Í gjár varð Løgtingið skipað, løgmaður valdur og landsstýrisfólk tilnevnd. Í hesum sambandi var móttøka í Tinganesi í gjár.
Í dag eru aftur móttøkur á skránna. Tað eru móttøkurnar í øllum teimum seks aðalráðunum.
Aðalstjórar bjóða vælkomin, fráfarandi og tilstundandi landsstýrisfólk siga nøkur orð og lata gávur.
Skráin er hendan:
09:00–09:50 Almanna- og bústaðamálaráðið (Undir Bryggjubakka 27)
10:00–10:50 Fíggjarmálaráðið (í Fíggjarmálaráðnum í Tinganesi)
11:00–11:50 Mentamálaráðið (Smæran)
12:00–12:50 Vinnumálaráðið (Kristnastova, Gongin 20)
13:00–13:50 Uttanríkis- og fiskimálaráðið (Loftsrúmið í Tinganesi)
14:00-14:50 Heilsu- og orkumálaráðið (Kopargøta 1)









