Leysatíðindi frá teimum kendu

Russel Crowe er byrjaður at ganga til undirvísing í boksing. Endamálið er ein nýggjur leiklutur í einum filmi, men man hann ikki eisini kunna brúka okkurt av tí, sum hann lærir har privat?

David Hasselhoff var herfyri við at koma heilt illa fyri. Saman við konu síni bleiv hann tveittur av motorsúkkluni. Men bæði sluppu tó við smærri snuddum.

Valentine´s Day gav Britney Spears øllum sínum vinum, sum hon vanliga fylgist við eina bróstpiercing. Men hon vildi tó ikki hava eina sjálv

Brad Pitt er bangin fyri yvirgangsmonnum. Hann er so bangin, at hann hevur noktað blankt at luttaka í upptøkum, sum vóru tilrættislagdar í Marokko

Lara Flynn Boyle er fullkomuliga býtt, tá tað kemur til tøkni. Hon hevur havt ein DVD spælara standandi í fleiri mánaðirnar, sum henni ikki hevur eydnast at fáa at virka

Jennifer Lopez fekk herfyri yvirtalað ein biograf í London at tveita allar kvinnurnar út úr damu-wc-inum, tí frúan vildi ikki pissa, meðan onnur vóru í sama rúmi

Christina Aguilera hevur trupulleikar við tí eina bróstinum eftir at ein nærgangandi persórnur, sum hon dansaði við kom til at bíta hana so hart, at blóðið fleyt frá piercingina

Onkur hevur stolið fartelefonina hjá Eminem. Trupulleikin er ikki telefonin, men øll telefon nummurni hjá nógvum kendum fólkum, sum hann hevði goymt inni á telefonini

Tom Cruise hevur ikki bara stóra ávirkan í Hollywood. Eisini í Ný Sælandi hoopa og leypa tey á leistum fyri manninum. Hann hevur frábiðið sær alla flúgving oman fyri húsinum, sum hann leigar á oynni, meðan hann arbeiðir við upptøkunum til filmin The Lats Samurai. Og tískil hava ný sælandsku myndugleikarnir sett flúgviforboð millum klokkan átta á morgni og til níggju á kvøldi í øllum økinum. So nú hevur Tom Cruise okkurt tilfelags við Saddam Hussein, sum eisini hevur eina no fly-zonu.

Matthew McConaughey deilir sína íbúð við einum 80 ára gomlum spøkilsi.
? Eg síggi hana so at siga hvørt kvøld, kanska tí eg altíð gangi runt nakin heima?.Kanska hann átti at vita, um tað ikki er hansara gamla grannakona, sum ikki hevur ein eykalykil.

Harrison Ford heldur sær væl. Hóast hann er 60 ár, so er hann framvegis ein flottur maður. Loynidómurin er, sigur hann, nógv vatn, svart kaffi og einar 200 búkvenjingar um dagin.

Drew Barrymore og Demi Moore eru nú bestu vinkonur, hóast tær ikki toldu hvørja aðra, meðan upptøkurnar til Charley´s Angels 2 vóru í gongd. Herfyri vórðu tær báðar sæddar á eini matstovu í Hollywood, har tær tvætlaðu og hyggeprátaðu sum tvær vanligar vinkonur.

Jennifer Love Hewitt hevur tað ikki so lætt fyri tíðina við kærleikanum. Hennara seinasti sjeikur, tann enski sjónleikarin Paul Nicholls rann skríggjandi burtur herfyri.
? Hon hekk stutt sagt uppi í mær allatíðina og fekk onnur at halda eyguni eftir mær, tá hon ikki kundi sjálv. Eg kendi meg sum ein fugl í einum búri. segði hann herfyri við ein vin, tá hann hevði gjørt tað liðugt við ta vøkru damuna úr Texas.

Madonna er ein av heimsins ríkastu stjørnum, men hon noktaði blankt at geva sínari barnagentu, sum er at heita á dag sum nátt, eina lønarhækking upp á 2.000 krónur um mánaðin. Hon fekk frammanundan bara 250.000 krónur um árið og gjørdi tí av at siga arbeiðið sítt hjá Madonnu upp.