Eva Koch er útbúgvin á "Det kongelige danske Kunstakademi" og "Facultad de Bellas Artes" í Spania. Framsýningin "Evergreen" verður at síggja inntil 13. desember í Norðurlandahúsinum.
Myndaupptøkan “Evergreen” snýr seg um bólkatrýst og um óndskapin, ið býr í menniskjanum. Fólk kunnu beinleiðis útihýsa ein persón.
Myndaupptøkan er leikstjórnað í tí vakra landslagnum í Føroyum. Upptøkurnar eru gjørdar í Syðradali.
Hetta er ein sjálvævissøga, og er tað orsøkin til, at tað varð leikstjórnað í Føroyum. Tó eru happing og bólkatrýst evni, ið øll kenna.
Myndaupptøkan er ein yvirlitsupptøka; frá havinum yvir ímóti sjóvarstrondini, yvir landið, framvið nøkrum húsum, eina lítla bygd, nøkur rópandi børn, ið kasta steinar, flytir seg víðari yvir landið, fangar eitt einsamalt barn, ið sleppir sær til rýmingar, heldur áfram ímóti hinari sjóvarstrondini, ímóti havinum og vendir síðani aftur yvir landið.
Ljóðið er veruligt, fuglasangur, havsins sjóð í tí stóra rúminum, eirindaleysu rópini frá børnunum og tey skjótu fetini frá barninum, ið sleppir sær til rýmingar.
Ein einfald, veruleikakend og neyv ringrás, ið slær ring um frummyndarligar endurminningar, sum fara fram millum menniskju gjøgnum alt lívið, bara á ymiskan hátt.