Stórur prísmunur í Føroyum og Noregi

- Vit hava fingið at vitað, at Christian í Grótinum í minsta lagi fær 1,30 kr. fyri kilo av svartkjafti í Måløy í Noregi, meðan prísurin í Føroyum bert er 94 oyru fyri kilo, sigur Jón Rasmussen

Pelagisk vinna

Christian í Grótinum er í løtuni á svartkjaftaveiði norðanfyri, og Norðborg er farin í íslendskan sjógv av royna eftir sild.
Jón Rasmussen sigur, at Christian er um at verða fullur.
- Í gjár restaðu teir 200 tons í fulla last, og í dag er væntandi, at teir fara at sigla til lands við veiðini.

Helst til Noregs
Hann sigur, at Christian í Grótinum væntandi fer til Noregs við lastini, tí prísurin í Noregi er munandi betri enn í Føroyum í løtuni.
- Vit hava fingið at vitað, at Christian í Grótinum í minsta lagi fær 1,30 kr. fyri kilo í Måløy í Noregi, meðan prísurin í Føroyum bert er 94 oyru fyri kilo.
Jón ásannar, at Havsbrún í Fuglafirði ikki megnar at fylgja norsku prísunum í løtuni.

Á sildaveiði
Norðborg hevur verið úti í eina viku, og í løtuni fiskar skipið í ein landnyrðing úr Langanesi í Íslandi, har skipini hava fingið góða sild.
- Seinast, vit frættu, hevði Norðborg 300 tons av flaki í lastini, sigur Jón Rasmussen.