Eini sms boð klikka inn á fartelefonina: ’rt 2?'
Tú starir undrandi at boðunum eina góða løtu, men fært onga hóming av, hvat viðkomandi vil tær. Fyri tey flestu omanfyri 25 ár er sms málið hjá teimum ungu nevniliga framvegis óskiljandi, hóast tey hava brúkt tað í nøkur ár eftirhondini.
Nøkur hundrað orð
Júst hetta, at sms, slang og chat mál tykist loyniligt fyri tey flestu, hevur givið fimm ungfólkum í HT1 á Tekniska Skúla í Klaksvík hugskotið til spildurnýggju orðabókina Hvista. Orðið ”Hvista” merkir millum annað at skunda sær, og er tað nakað, sum eyðkennir samskiftið millum tey ungu og orðini í bókini, er tað, at tað skal ganga skjótt fyri seg.
Við í bókini eru frágreiðingar til nøkur hundrað slangorð og styttingar við dømum um, hvussu hesi verða brúkt. Kennir tú bara vanliga orðið, men hevur brúk fyri styttu ella slang útgávuni av tí, ber eisini til at sláa upp øvutan veg. Slært tú til dømis upp undir orðið ’biltúr’ fært tú orðingina ’at sleisa’.
- Tankin við bókini er ikki, at seta slangmál í staðin fyri vanligt mál. Vit hava heldur hugsað, at hetta kann geva øllum innlit í hetta eitt sindur løgna málið, so gjógvin millum málið hjá teimum ungu og teimum eldru ikki virkar so stór, sigur 18 ára gamli Agnar F. Joensen, ið virkar sum stjóri í Hvista Í/F, sum ger bókina. Virkið er sett á stovn í sambandi við verkætlanina Ungt Virkið, ið er ein kapping millum flokkar á miðnámsskúlum.
Nýt hugflogið
Tað er ikki bara innihaldið í nýggju orðabokin, ið er øðrvísi. Eisini tá tú brúkar bókina verður tú noyddur at hugsa eitt sindur annarleiðis og nýta hugflogið. 17 ára gamla Herborg Hansen, ið er markanaðarleiðari á virkinum, er fús at geva nøkur tipp til, hvussu bókin skal brúkast.
- Slært tú upp undir slangorðunum, nyttar tað fyri tað fyrsta onki at leita sambært vanligari stavseting, tí orðini eru jú stavað skeivt við vilja. Orðini eru stavað, sum tey verða úttalað, so tað besta er, at siga tey hart, fyri at skilja tey – og ofta eisini á enskum, sigur Herborg.
Sum dømi nevnir hon setningin ’rt 2?’ Sigur tú stavirnar hart og úttalar 2 talið á enskum, sigur tað seg mestsum sjálvt, at hann stutt og greitt merkir: ”Hvar ert tú?”, heldur Herborg. Við eitt sindur av hugflogi, lærir tú tað skjótt, lovar Herborg.
Ikki støvut orðabók
Lilja Thorsteinsson, ið hevur sniðgivið bókina, minnir á, at Hvista er ein hondbók, heldur enn ein orðabók.
- Orðabøkur virka ofta so ræstar og støvutar, og tað er Hvista netupp ikki. Vit hava gjørt nógv burturúr litum og tekningum, so hon ikki sær út sum ein vanlig orðabók. Eisini hevur hon bleyta permu og er so mikið lítil, at tú lætt kanst hava hana í lummanum, so tú skjótt kanst taka hana fram, sigur Lilja.
Lilja er annars í ferð við at sniðgeva ein lítlan maskott til bókina. Hetta er ein lítil trídimensjonalur figurur, ið skal standa í einum horni á síðunum. Í løtuni arbeiðir Lilja við hugskotinum um, at maskotturin sleppur at endurgeva ymisk gomul føroysk orðatøk.
- Tað er jú ikki vist, at tey ungu hava líka nógv kjekk á gomlum orðatøkum, sum tey hava á slang og styttingum. Tí er tað nokk ikki so býtt at hava ein maskott, sum minnir á gamlar føroyskar máliskur, heldur Lilja.
Munur á slang og stíli
Ein trupulleiki við at gera eina slíka bók er, at tað allatíðina koma nýggj slangorð og nýggjar styttingar. Tí eru tey á Hvista sinnaði at taka ímóti nýggjum orðum líka til beint áðrenn bókin fer til prentingar. Orðini, tey higartil hava við, hava tey millum annað fingið frá skúlaflokkum kring landið. - Vit hava biðið flokkar á flestu skúlunum sent okkum listar yvir slang og styttingar, tey vanliga brúka, tá tey sms’a, chatta. Tey hava eisini havt møguleika at finna uppá nýggj orð, sum kanska koma við í bókina, sigur Hermann Mørkøre, ið er fíggjarstjóri í Hvista Í/F.
Flestu skúlar hava tikið væl ímóti áheitanini, men onkur læarari hevur ikki verið serliga væl við uppá hugskotið. Tey fimm aftanfyri hugskotið skilja ikki rættiliga, um onkur kanska er bangin fyri, at ein slík bók fer at fáa eina keðiliga ávirkan á skrivaða málið hjá næmingunum og teimum ungu. Tey minna á, at eftirhondini eru tað fleiri kanningar, sum vísa, at nýtslan av sms- og chatmáli onga ávirkan hevur á, hvussu væl ella illa ung annars duga at málbera seg skrivliga.
- Tá tú skrivar stíl í skúlanum, veist tú, at ávísar treytir eru galdandi. Skrivar tú eitt sms, eru aðrar treytir galdandi. Eg kenni ongan á mínum aldri, sum ikki dugir at skyna ímillum, nær man skrivar eitt sms ella ein stíl. Faktiskt eru tey ungu rættiliga tilvitað um at laga málið eftir teimum, tey samskifta við, sigur Agnar.
Prentað í Danmark
Um smáar tvær vikur fer Hvista til prentingar, og síðani fara høvundarnir at brúka orkuna uppá millum annað marknaðarføring og endaligu framløguna í SMS um miðjan mars mánað.
Endamálið við verkætlanini er, at næmingar á miðnámsskúlum skulu læra ella fáa innlit í, hvussu tað er, at seta sítt egna virki á stovn í veruleikanum. Tað vil siga, at tað til dømis ikki er nokk hjá teimum í Hvista at leggja eina fíggjarætlan, og so vóna, at hon heldur. Tað er eitt krav, at tey megna at savnað tær 10.000 krónurnar, ið verkætlanin kann kosta.
Spurd, hvat hevur verið mest strævið við at seta á stovn sítt egna virkið, eru tey fimm rættiliga samd.
- Tað er at bíða eftir svarið uppá til dømis umsóknir um stuðul. Nógvar stórar fyritøkur viðgera allar slíkar umsókir eina ferð um mánaðin, og tað er ikki víst, at tú hevur tíð at bíða, tí tú mást sleppa víðari við verkætlanini, siga tey.
Annars undra tey seg yvir, at tað er so dýrt at prenta bøkur í Føroyum. Tað er eisini orsøkin til, at tey valdu at lata bókina prenta í Danmark. Tað var einasti møguleiki, um fíggjarætlanin yvirhøvur skuldi kunna hanga saman, siga tey.
FAKTA
Navnið ”Hvista”
Hóast innihaldið í nýggju slang hondbókini í allar mátar er nýtt og øðrvísi, hava tey ungu funnið navnið til hana í Móðurmálsorðabókini. Har hava tey fingið íblástur frá góða gamla sagnorðinum ’at hvista’:
Hvista: skunda sær, kvika sær; hvista niðan brekkurnar, tjøldrini hvistaðu aftur og fram
Ungt Virkið
Ungt virkið er kapping millum næmingar á Tekniska Skúla í Klaksvík, Handilsskúlanum í Havn og Handilsskúlanum á Kambsdali. Næmingarnir skulu byrja sítt egna virki undir somu treytum sum, sum virkir vanliga verða stovnaði og eisini framleiða eina vøru, sum virkið kann selja.
Tey ymsu virkini sýna vørunar frá í SMS um miðjan mars mánað. Har hava virkini hvør sín bás, har tey skulu greiða frá og selja sína vøru.
Áðrenn framløguna hava virkini latið dómararnum eina virkisætlan. Grundarlagið fyri dømingini er hendan virkisætlan, sjálvur básurin, framløgan og ein samrøða við dómararnar. Vinningurin er luttøka í kppingini Ung Virksomhed í Danmark seinni í ár. Har er vinningurin luttøka í eni evropeiskari kapping, sum Young Enterprise skipar fyri. Besta virkið har verður útnevnt Company of the Year.