Heimurin broytist, og tað ger leiklutur Føroya á altjóða pallinum eisini, har roynt verður at flyta landið frá at vera geostrategisk finna til geopolitiskan aktør, hetta skrivar Fróðskaparsetur Føroya.
Hallbera Fríða West og Petra Mathilde Jørs hava ritstjórnað hesa serúgávuna í tíðarritinum Økonomi & Politik um Føroyar og umheimin. Hallbera Fríða West hevur eisini sjálv eina grein í ritinum, sum eitur Fordelingspolitiske dilemmaer samt institutionelle mangler i færøsk udenrigspolitik.
Fýra granskarar á Fróðskaparsetri Føroya hava latið tríggjar greinar til tíðarritið, sum fevnir um átta greinar í alt.
Tór Marni Weihe, ph.d.-lesandi og Heini í Skorini, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini hava skrivað greinina "Færøerne mellem Rusland og Vesten: En mikro-nations balancegang mellem økonomiske og sikkerhedspolitiske interesser". Ragnheiður Bogadóttir, sum er lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, skrivar um "Selvbestemmelse og afhængighed i et miljøpolitisk perspektiv", og Firouz Gaini, professari á Søgu- og samfelagsdeildini hevur skrivað greinina "Tro, håb og udenrigspolitik: Antropologiske perspektiver på forholdet mellem religion og politik på Færøerne".
Dansk Institut for Internationale Studier skipar 9. desember fyri útgávutiltaki á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, har Petra Mathilde Jørs, sum er ph.d.-lesandi á DIIS, og Hallbera Fríða West, ph.d. og postdoc á Universitetinum í Agder, leggja fram.
Lesið evnisritið Færøernes rolle i verden her.











