Eik. Soleiðis ljóðar nýggja navnið hjá fyrrverandi Føroya Sparikassa, sum fekk nýtt navn í vikuni. Bankin er kortini ikki einnevndur í Føroyum. Verri enn so.
Í bankanum hava tey funnið fram til, at umleið 10 fólk í Føroyum eita Eik, og mikudagin, dagin eftir navnabroytingina, vóru fýra gentur, ið allar eita Eik, inni á gólvinum í Eik Banka. Har fingu tær hvør sítt partabræv og gjørdust harvið partaeigarar í bankanum. Tey vóru øll boðin við til hesa løtuna, men hini vóru øll stødd uttanlands.
Fitt av fólki møttu til hesa hugnaligu løtu. Foreldur, systkin, ommur og abbar hjá gentunum. Finn Danberg, fíggjarleiðari í Eik, segði nøkur orð um navnið, og handaði partabrøvini.
At Eik er fyri øll, er eisini galdandi fyri fólkanavnið Eik. Tað er nevniliga ein maður, ið kallast Eik, og 9 gentur.
Umframt partabrævið fingu tey eisini gávukurv og eina Eik-tasku við øllum hugsandi Eik-lutum. Jú, hesar fittu genturnar vóru allar samdar um, at tað var sera stuttligt og heppið at eita Eik henda dagin.









