Í samband við at Norðoyatunnulin verður tikin í nýtslu, skipar Leikalund fyri einum heldur øðrvísi tiltaki um vikuskiftið. Leygardagin og sunnudagin verður høvi hjá fólki at uppliva hondlesaran Maritu í handlinum.
Sera beinrakin
Marita hevur virkað sum hondlesari í Danmark í nógv ár, men hevur hesi seinnu árini eisini vitjað í Føroyum. Her hevur hon givið fólki møguleikan at fáa innlit í henda aldargamla vísdóm við at lesa hendur teirra.
Í Føroyum er Marita millum annað kend frá sjónvarpssendingini Cassiopeia. Fólk, sum hava verið hjá henni, siga, at hon er ómetaliga beinrakin í sínum útsøgnum. Marita fortelur fólki nógv um teirra fortíð og nútíð, og samstundis veitir hon eisini stuðul og vegleiðing í spurningum, sum hava við framtíðina at gera.
Marita er at hitta í Leikalund leygarmorgunin frá klokkan 10.00 og sunnudagin frá klokkan 14.00. Til ber at tryggja sær pláss hjá Føroya einasta hondlesara við at bíleggja tíð í Leikalund longu nú.
Hvør lesing varðar á leið 12 minnutir, og gera tey frá Leikalund vart við, at hondlesingin er at meta sum ein smakkroynd av hesum aldargamla kynstri.