Orsøkin til at eg minnist hetta so væl, er einføld: Eg eri tann gentan.
Nú, eitt ár seinni, eri eg vorðin forvitin. Eg hugsi ofta um, hvat man vera hent í tí føroyska fólkaskúlanum síðan. Er nakað hent yvirhøvur? Ella liggur evnið onkrastaðni og verður vent í einum orðaskifti, ið hevur til endamáls, at onkur skal taka støðu til, um hetta er álvari ella ei?
Eg kenni nógv ung, sum í seinastuni hava sagt mær, hvussu tað er, har tey ganga í skúla. Millum annað hava tey greitt mær frá, hvussu lærarar taka sær av happing, ella um teir yvirhøvur duga at taka sær av happingini. Greitt er í hvussu so er, at happingin er nógv meiri umfatandi enn hildið verður, og tað ljóðar, at lærarar ikki duga nóg væl at fáa enda á happingini.
Soleiðis hendi tað, sum hendi hjá mær. Eg var 14 ára gomul, og tað einasta, sum eg vildi, var, at eg ikki vaknaði hvønn morgun og sá, at tað var ein nýggjur dagur. Eg varð kedd av at síggja sólina skína inn gjøgnum vindeygað. Og tað nívdi meg, at eg var til og skuldi í skúla at møta floksfelagum, sum gjørdu mín gerandisdag til eitt helviti.
Satt at siga, og eg skammist ikki longur, tá ið eg sigi tað, so kom eg ikki yvir allar tær kenslur, eg hevði tá, fyrr enn fyri einum hálvum ári síðan. Eg fór niður at sleppa burtur úr mínum gerandisdegi her. Har fekk eg hjálp. Eg tosaði og tosaði líka til eg hevði tosað meg tóma. Alt tað, ið hevði nívt meg, kom út. Eg fekk eisini ráð frá fólki um, hvussu eg skuldi koma upp undan aftur. Millum annað lærdi eg um, hvussu eg skuldi arbeiða við kenslunum og koma víðari á leiðini. Hetta hjálpti mær so nógv, at eg kann siga, at tann gentan, eg var fyri hálvum ári síðan, ikki er tann sama sum tann, eg eri í dag.
Eg eri komin til ta góðu niðurstøðu, at eg havi júst sama møguleika at fáa nakað burtur úr lívinum sum øll hini. Nú dugi eg at síggja hvønn dag sum eina nýggja byrjan. Og eg havi fingið eitt mál at arbeiða fram ímóti.
Í dag hugsi eg kortini nógv um øll tey ungu, sum í dag ganga í skúla. Summi teirra eru í somu støðu, ið eg var í tá. Hvørja hjálp fáa tey, um so er, at tey fáa nakra? Noyðast tey, eins og eg, bara at krógva allar kenslurnar og ganga við øllum tí svára líka til hol fer á svullin, og alt kemur út í einum bresti, ið er nógv ógvisligari enn tú megnar at standa ímóti?
Eg veit, at tað eru nógv fólk, ið ikki halda, at happing er nakað, sum eigur at verða tikið í so stórum álvara. Men tað eigur hon! Eg veit í hvussu so er, at um sonurin hjá mær ein dag kemur heim og sigur, at hann ikki hevur tað gott í skúlanum, fari eg ikki at leggjast á boðini og lata sum einki.
Eg ivist ikki í, at tað má vera torført at vera lærari í dag, men kortini er happing eitt evni, ið okkurt má gerast við. Tað eiga foreldur og lærarar at gera í felag. Nógv megna óivað sjálv at basa happingini, men summi duga ikki. Eg var ein teirra.
Sárini sleppi eg ikki av við, tað veit eg. Tey grøðast ikki. Eg havi bara lært at liva við teimum. Men spurningurin er bara, um hjálpin er har, tá ið tær tørvar hana mest?