3. deild: Nú fer kappingin at líkjast sær sjálvari

Fótbóltur: Sandoyingar eru steðgaðir upp, og gøtumenn og toftamenn toga seg upp eftir støðutalvuni

Tað mundi neyvan kennast sum plástur á sári hjá teimum vónbrotnu í B36, tá næstbesta liðið hjá teimum hølvaði teir triðju bestu hjá HB av aftaná at besta liðið hjá B36 hevði mist tað á gólvið, sum tóktist skula vera ein tryggur sigur.

Men tað er ein veruleiki, at næstbesta liðið hjá B36 við fullari ferð er á veg aftur í næstbestu deildina, og um gongdin verður, sum hon hevur verið fyrsta triðingin av kappingini, og tað vil fyrst og fremst siga, um spælararnir í B36 megna at halda dampinum uppi, samstundis sum hini liðini taka stig frá hvørjum øðrum, so ber til at ímynda sær, at uppflytingin verður veruleiki, áðrenn august mánaður verður liðugur.

Og tað er eisini ein veruleiki, at HB framvegis heldur plássið sum botnproppur ? ein støða sum teir í felagnum neyvan eru fegnir um, men sum tað tykist vera torført at fáa fólk til at arbeiða seg burturúr.

Toftamenn stóðu seg einki serligt fyrstu umførini, men nú tykist glið vera komin á, og teir áttu at havt fólk til at hildið seg upp móti uppflytingarstrikuni. At teir triðju bestu í Gøtu eru væl við boðar frá stóra áhuganum fyri fótbólti í ikki serliga stóru kommununi.


VB-B68 3-4 (1-3)

Toftamenn vunnu báðar dystirnar á Vágseiði, og tað var bara eftir einari lítlari løtu, at teir avgjørdu. Tá 23 minuttir vóru farnir skoraði unglingspælarin Kristian Poulsen ? fyrstu umførini var hann ikki fastur maður á liðnum, men nú hevur hann spælt fleiri ferðir, og hesa ferð skoraði hann tvey mál ? tveir minuttir seinni økti Aksel Højgaard, og á hálva tímanum økti Rógvi Fossdalsá.

Vágbingar minkaðu um munin til 3-2 við málum eftir 38 og 62 minuttir, men so var tað at Kristian Poulsen slerdi til aftur. John Eystberg, sum tykist vera gliðin úr 1. deildar hópinum, minkaði um munin, men tá vóru bara tveir minuttir eftir.


HB-B36 1-7 (0-1)

Meðan B36 hevur samanspælt lið skiftir HB nógv fólk hvørja viku. Hesa ferð megnaðu teir at halda tørn í 43 minuttir, og tá teir fýra minuttir eftir hvíldina svaraðu aftur, stóð javnt til tað restaði ein hálvur tími. Men so skrædnaði, og málini skolaðu ígjøgnum.

Sigfríður Clementsen stórtrevist móti gamla felagnum hjá sær, og Bárður Olsen vísir ferð eftir ferð, at máltevið, sum hann plagdi at vísa í yngru deildunum, framvegis er har. Tað kundi hent, at okkurt annað felag fekk eyguni upp fyri hesum!


GÍ-TB 3-2 (0-2)

Størsta sensatiónin í hesum umfarinum lurdi í Sarpigerði. Tvey kend fótbóltsnøvn á Tvøroyri skoraðu í 1. hálvleiki, og inn í miðjan 2. hálvleik megnaði TB at verja leiðsluna.

Eyðun Gullok Svalbard, sum í løtuni ikki hevur pláss á besta liðnum hjá TB, setti hol á, tá 35 minuttir vóru farnir, og Oluf Mortensen, sum hevur spælt millum lítið og einki síðani hann fekk stóran snudd í andlitið, økti í síðsta álopinum fyri hálvleik.

Í 2. hálvleiki varð Gullok skiftur út, og í Gøtu skemta teir sær við, at tað var tá venjarin hjá teimum, Jóannes Mikkelsen, setti seg sjálvan inn, at tað kom ferð á. GÍ minkaði um munin eftir 65 minuttir ? tveir minuttir eftir at venjarin var komin á vøllin ? teir javnaðu eftir 69 minuttir, og sigursmálið fekk toppskjúttin hjá teimum, Heini Heinason, tá 73 minuttir vóru farnir.


KÍ-FS Vágar 6-1 (1-1)

Tað plagar ikki at skerast nakað serligt hjá KÍ í landskappingardystum á norðoyastevnu. Men soleiðis var ikki hesa ferð. Í dýrdarveðri vann 2. deild leygardagin, og sunnudagin vunnu fyrst 1. deild og so 3. deild.

Á liðnum hjá KÍ var nógv nýtt fólk, m.a. Eyðun Kjølbro, sum ikki hevur gjørt serliga nógv við fótbólt tey seinnu árini, var á miðvøllinum, og hann setti hol á málskjótingina, tá 19 minuttir vóru farnir. Vágamenn svaraðu aftur eftir 31 minuttir, og tað tóktist vera púra opið, tá farið varð undir seinna umfarið.

KÍ skoraði bæði eftir 53 og 55 minuttir ? hetta seinna málið var eitt fínt fríspark frá Pæturi við Keldu ? og so var útselt hjá vágamonnum.

Meinhard Joensen var í málinum hjá KÍ, og onkur vildi vera við, at hann skoraði síðsta málið við longum útsparki, men á dómaraseðlinum stendur, at Allan Poulsen var tann síðsti, sum nart bóltinum.


B71-ÍF 2-3 (0-0)

Tað var eitt sindur órudduligt, og einki mál kom fyrra umfarið. Í 2. hálvleiki kom fyrsta málið eftir 55 minuttir. Jákup Helgi Egholm var fyrri á innlegginum úr høgru enn málverjin, og so var lag á manni at stúta í tóma málið.

Høgni á Lakjuni snittaði við høvdinum til 2-0, tá hann vann stríðið við málverjan um langan bólt fram eftir miðleingjuni. Tá vóru 64 minuttir farnir. Ungi Kristoffur Vidtfelt skoraði fyri fyrstu ferð í 3. deild, tá 70 minuttir vóru farnir. Sandoyingar royndu at javna, men í staðin var Høgni á Lakjuni aftur uppá spæl, tá tað restaðu tíggju minuttir. Fýra minuttir restaðu, tá B71 minkaði um munin til 3-2, teir royndu at leggja trýst á, men gestirnir riðu stormin av og skundaðu sær norður til Skopunar fyri at sleppa við bátinum.


Úrslit:

VB-B68 3-4 (1-3)

0-1: Kristian Poulsen

0-2: Aksel Højgaard

0-3: Rógvi Fossdalsá

1-3: Hans Jákup Hjelm

2-3: Birgir Nielsen

2-4: Kristian Poulsen

3-4: John Eystberg


HB-B36 1-7 (0-1)

0-1: Sigfríður Clementsen

1-1: Kristian Jensen

1-2: Gunnar Nielsen

1-3: Bárður Olsen

1-4: Sigfríður Clementsen

1-5: Sigfríður Clementsen

1-6: Bárður Olsen

1-7: Bárður Anthoniussen


GÍ-TB 3-2 (0-2)

0-1: Eyðun Gullok Svalbard

0-2: Oluf Mortensen

1-2: John Petersen

2-2: Hans Pauli Petersen

3-2: Heini Heinason


KÍ-FS Vágar 6-1 (1-1)

1-0: Eyðun Kjølbro

1-1: Robert Bernhardson

2-1: Jón Simonsen

3-1: Pætur við Keldu

4-1: Jón Simonsen

5-1: Oddmar Petersen

6-1: Allan Poulsen


B71-ÍF 2-3 (0-0)

0-1: Kristian Poulsen

0-2: Aksel Højgaard

0-3: Rógvi Fossdalsá

1-3: Hans Jákup Hjelm

2-3: Birgir Nielsen

2-4: Kristian Poulsen

3-4: John Eystberg


B366-6-0-030- 8 18

B716-4-0-229-14 12

GÍ5-3-1-126- 7 10

B686-3-1-215-11 10

KÍ6-3-0-327-31 9

ÍF6-2-1-319-19 7

VB6-2-1-315-23 7

FSV5-2-0-3 9-14 6

TB6-2-0-417-31 6

HB6-0-0-6 6-34 0


Málskjúttar

11 mál

Sørin Petersen, KÍ


9 mál

Heini Heinason, GÍ


8 mál

Bárður Olsen, B36


7 mál

Sigfríður Clementsen, B36


5 mál

Kristian Poulsen, B68

Jónsvein Thomsen, B71


4 mál

Gunnar Nielsen, B36

Símun Jensen, B71

Leivur Trondesen, B71

John Petersen, GÍ

Jóhannes Petersen, GÍ

Jákup Helgi Egholm, ÍF


3 mál

Bjarni Prior, B36

Rógvi Fossdalsá, B68

Antines Magnussen, B71

Bárður á Lakjuni, ÍF

Hjalgrím Elttør, KÍ

Júst Johannesen, TB

Eyðun Gullok Svalbard, TB

Mikael í Lágabø, VB

Bergur Winther, VB


2 mál

Jón Hardley, B36

Ragnar Poulsen, B36

Virgar Hentze, B71

Eyðfinn Fjalsbak, FSV

Birgir Joensen, FSV

Jan Jacobsen, GÍ

Tummas Magnussen, GÍ

Bárður Mikkelsen, HB

Ken Bærendsen, ÍF

Høgni á Lakjuni, ÍF

John Thomsen, ÍF

Gunnleivur Biskupsstøð, KÍ

Pætur við Keldu, KÍ

Rani Sigurðsson, KÍ

Jón Simonsen, KÍ

Hallur Christiansen, TB

Ragnar Nolsøe, TB

Egil Steintórsson, TB

Birgir Nielsen, VB


1 mál

Bárður Anthoniussen, B36

Regin Didriksen, B36

Hallur Johannesen, B36

Oddmar Andreasen, B68

Steinar Hansen, B68

Aksel Højgaard, B68

Mannbjørn Nesá, B68Hansmar Poulsen, B68

Ronnie Svalbard, B68

Janus Thomsen, B68

Róin Clementsen, B71

Martin Drangberg, B71

Símun Hansen, B71

Jóhannes Jensen, B71

Torbjørn Jensen, B71

Henrik Juul, B71

Páll á Reynatúgvu, B71

Mourits Viderø, B71

Robert Bernhardsson, FSV

Eyðfinn Davidsen, FSV

Sjúrður Ellefsen, FSV

Ingi Joensen, FSV

Sonni Johansen, FSV

Leivur Hansen, GÍ

Bogi Jacobsen, GÍ

Hans J. á Líknargøtu, GÍ

Hans Pauli Petersen, GÍ

Kristian Jensen, HB

Magni Hansen, HB

Marni Mortensen, HB

Egil Olson, HB

Jákup Baldvinsson, ÍF

Petur Larsen, ÍF

Hjalti Lundsbjerg, ÍF

Finn Baldvinsson, KÍ

Eyðun Kjølbro, KÍ

Niclas Niclassen, KÍ

Oddmar Petersen, KÍ

Allan Poulsen, KÍ

Jan Albinus, TB

Tórður Jacobsen, TB

Petur O. Joensen, TB

Oluf Mortensen, TB

Niels Gunnar Petersen, TB

Dan Djurhuus, VB

John Eystberg, VB

Elian Hansen, VB

Hans Jákup Hjelm, VB

Tom Villy Magnussen, VB

Bárður Nielsen, VB

Tummas Richard, VB

sjálvmál2