Einmansherurin við blýantinum

Hann tekur tað fegin á seg at vera klovnurin, sum prikar hol á tað uppblásta, so tað verður pláss fyri okkum øllum aftur. Sjálvur heldur Óli P., at vit neyvan hava havt meir brúk fyri satiriska broddinum enn beint nú. Og enn hevur hann ongar ætlanir um at gevast at hvessa sær blýantin

- Fyri ein blaðteknara er Føroyar eitt vælsignað land at búgva í. Her hendir alla tíðina okkurt, tú ikki kanst annað enn at undra teg stórliga yvir. Í so máta eri eg sera heppin, tí evnini at undrast tykjast tíbetur ikki at hava nakað við aldurin at gera, sigur skemtarin, viðmerkjarin og blaðteknarin, Óli P., nú hann skjótt rundar tey sjeyti.
Nei, aldurin tykist ikki at tyngja Óla stórvegis, og spurdur, hvussu tað kennist at koma so langt upp í árini, sær Óli eitt syndur spyrjandi út
- Satt at siga veit eg ikki. Eg burdi vist verið tigandi, álvarsamur og vísur nú, men eg eri alt ov barnsligur. So tað tú sært, er bara snýt, eitt gamalt hylki við einum smádrongi innaní.
Tíðin rópar á satiru
Ein einmansherur, hevur fyrrverandi bankastjórin, Jørn Astrup Hansen, kallað Óla P., í tí hann sipaði til tekningarnar, sum eftir hansara tykki listarliga eru í serflokki. Dygdirnar heldur Óli, at onnur betri kunnu meta um, men hatta við einmansherinum kennir hann seg aftur í
- Sum blaðteknara kennir tú teg rættiliga einsamallan í Føroyum. Í grundini undrar tað meg, at vit eru so fáir, tí fyri mær tykist tað sum, at tíðin rópar eftir satiru. Vit síggja eisini, hvussu væl umtóktir Pipar og Salt eru. Teir duga nettupp hatta at punktera tað uppblásta á ein sofistikeraðan máta, sum jú er tað, sum eyðkennir góða satiru.
Við tað uppblásta meinar Óli ikki bara politikarar, sum taka seg sjálvar í so hátíðarliga. Serliga hesi seinnu árini hevur Óli undrast yvir, at alt er vorðið so mega feitt ella kanón gott. Eitt er, at tað ikki kann passa, at vit eru so framúr góð. Tað er eisini tíð uppá at vera á varðhaldi, tá øll knappliga eru vorðin so sára samd, tí tað merkir sum oftast, at vit hava mist nuansurnar úr eygsjón
- So øvut tað ljóðar, er ein tann týdningarmesta uppgávan hjá einføldu blaðtekningini at fáa nuansurnar inn aftur í kjakið, uttan at fólk skulu verða noydd at draga seg ígjøgnum langar kronikkir hvørja ferð.
Ikki tí, drúgvar kronikkir skulu sjálvandi eisini til, slær Óli fast. Men tað týdningarmikla samfelagskjakið uppstendur líka ofta í egningarskúrinum, í kantinuni, umborð á ferjuni ella hvar fólk nú einaferð hittast.
Fegni klovnurin
Sum tey flestu ivaleyst hava varnast, er tað júst, har fólk hittast í gerandisdegnum, at tað ikki so sjáldan er dagsins tekning hjá Óla P., sum fær ferð á kjakið.
- Tað gleðir meg at hoyra, tí so er mítt endamál rokkið. Mín tekning hevur onki lív, fyrr enn hon fær eina reaktión. Tað er hetta serliga samspælið millum hendingina, sum tekningin sipar til og tann, sum sær hana, sum gevur blaðtekningini sín leiklut. Øll duga og hava tíð at kveita at eini tekning. Og tey flestu fylgja so mikið við, at tey vita, hvat hon snýr seg um. Men tað allar týdningarmesta er nokk, at humorin í henni gevur pláss fyri, at øll kunnu sleppa framat við eini viðmerking til tað, tekningin sipar til.
Óli minnir á, at vilt tú drepa alt kjak, skal tú bara fáa sannført fólk um, at tey ikki hava skil fyri at siga sína hugsan um eitthvørt. Og hetta heldur hann er eydnast í so væl í nógvum førum. Úrslitið er, at fólk í ólukkumát ganga við eini undirlutakenslu, sum ger, at tey ikki tora at finnast at tíansheldur blanda seg uppí nakað sum helst
- Við mínum tekningum taki eg tað heldur enn fegin á meg at verða klovnurin, sum prikar hol á arrogansuna, so tað verður pláss fyri okkum øllum aftur. Eg kenni tað frá mær sjálvum við tí, sum er hent við tí føroyska málinum. Har føli eg tað, sum at onkur tók málið frá mær, og tá eg fekk tað aftur, høvdu orðini broytt týdning. Tað eru so nógv dømi efturhondini. Eitt nú fái eg knappliga at vita, at tað, sum fyrr æt positivur nú eitur jaligur. Javell, so siga vit tað. Men tað má so merkja, at onkur nú kann vera HIV-jaligur, gangi eg út frá.
- Nú ljóði eg sikkurt sum eitt gamalt grenj. Men gott er, tá man skjótt fyllir 70, má man sleppa at grenja eitt sindur.
Tekningin, ið manglar
Nú heilar hálvtriðjatúsund tekningar hjá Óla P. eru givnar út í bók, er tað freistandi at spyrja, um nakað evni er eftir, Óli P. ikki hevur havt blýantin í  okkurt hann kanska ikki rættiliga hevur hættað sær í holt við.
- Tú meinar evni, eg havi malið um, sum ketta um heitan greyt? Jú, meir enn so. Men tað kemst ikki so nógv av, at evnið í sær sjálvum er ov trupult. Í prinsippinum kant tú tekna alt. Tað, sum er umráðandi, er at finna ein hóskandi vinkul, so tekningin kann verða eitt íkast, sum hevur okkurt meir uppá hjarta. Annars er ongin orsøk at tekna hana.
- Skal eg nevna eitt dømi, má tað verða søgan um Lítla Petur. Tann støðan er ómetaliga ólukkulig, og tað eru ikki míni ørindi at gera viðmerkingar til hana. Men mátin, hon hevur verið førd fram í fjølmiðlunum hevur leingið órógvað meg, og átti fyri langari tíð síðani at fingið onkra sjálvkritiska klokku at ringt. Tað vandamikla við slíkum søgum, sum so at siga eru farnar at liva sítt egna fjølmiðlalív, er, at ongin setur spurnartekin við tær longur. Tað ger tað ikki minni átroðkandi at finna ein nýggjan vinkul, men tá kann tað vera nærum ógjørligt at raka á ein hátt, so fólk rakna við.
Persónliga fingramerkið
Men ber tað yvirhøvur til at fáa fólk at rakna við av eini tekning longur? Teldutøknin og ógvusligi tíðindafloymurin hevur jú langt síðani gjørt skakandi myndatilfar til ein part av okkara gerandisdegi
- Nettupp, og tí hevur tað ongantíð verið meir brúk fyri persónligu viðmerkingini. Mongdin av upplýsingum ger ikki fólk klókari, um øll bara siga tað sama, ella kappast um, hvør kann sjokera mest. Tað verða fólk bara dul av til endan. Tað skal eitt øðrvísi bit til, og har meini eg veruliga, at tann satiriska blaðtekningin hevur ein serstakan eginleika at snara tingunum so mikið, at fólk fara at hugsa øðrvísi, kanska heilt av nýggjum, sigur Óli.
At tað ber til, hava júst tekning­­arnar hjá Óla sjálvum prógvað best. Stutt eftir at Óli var byrjaður sum blaðteknari á Sosialinum, tók stóra kreppan fyrst í nítiárunum dik á seg. Búskaparligu hóttaføllini lúrdu á hvørjum horni, og døpru søgurnar í fjølmiðlunum tóktust ongan enda at fáa.
- Kreppan gjørdist ironiskt nokk mítt hepni. Samstundis sum skipasmiðjan, har eg starvaðist, lat aftur, lat Sosialurin upp fyri stóru avbjóðingini hjá mær sum blaðteknara. Stemningurin millum fólk var næstan ikki til at halda út. Alt var svart/hvítt  fyri tað mesta bara kolasvart, og tað sá veruliga ikki út til at vera nakað eftir at flenna eftir. So eg leyp bara út í tað við eitt sindur av enn svartari humor, sum eg billi mær inn loysti eitt sindur upp á onkran hátt.
Óli ásannar, at beint nú sær framtíðin hjá blaðtekningini ikki so bjørt út. Nógv bendir á, at blaðteknarar eru eitt tað fyrsta, sum verður spart burtur á eitt nú donsku bløðunum, sum heldur velja at brúka myndir og grafikk av ymsum slagi. Sjálvur trýr Óli allíkavæl, at tað væl kann hugsast, at blaðtekningin fær eina renesansu um ikki so langa tíð. Á øllum øðrum økjum síggja vit, at fólk leita aftur til tað sermerkta, tað sum víkir frá, og hetta væntar Óli eisini kann koma blaðtekningini til góðar.
Spurdur, hvørji góð ráð hann hevur at geva einum møguligum ungum blaðteknara, ivast Óli ikki.
- Fylg væl við og tak ímóti øllum hugskotum, men kopiera ongantíð. Onkursvegna má ein blaðteknari altíð gera hugskotið til sítt egna, seta sítt persónliga fingramerki á tað, tí tað er har frá, allar komandi tekningar skulu koma. Megnar hann ikki tað, er best at gevast, meðan tíð er.