tvingað umvegis at gjalda til raksturin av fólkakirkjuni. Hetta er ikki rætt og er helst eisini í stríð við grundlógina. Í øllum førum er tað ikki góður moralur. Tað kann ikki vera meiningin at fólk uttanfyri [...] m av fólkakirkjuni. Orsøkin er einføld: Vit hava meldað okkum út úr fólkakirkjuni. Hetta er tað frælsið, sum hvør einstakur føroyingur hevur, sambært grundlógini. Hetta er tað sum verður kallað fyri t [...] gjalógina, er at prestarnir eisini gera eina tænastu fyri landsins myndugleikar, t.d. við at føra sokallaðu kirkjubøkurnar. Ein avoldað skipan At prestarnir hava innskrivingina um hendi, er ein avoldað
tí hon er kvinna. - Tað verður heldur ikki aktuelt, tí vit hava ríkiligt av væl kvalifiseraðum kvinnum at taka av. Trupulleikin er bara, at tær sleppa ikki framat hesum sessum. Besta dømi um tað er nevndin [...] sess yvirhøvur. Men er tað ikki eisini at gera mismun, at útihýsa einum manni frá einum nevndarsessi, tí ein lógarásett kynskvotering sigur, at kvinna skal hava plássið? - Jú, og tað er harmiligt. Men eg [...] at hon ikki rættiliga hevur sett seg inn í kjakið um nýggja proletariatið av monnum. - Um hatta er veruleikin, er tað sjálvandi ein álvarslig kreppustøða, sum onkur má taka hond um. Eg eri tó ikki vís í
ein látur. Hatta klára tit! Tey fyrstu røktarstarvsfólkini vóru kortini ikki bert til arbeiðis á deildini. Arbeiðsdagurin byrjaði við tí, sum tær fýra nevna “andaligari føði” - tað er: undirvísing [...] ________ Gloymið ikki sjúklingin Nógv vatn er runnið í ánna hesi seinastu 40 árini, nógvir tímar eru farnir til viðgerandi samtalur, og nógvur heilivágur er latin sjúklingunum. Haraftrat ber til at staðfesta [...] viðgerðar og gjørdust frísk, men lítið varð tosað um tað. Í dag er meiri vanligt, at fólk stíga fram og tosa um sínar trupulleikar. - Og tað er bara gott, tí øll kunnu verða rakt av tunglyndi ella øðrum sálarligum
man søkka, standa í DV og staðfesta at alt er fallið í hakk og avtala, Heðin er borgmeistari og at nevndarsessir eru deildir út, og at hon virðar fólkið. Omg so er alt sum hon hevur bilt øllum Føroya fólkið [...] í SEV etc. - hvør er so POLITIKKURIN hjá nýggja (ella nýggjasta - mann veit ikki hvat hendir í morgin) stýrinum í Havn? Tjóðveldi er t.d. ímóti havnaútbyggingini. Fólkaflokkurin er fyri. Hvør verður linjan [...] følsk, - eg havi ikki orð... Hatta ger so onki gott fyri hennara politiska trúviðri... Hon hevur av sonnum víst í kvøld hvør hon er... --- Eg flyti til Klaksvíkar... --- Trump er eitt ljós aftur ímóti hasari
ættarliðið, so teir síðstu sangirnir dámdi mær best. Elton John vísti seg sum tann sanni kunstnarin, hann er. Jónleif Sólsker, Havn - Fantastiskt! Mær dámdi best síðsta sangin "Your song". Eg eri so stak væl [...] nú tá hann var her við føturnar á okkum í Føroyum, helt eg, at eg skuldi fara og lurta. Vit gjalda jú nógvan pening fyri at fara til London á konsertir. Hann dugir sera væl. Eiler Jacobsen, Havn - Hetta [...] a góður tónleikur. Men at teir hava brúkt nógvar 10.000-tals krónur uppá ljósið, skilji eg ikki. Hatta hevði eg klárað líka væl við eini lummalykt. Maibritt, Tórhild, Jóhanna Maria og Eilif. Langasandur
hildið sambandssáttmálan, og tað er brot á fólkarættin, tí tað er órímiligt drál við at seta ta loysing í verk, sum semja var um millum okkum og Danmark at hava í 1946. Men er tað ikki so langt síðani, at [...] at henda fólkaatkvøða var hildin, at hon er fyrnd? Orsøkin til, at hon ikki er sett í gildi fyri langari tíð síðani er tann at danska stjórnin við at bróta ásetingarnar í sambandssáttmálanum um ikki at leggja [...] setir kross við hetta. Atkvøðuseðilin er ógildigur, tá ið ikki við vissu kann verða avgjørt, hvat punkt veljarin hevur viljað givið sína atkvøðu, ella tá ið skrivað er annað á atkvøðuseðilin enn ein krossur
hugsar hann serstakliga um tað, sum er eftir av Sjálvstýrisflokkinum. Tá Sámal Petur er fokin merkir tað eisini, at fullveldisvongurin í flokkinum er viknaður. Tí er tað spurningurin, hvat Sjálvstýrisflokkurin [...] torført út. Soleingi samgongan kann halda saman, soleingi er einki alternativ. Tí tá er eingin, sum kann skipa meiriluta ímóti samgonguni. So møguleiki er fyri at koyra víðari og fáa ein ella annan borgfrið [...] num, fer hon uttan iva at krevja løgmanssessin, og tá er so aftur spurningurin, hvat Fólkaflokkurin sigur til tað. Tá talan er um løgmanssessin er eisini spurningurin, hvat Tjóðveldisflokkurin vil á hesum
Byrjað verður eisini leygarkvøldið klokkan 21. - Eitt av endamálunum við hesum slagi av fólkafundum er jú at vekja politiska áhugan hjá fólki, uttan tó at knýta tey til nakran ávísan flokk, sigur Jóhannes [...] og 22. september, tá Jóhannes Miðskarð og Ólavur í Geil Guttesen skipa fyri einum fólkafundi, sum er nakað út yvir tað vanliga. - Hugskotið stavar frá fólkafundum, ið hava verið hildnir á Bornholm í fjør [...] ár var talið heilt uppi á 27.000, siga fyrireikararnir. Men hugskotið um hetta slagi av fólkafundum er nógv eldri enn so. - Tað byrjaði í 1968, tá Olof Palme á fyrsta sinni fór til Gotlands at halda talu
eina jarðarferð. Jú, mangt broytist á mansins ævi – Petroliumslampurnar hanga til prýðis, og tungi torvburðurin er tíbetur av, leyparnir standa sum fornlutir, og hugnaligi torvroykurin er broyttur til r [...] íroknaðar, men eisini so stóran útflutning, sum tøknin er til. Og sólin, ikki at forgloyma, er har enn við sínari orku, hóast hon sjáldan sæst; men ljósið er kortini nóg mikið til at reka ymiskar mátistøðir [...] varð so góðtikið beinan vegin. Ja, einastandandi gott navn, júst hatta við koluni. Kolan, ja, tú minnist ikki, tá tey brúktu kolu, ha? Jú, jú, vit brúktu kolu undir fyrra krígnum. Vit høvdu ein kassa standandi
onkra aðrastaðni. Er tað nøkur serlig orsøk at halda, at tað eydnast at fáa fleiri inntøkur frá vinnulívinum nú enn fyrr? Hatta hevur jú verið sagt í so ómetaliga nógv ár? ? Jú, mín hugsan er, at vit skulu [...] livifóturin lækkar ella ikki í skiftistíðini er tað, sum vit sjálvi klára at framleiða - tað er har tað ríður um snarið. Tað sum er avgerandi fyri hesum er, um vit í skiftistíðini kunnu laga samfelagið [...] fleiri inntøkur. Hetta er ikki nakað, sum ein politikari í Tinganesi kann sita og avgera. Hetta er ein prosess sum má fara í gongd í vinnulívinum og í øllum samfelagnum. Síðani er tað tað, um vit kunnu