Posturin enn borin til hurðina í Danmark

Eisini í okkara grannalondum hava broytingar innan postútbering verið umrøddar seinastu árini

 POSTUR
 
Tað er ikki bara í Føroyum, at kjakast hevur verið um tað er rímiligt, at postboðið skal bera fólkið postin til hurðina.
Í okkara grannalondum er íbúðamynstrið ofta øðrvísi enn her heima hjá okkum. Eitt nú í Danmark setti danska postverkið fyri nøkrum árum síðani ynski fram um, at tey skuldu sleppa frá at bera post til íbúðir, sum vóru omanfyri triðju hædd í húsum, ið vóru bygd fyri 1974. Í dag er tað annars so, at um fleiri enn trý støð, har postur skal berast í einum húsum, sum eru bygd fyri 1974, so skulu postkassarnir vera á einum staði, sum er lætt atkomuligt í bygninginum. Og tað merkir rætt og slætt niðast í bygninginum.
Danski ferðslumálaráðharrin Flemming Hansen, sum umsitur postmál, segði tó í august í 2002, at hann var ímóti, at fólk, sum búgva oman fyri triðju hædd, sjálv skulu fara oman í gongina at heinta postin. Eisini hava danir kjakast um, um tað er rímiligt at postur verður borin út leygardag, men tað verður hann tó framvegis. Hetta varð tó avtikið í Føroyum fyri nøkrum árum síðani.