Útlendingarnir møtast í fótbóltsdysti

Skipað verður fyri áhugaverdum dysti í Sørvági í morgin. Dysturin verður millum útlendsku fótbóltsleikararnir í Føroyum og Vágaliðið, og hetta er fyrst og fremst skipað fyri at hampa um nógvu rasismuna, sum hevur verið ein afturvendandi trupulleiki í Føroyum.

 

Vit høvdu orðið á Alexandre Braga hjá FS Vágum seinnapartin, sum er eitt av høvdunum handan dystinum.

- Vit hava fingið nógvar leikarar við, men arbeiða framvegis við at fáa teir síðstu við. Ætlanin er at lata brasiliensku leikararnir leika ein hálvleik, og síðan hinir útlendingarnir í hinum, segði Alexandre, sum heldur tiltakið vara neyðugt.

 

Dysturin byrjar kl.18 á vøllinum í Sørvági.

 

Teir, ið hava boðað frá luttøku, eru:

 

Silva, FS Vágar

Heron, FS Vágar

Clayton Soares, B71

Wellington, B71

Flavio, B71

Fabio, B71

Alex Santos, B36

Alex Castilho, B68

Anderson Castilho, NSÍ

Robson, GÍ

Sylla, B36

Gunnar G. Nielsen, KÍ

Erik Nielsen, KÍ

Jovan Panic, FS Vágar

Marcin Dawid, HB

Andrjez Stretowicz, FS Vágar

Rafal Kwicynski, EB/Streymur

 

Venjarar vera Krzysztof Popczynski og Eli Hentze.