61,9 milliónir krónur í tolli og avgjøldum í 2005, og partafelagsskatturin var 4,1 milliónir krónur - tilsamans 66 milliónir krónur. Í miðal starvast 91 fólk hjá Shell í Føroyum, og tey fingu tilsamans [...] prísir, sum vit í Føroyum heldur ikki sluppu undan. Lægsti prísur á brenniolju frá P/F Føroya Shell í 2005 var 4.163 krónur fyri 1000 litrar í januar, og hægsti prísur á brenniolju var í september, tá oljan [...] Hægri prísurin gav eisini úrslit í øktum umsetningi. Hesin var í fjør 534 mió kr. mótvegis 477 mió kr. í 2004. Kappingarráðið kannaði føroyska oljumarknaðin í 2005, og í frágreiðingini frá ráðnum vóru ongar
Maritu í handlinum. Sera beinrakin Marita hevur virkað sum hondlesari í Danmark í nógv ár, men hevur hesi seinnu árini eisini vitjað í Føroyum. Her hevur hon givið fólki møguleikan at fáa innlit í henda aldargamla [...] vísdóm við at lesa hendur teirra. Í Føroyum er Marita millum annað kend frá sjónvarpssendingini Cassiopeia. Fólk, sum hava verið hjá henni, siga, at hon er ómetaliga beinrakin í sínum útsøgnum. Marita fortelur [...] Í samband við at Norðoyatunnulin verður tikin í nýtslu, skipar Leikalund fyri einum heldur øðrvísi tiltaki um vikuskiftið. Leygardagin og sunnudagin verður høvi hjá fólki at uppliva hondlesaran Maritu
er munandi betri enn í Føroyum í løtuni. - Vit hava fingið at vitað, at Christian í Grótinum í minsta lagi fær 1,30 kr. fyri kilo í Måløy í Noregi, meðan prísurin í Føroyum bert er 94 oyru fyri kilo. Jón [...] ásannar, at Havsbrún í Fuglafirði ikki megnar at fylgja norsku prísunum í løtuni. Á sildaveiði Norðborg hevur verið úti í eina viku, og í løtuni fiskar skipið í ein landnyrðing úr Langanesi í Íslandi, har skipini [...] vinna Christian í Grótinum er í løtuni á svartkjaftaveiði norðanfyri, og Norðborg er farin í íslendskan sjógv av royna eftir sild. Jón Rasmussen sigur, at Christian er um at verða fullur. - Í gjár restaðu
tónleikaprofilunum í ár fara á pallin, Høgni Lisberg, Marius og Knút, Boys In a Band og Side Effect. Høgni Lisberg hevur við fløguni Morning Dew og luttøku á festivalum bæði í Føroyum og uttanlands verið [...] ummælarar og fløgukeyparar, og bólkurin hevur staðið á palli bæði í Føroyum og uttanlands og telist millum bestu føroysku bólkarnar í løtuni. Á konsertini fríggjakvøldið fara sangarin Hans Marius Ziska [...] við seg í GBOB kappingini í ár, og við sínum 2. plássi mugu teir metast, sum eitt tað mest spennandi nýggja navnið á føroyska tónleikapallinum. Side Effect er ikki nakar nýggjur bólkur, men í ár fekk bólkurin
Myndaupptøkan er leikstjórnað í tí vakra landslagnum í Føroyum. Upptøkurnar eru gjørdar í Syðradali. Hetta er ein sjálvævissøga, og er tað orsøkin til, at tað varð leikstjórnað í Føroyum. Tó eru happing og bólkatrýst [...] de Bellas Artes" í Spania. Framsýningin "Evergreen" verður at síggja inntil 13. desember í Norðurlandahúsinum. Myndaupptøkan “Evergreen” snýr seg um bólkatrýst og um óndskapin, ið býr í menniskjanum. Fólk [...] i, ímóti havinum og vendir síðani aftur yvir landið. Ljóðið er veruligt, fuglasangur, havsins sjóð í tí stóra rúminum, eirindaleysu rópini frá børnunum og tey skjótu fetini frá barninum, ið sleppir sær
Føroya Sparikassa, sum fekk nýtt navn í vikuni. Bankin er kortini ikki einnevndur í Føroyum. Verri enn so. Í bankanum hava tey funnið fram til, at umleið 10 fólk í Føroyum eita Eik, og mikudagin, dagin eftir [...] ngina, vóru fýra gentur, ið allar eita Eik, inni á gólvinum í Eik Banka. Har fingu tær hvør sítt partabræv og gjørdust harvið partaeigarar í bankanum. Tey vóru øll boðin við til hesa løtuna, men hini vóru [...] til hesa hugnaligu løtu. Foreldur, systkin, ommur og abbar hjá gentunum. Finn Danberg, fíggjarleiðari í Eik, segði nøkur orð um navnið, og handaði partabrøvini. At Eik er fyri øll, er eisini galdandi fyri
bara í Føroyum, at kjakast hevur verið um tað er rímiligt, at postboðið skal bera fólkið postin til hurðina. Í okkara grannalondum er íbúðamynstrið ofta øðrvísi enn her heima hjá okkum. Eitt nú í Danmark [...] staði, sum er lætt atkomuligt í bygninginum. Og tað merkir rætt og slætt niðast í bygninginum. Danski ferðslumálaráðharrin Flemming Hansen, sum umsitur postmál, segði tó í august í 2002, at hann var ímóti, [...] post til íbúðir, sum vóru omanfyri triðju hædd í húsum, ið vóru bygd fyri 1974. Í dag er tað annars so, at um fleiri enn trý støð, har postur skal berast í einum húsum, sum eru bygd fyri 1974, so skulu
U 17 LANDSLIÐIÐ Í gjárkvøldið skuldi U 17 landsliðið lenda í Vágum, og harvið var altjóða virksemið hjá fótbóltslandsliðunum í ár lokið. Í viðførinum frá EM undankappingini í Portugal høvdu U 17 dreingirnir [...] Tað var annars um reppið, at San Marino fingu øll stigini móti Føroyum. Teir løgdu seg á odda í 7. minutti. Henning Joensen úr VB javnaði í 16. minutti, og undan steðginum legði San Marino seg framum bæði [...] Klæmint A. Olsen um munin til 3-2, og í 80. og síðsta minutti tryggjaði Klæmint A. Olsen Føroyum eitt stig, tá ið hann javnaði til 3-3. Týskland vann undankappingarbólkin. Í síðsta umfarinum vunnu teir 2-0 á
viðvíkjandi. Per de Lange hevur doktaraheiti í fólkaheilsufrøði frá Loma Linda universitetinum í Kalifornia. Í løtuni rekur hann Senter for Helse og Livsstil í Oslo og er umframt ritstjóri á heilsutíðarritinum [...] er kent í Føroyum. Sum rithøvundur hevur hann skrivað eina røð av greinum um fyribyrgjandi heilivág og heilsu umframt handbøkur um at leggja av at roykja. Hann ger hvørja viku útvarpssendingar í nærvarpi [...] nærvarpi í Norra og hevur fyrilestrar á skúlum og ymiskum felagsskapum og hevur í tí høpi verið í Svøríki, Danmark, Rus-landi, Englandi og USA og aðrastani. Við á føroyaferðini er konan Monica, sum er sjúkr
Skipað verður fyri áhugaverdum dysti í Sørvági í morgin. Dysturin verður millum útlendsku fótbóltsleikararnir í Føroyum og Vágaliðið, og hetta er fyrst og fremst skipað fyri at hampa um nógvu rasismuna [...] rasismuna, sum hevur verið ein afturvendandi trupulleiki í Føroyum. Vit høvdu orðið á Alexandre Braga hjá FS Vágum seinnapartin, sum er eitt av høvdunum handan dystinum. - Vit hava fingið nógvar leikarar við, [...] leikararnir leika ein hálvleik, og síðan hinir útlendingarnir í hinum, segði Alexandre, sum heldur tiltakið vara neyðugt. Dysturin byrjar kl.18 á vøllinum í Sørvági. Teir, ið hava boðað frá luttøku, eru: Silva