Náttarravnarnir: Positivar royndir

Tíðindaskriv frá náttarravnunum

Nú eru vit 72 náttarravnar; tó er ymiskt, hvussu virkin hesi eru. Vit hava sum mál at gerast so nógvir virknir ravnar, at vit kunnu nøkta tørvin við at limirnir ganga ein túr fyri hvørt tveir mánaða skeið. Flestu ravnarnir eru fók, sum hava tannáringar, men eisini fleiri onnur eru: ommur, abbar og so nøkur, sum bara gjarna vilja stuðla teimum ungu. Einasta treyt fyri at blíva limur í Náttarravnunum er, at tú er ein ábyrgdarfullur vaksin (yvir 20 ár). Fyri at sleppa at ganga skipaðar túrar í okkara jakkum er eisini neyðugt, at tú hevur ein hugburð sum samansjóðar við okkara felagshugburð (sí faktarútarnar). Vit heita á øll foreldur, sum hava børn í tannárunum, og annars øll vaksin, um at koma við í tiltakið. Byrðan verður lættari at bera, jú fleiri vit eru. Ringið til onkran av nevndarlimunum, so eru tit við. Einki limagjald er. Tey sum hava roynt at gingið eina nátt sum náttarravnar siga, at tað er eitt stak positivt upplivilsi og als einki at ræðast ella halda verða ov tungt.
Høvuðsendamálið við Náttarravnunum er verða úti millum børn og ung, eftir tí lokala tørvinum, fyri at vísa ábyrgd og umsorgan og á tann hátt óbeinleiðis fyribyrgja harðskapi og herverk. Í hesum er ein grundleggjandi tanki, at ættarliðini eiga at verða saman. Tað er ikki rætt, um bert ung í hópatali eru saman; tey hava tørv á tryggleikanum við at ábyrgdarfull vaksin eru nær. Royndirnar frá fleiri skandinaviskum býum, sum hava náttarravnafeløg, er at harðskapur og herverk minka við einari helvt.
Eitt sum sermerkir Náttarravnarnar er, at vit vilja megna okkara virksemi við sjálvboðnari hjálp og vit vilja ikki tyngja teir almennu kassarnar. Náttarravnarnir ganga sjálvboðnir og uttan samsýning, og okkara útreiðslur verða goldnar av okkara sponsorum, sum í stóran mun eru fyritøkur og stovnar í býnum. Higartil hava hesi stuðlað okkara virksemi: Býráðið stuðlar við at gjalda fyri okkara leigaðu høli, Losjan stuðlar við sámuligari leigu, Lions stuðlar við fartelefonum og skrivstovuútgerð, Tryggingarsambandið Føroyar við jakkum, Føroya Tele við talutíðarkortum, P/F Pól Hansen við karamellum og hítum, P/F Pól Mikkelsen við kaffi, SpF Viggo Kjeld við ábiti, P/F Frants Restorff og P/F hjá Gunnleivi við breyð og viðskera, Frank Jacobsen við heimasíðugerð, P/F Formula Føroyar við pappíri. Stuðlað við pengum hava Føroya Sparikassi og P/F Farpack. Vit takka okkara sponsorum fyri samstarvinum til frama fyri okkara ungu og okkara býi.
Okkara royndir higartil eru sera positivar. Tey ungu hava tikið ógvuliga væl ímóti okkum og vit hava mong dømi um at vit hava veitt hjálp á ymsan hátt. Um harðskapurin og herverki er minkað í býnum, er kanska ov tíðliga at siga, og eisni er tað helst onkur annar sum skal úttala seg um tað. Vit kunnu tó nevna at vit fleiri ferð hava steðgað bardøgum, hava hjálpt fólkið á sjúkrahús o.l. Vit vilja her takkað løgregluni fyri sera gott samstarv; teir hava altíð verið góðir at heita á og verið skjótir uppá pláss tá vit hava heitt á teir.

Fakta um Náttarravnarnar:

Náttarravnarnir í Tórshavnar kommunu, varð stovnað 14. november 2001. Felagið hevur sostatt verið virkið nú í slakar fýra mánaðir.
Nátarravnar hava verið úti hvørja fríggja- og leygarnátt síðani stovnanina. Eisini hava teir verið úti nakrar aðrar nætur um jólini og trettundahalgina. Tá tiltøk eru, sum nógv ung fara til, t.d. dansur og konsertir, eru altíð seks náttarravnar í tveimum bólkum úti. Onnur kvøld er ein bólkur við trimum ravnum á gøtuni