Í Amnesty Føroyum heita vit á løgtingslimir um at samtykkja uppskotið, tí tað er alneyðugt, at lóggávan á økinum verður dagførd. Verandi lóggáva livir ikki upp til altjóða mannarættindalóg, hon er ógreið og ótíðarhóskandi. Eisini setur hon kvinnur í ótryggar støður, sum í versta føri kunnu gerast vandamiklar.
Lógir forða ikki abortum
At vera fyri ella ímóti abort er ein persónligur spurningur, og tíbetur hava vit øll rætt til at hava okkara egnu meining. Men tá ið politikarar, ið eru ímóti abort, við avmarkandi lógum royna at forða fyri, at abortir verða framdar, førur tað harafturímóti við sær, at umstøðurnar hjá kvinnum at taka abort gerast ótryggar.
Seinastu árini hava vit fingið eitt innlit í ein áður fjaldan veruleika, tí djarvar kvinnur hava bart ímóti skommini og tøgnini, ið vóru knýtt at abortum. Vit hava m.a. hoyrt kvinnur greiða frá, at tær hava kent seg noyddar at lúgva um heilsustøðuna fyri at fáa abort í Føroyum, og at aðrar hava verið noyddar uttanlands at taka abort. Kanning hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi vísir, at 42% av kvinnunum, ið luttóku í kanningini, vistu um aðra kvinnu, sum var farin til Danmarkar at taka abort.
##med2##
Atkvøðan snýr seg ikki um at vera fyri ella ímóti
Góðu løgtinslimir, tit mugu síggja veruleikan, sum hann er: Sama, hvat lógin sigur og sama, hvat løgtingslimir halda, so hava kvinnur framvegis eitt ynski um abort og royna framvegis at taka abort. Tí lóggávan hevur einans ávirkan á, hvørt vit tryggja kvinnum tryggar ella ótryggar abortir.
Tað er nú, at tit hava møguleikan at broyta órættvísið, ótryggleikan og mannarættindabrotini, sum verandi abortlóggáva viðførir. Tað er nú, tit hava møguleika at vísa kropsliga sjálvræðinum hjá kvinnum virðing, og taka eitt stórt fet kvinnurættindum í Føroyum at frama.
Atkvøðan í morgin kemur í síðsta enda ikki at snúgva seg um at vera fyri ella ímóti abort, men harafturímóti kemur hon at snúgva seg um tær umstøður, sum kvinnur í Føroyum framyvir taka abort undir.
##med3##













