Shell 15 mió kr. í avlopi

Ársroknskapurin hjá Føroya Shell var 1,9 mió kr. betri í mun til árið fyri

Roknskapur

P/F Føroya Shell rindaði landskassanum 61,9 milliónir krónur í tolli og avgjøldum í 2005, og partafelagsskatturin var 4,1 milliónir krónur - tilsamans 66 milliónir krónur. Í miðal starvast 91 fólk hjá Shell í Føroyum, og tey fingu tilsamans 31 milliónir krónur í lønum og eftirlønum í 2005. Av hesum fekk stjórnin beint oman fyri 1 mió kr.
Oljunýtslan hækkar framvegis um allan heim, og størsti vøksturin stavar m.a. frá búskaparligu framgongdini í India og Kina. Hækkandi nýtslan hevur havt við sær hægri prísir, sum vit í Føroyum heldur ikki sluppu undan. Lægsti prísur á brenniolju frá P/F Føroya Shell í 2005 var 4.163 krónur fyri 1000 litrar í januar, og hægsti prísur á brenniolju var í september, tá oljan kostaði 6.025 krónur fyri 1.000 litrar. Hægri prísurin gav eisini úrslit í øktum umsetningi. Hesin var í fjør 534 mió kr. mótvegis 477 mió kr. í 2004.
Kappingarráðið kannaði føroyska oljumarknaðin í 2005, og í frágreiðingini frá ráðnum vóru ongar atfinningar mótvegis oljufeløgunum.