U 17 LANDSLIÐIÐ
Í gjárkvøldið skuldi U 17 landsliðið lenda í Vágum, og harvið var altjóða virksemið hjá fótbóltslandsliðunum í ár lokið.
Í viðførinum frá EM undankappingini í Portugal høvdu U 17 dreingirnir tvey 4-0 tap - móti Týsklandi og Portugal - og 3-3 í síðsta dystinum, sum týsdagin var móti San Marino. Í samlaða roknskapinum endaði San Marino á aftasta plássinum, meðan Føroyar endaðu á triðja plássinum. Báðir partar fingu eitt stig, men Føroyar høvdu betra málmunin.
Tað var annars um reppið, at San Marino fingu øll stigini móti Føroyum. Teir løgdu seg á odda í 7. minutti. Henning Joensen úr VB javnaði í 16. minutti, og undan steðginum legði San Marino seg framum bæði 2-1 og 3-1.
Átta minuttir eftir steðgin minkaði Klæmint A. Olsen um munin til 3-2, og í 80. og síðsta minutti tryggjaði Klæmint A. Olsen Føroyum eitt stig, tá ið hann javnaði til 3-3.
Týskland vann undankappingarbólkin. Í síðsta umfarinum vunnu teir 2-0 á Portugal.