FUT tekur samanum 2006 í Fuglafirði

Føroya Undirhaldstónleikarafelag spennir seg út upp undir jól og bjóðar til eina rimmar tónleikauppliving fríggjakvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Tónleikur

Nakrir av allar størstu tónleikaprofilunum í ár fara á pallin, Høgni Lisberg, Marius og Knút, Boys In a Band og Side Effect.
Høgni Lisberg hevur við fløguni Morning Dew og luttøku á festivalum bæði í Føroyum og uttanlands verið eitt av størstu føroysku tónleikanøvnunum farna árið.
Fløgan hjá GBOB vinnaranum 2005, Marius hevur vakt ans millum ummælarar og fløgukeyparar, og bólkurin hevur staðið á palli bæði í Føroyum og uttanlands og telist millum bestu føroysku bólkarnar í løtuni. Á konsertini fríggjakvøldið fara sangarin Hans Marius Ziska og tangentleikarin Knút Háberg Eysturstein á pall saman. Boys In a Band gjørdu vart við seg í GBOB kappingini í ár, og við sínum 2. plássi mugu teir metast, sum eitt tað mest spennandi nýggja navnið á føroyska tónleikapallinum.
Side Effect er ikki nakar nýggjur bólkur, men í ár fekk bólkurin sítt veruliga gjøgnumbrot. Serliga vóru tað framførslur á Asfalt, G! og Ólavsøkukonsertini, ið fingu fólk at fjeppast um bólkin, men eisini fløgan hjá teimum fekk góða móttøku millum ummælarar.
DJ hetta kvøldið verður Janus Rasmussen, ið er best kendur sum sangari í Lama Sea.