøðum, sigur Brian Kerr.
Mugu reisa okkum
Og hann leggur dent á, at hóast Litava verður mett sum eitt av londunum, sum vit kunnu vinna stig frá, so er talan framvegis um ein sera truplan dyst.
- Teir hava eitt gott lið, har spælararnir eru væl fyri kropsliga. Teir eru eisini væl fyri tekniskt, og flestu spælararnir spæla uttan fyri Litava – í Russlandi, Ukraina, Eysturríki og Italia. So talan er um royndar spælarar, sum vita, hvat skal til á hesum støðinum.
- Men eg rokni við, at teir kanska eru eitt sindur meira verjukendir, nú teir eru á útivølli. Teir byrjaðu jú framúr væl við sigrum á Rumenia og Eysturríki, men síðani hava teir tapt tríggjar dystir, og tí síggja teir hetta sum ein møguleika at rætta seg uppaftur.
- Men tað er tað sjálvandi eisini hjá okkum. Vit mugu spæla betur, og eg veit, at spælararnir vóru vónbrotnir um síni avrik leygardagin. Tað speglaðist eisini aftur í liðavrikinum, og eg rokni við, at hetta verður munandi betri mikukvøldið, sigur Brian Kerr, nú hann og spælararnir fyrireika seg til dystin móti Litava.
Broytingar vóru í luftini
Teir tríggjar fyrstu landsdystirnar, sum Brian Kerr hevði ábyrgd av liðnum, var talan at kalla um óbroytta byrjunaruppstilling.
Soleiðis verður ikki í kvøld, nú tríggir spælarar eru leikbannaðir. Men landsliðsvenjarin leggur dent á, at broytingar viðhvørt eru neyðugar.
- Eg noyddist jú at gera onkra broyting, tá Jón Rói gav avboð frá landsliðnum. Hesa ferð eru so trý avboð, men eg rokni við, at eg hevði gjørt broytingar kortini. Tí har vóru nøkur ting, sum eg ikki var nøgdur við leygarkvøldið.
- Onkur vil kanska siga, at tað er ein trupulleiki, tá eg noyðist at broyta liðið, men eg síggi tað heldur sum ein møguleika at taka nakrar nýggjar kreftir inn. Eg havi havt avmarkaðar møguleikar at royna meg fram við nøkrum spælarunum, og tí valdi eg tilvitað at nýta teir spælarar, sum høvdu gjørt eitt gott arbeiði undir Jógvan Martin Olsen.
- Sjálvandi fara vit at sakna royndirnar hjá Fróða og Atla, og Bogi hevur heilt avgjørt nakrar dygdir, sum vit eisini koma at sakna.
- Og so kann eg sjálvandi iðra meg um, at dómarin hevði hug at døma dekan ov nógv til Eysturríki. Nøkur av kortunum vóru bílig – ikki minst tað hjá Atla. Og hatta brotssparkið var størri sjónleikur enn tað, sum Eduardo hjá Arsenal fekk ímóti Celtic, sigur Brian Kerr.










