Tað staðfestir Tórshavnar býráð, sum hevur viðgjørt málið um vantmangul á býráðsfundi.
Í málstilfarinum verður staðfest, at tað fær álvarsligar avleiðingar, tí tá fær stórur partur av Havnini einki vatn. Neyðugt er tí at kanna viðurskiftini kring vatnveitinga í Havn og meta um, í hvønn mun tað er neyðugt at gera tillagingar .
Í ár 2000 var byrgingin í Villingadali um at gerast tóm, hetta tí at turkur var í longri tíð.
Sannlíkindini fyri, at turkur sum tann í 2000 rakar aftur, eru rímiliga stór. Býurin er vaksin nógv síðani tá og væntast at vaksa uppaftur meira. Stórur partur av býnum fær einans vatn úr Villingadali.
Tí verður mælt til at kanna møguleikarnar fyri at økja um kapasitetin av byrgingini í Villingadali, so sleppast kann undan vatntroti.
Avleiðingarnar av eini tómari vatngoymslu í Villingadali eru sera álvarsamar. Trupulleikarnir fyri bæði húsarhald, vinnufyritøkur og almennar stovnar gerast ovurstórir. Tí er neyðugt taka málið upp sum skjótast, stendur í málstilfarinum til býráðsfundin hóskvøldið.
Tekniski stjórin og leiðarin á Vatndeildini mæla býráðnum til at:
- at heimilað verður umsitingini at heinta sær uttanhýsis ráðgeving viðvíkjandi kanningum av loysnum til at økja vatngoymsluna, herundir umhvørvisatlit, í Villingadali.
- at játtaðar vera kr. 600.000 til endamálið.
- at málið verður beint í Býráðið umvegis Fíggjarnevndina.
Tekniska nevnd samtykti 5. mai at taka undir við tilmælinum.
Fíggjarnevndin 14. mai 2025: Ein meiriluti, Elsa Berg, Høgni Vilhelmsen, Kristianna Winther Poulsen og Guttormur í Skála, tekur undir við tilmælinum frá teknisku nevnd og beinir málið í býráðið.
Ein minniluti, Tróndur Sigurðsson, mælir til at peningurin heldur verður brúktur til at bora egna hol í undirgrundina soleiðis at meira vatn kemur í byrgingina, vísandi til at nógv vatn er í økinum.
Á býráðsfundi hóskvøldið varð einmælt samtykt at taka undir við tilmælinum frá meirilutanum í fíggjarnevndini.