Føroyskur tónleikur skal stuðlast

? Føroyskur tónleikur er á minst líka høgum støði, sum fótbólturin í altjóða høpi, og øll vita at munur er á, hvussu nógvan stuðul hesi bæði ítriv fáa, sigur Dánjal Dam á Neystabø

Hvat hevur tú gjørt higarrtil í tínum lívi?

? Aftaná 9 1/2 ár í Kommunuskúlanum var eg várið 1996 hjá ommusystur mínari í USA í 6 mánaðir. Orsøkin til hetta var, at eg var vorðin troyttur av skúlanum, við tað at 10. flokkur eftir mínum tykki var tað sama sum 9. Í 1997 fór eg so niðan í Hoydalar har eg fekk prógv í 1999, og nú eri eg so sjúkravikarur í fólkaskúlanum


Hvat hevur gjørt, at tú ert byrjaður at upptraðka fyri almenninginum?

Mær hevur altíð dámt væl at framføra okkurt, líkamikið um hetta hevur verið innan tónleik, sjónleik ella ítrótt. Tónleikurin er tó nr. 1 hjá mær.


Tú ert í løtuni við í bólkinum Tangz. Hevur tú verið við í øðrum bólkum?

?Vit í Tangz eru so at siga ein aldursbólkur, sum alla tíðina hevur spælt saman. Tað hava verið fleiri heiti á bólkum, so sum Deep-end, Funny boys o.a., men somu persónarnir hava altíð gingið aftur. Onkuntíð hevur so onkur verið burturstaddur, men tá halda hinir bara fram. Fyrstu ferð eg var við til at framføra nakað, var í Musikkskúlanum, har eg saman við Halli, Hallgir og Bjarna skuldi spæla okkurt.


Hvussu við sjónleikinum, nær byrjaði tað?

? Eg var við í orkestrinum, sum spældi tónleikin til føroysku framførsluna av Grease. Hetta gjørdi sjálvandi at eg kom at kenna fólkini, sum mannaðu leikbólkin Brim. Seinni varð eg spurdur, um eg ikki hevði hug at vera við, og so hevur restin gingið av sær sjálvum við Leikhúsjól, Skeyk, Ólavsøkukabarett v.m. Tíanverri datt Brim niðurfyri, men í ár hevur bólkurin so verið frammi aftur í.s.v. framførsluna av sjónleikinum Ragnarok, har Dánjal hevur komponerað tónleikin.


Fólk sum framføra nakað, ella sum á onkran hátt koma at standa alment fram, verða ofta mett av øðrum sum originalar, hvat heldur tú um hetta?

? Eg eri ofta bangin fyri at fólk gera sær tankar um meg, sum t.d. viðvíkjandi hesari samrøðuni. Hinegin eri eg sannførdur um, at um tær dámar væl at framføra nakað, so má man fylgja sínari sannføring, sjálvt um hetta aloftast viðførir kritik av ymsum slag.


Hvussu hevur tú tað sjálvur við kritikki?

? Eg eri ikki immunur yvir fyri kritikki, men royni at lurta efir tí, sum fólk hava at siga um meg, líkamikið um hetta er positivt ella negativt. Hinvegin kann eg gott gerast keddur, um so er at eg kenni meg niðursettan av órøttum.


Hvat heldur tú um gongdina innan føroyskan tónleik?

? Mær dámar væl at ein framgongd er at síggja, og serliga tað at føroysk orkestur nú komponera sjálvi, ístaðin fyri bara at herma eftir útlendskum bólkum. Hinvegin kundi eg væl ynskt, at tónleikurin varð stuðlaður meira.


Meinar tú við politiskt ella hvussu?

Bæði og. Eg haldi sjálvur at nógvur peningur hevði verið at vunnið, um nakað av stuðuli varð latið tónleikinum. Um vit skulu samanbera, so meti eg at føroyskur tónleikur er á minst líka høgum støði, sum fótbólturin í altjóða høpi, og øll vita at munur er á, hvussu nógvan stuðul hesi bæði ítriv fáa. Hinvegin er heldur ikki altíð, at tey tiltøk, sum eru, eru fyrireikað nóg væl. T.d. Prix Føroyar, sum annars er eitt fínt tiltak, men har suverenu vinnararnir úr Taxi, so at siga vórðu sleptir upp á fjall, tá teir sum høvuðsvinning sluppu út um landoddarnar at spæla.


Hvar metir tú at politikararnir kundu stuðla?

? Bæði í samband við marknaðarføring uttanlands og í.s.v. upptøku. Sum dømi kann nevndast at vit í Føroyum í dag bert hava eitt aktivt studio, orsakað av at tað ikki loysir seg at hava studio. Varð t.d. stuðul latin í.s.v. keyp av útgerð, hevði nógv verið vunnið á hesum øki. Størsti trupulleikin er ivaleyst, at fólk so at siga meta tónleikin sum eina tænastu, sum verður latin fólki av berum áhuga.


At enda, hvørjar framtíðarætlanir hevur tú?

? Sum so er einki lagt til rættis. Dreymurin er at kunna lesa musikk á onkrum skúla uttanlanda, men sum sagt er einki fastlagt. T.d. kundi eg eisini hugsað mær at lisið teologi.


SVARA SO!


Navn: Dánjal Dam á Neystabø


Førddur: 6. juni 1979


Giftur: Nei


Fyrimynd: Keith Jarret/Michael Jackson


Besti persónligi eginleiki: Spyr tey sum kenna meg


Størsti veikleiki: Illsintur


Besti matur: Lambskjøt við skornum eplum


Besti drykkur: Sisu


Best í sjónvarpinum: Simpsons


Frítíðarítriv: Tónleikur, sjónleikur, ítróttur og fisking


Størsta uppliving: At verða gripin av einum serligum stemningi, soleiðis at tónleikurin fer at svinga innan í tær sjálvum, tá tú spælir


Størsta vónbrot: Tá vit í unglingadeildini førdu 3-0 móti HB, men at enda taptu við brotssparkskapping í semifinaluni.


Størsta ynski: At kunna svara: ?Spæli tónleik?, tá fólk spyrja meg um arbeiðið hjá mær.