Nú skal tað verða møguligt hjá vanliga føroyinginum at taka lut í fólkaræðinum.
Tað hendir vikuskiftið 21. og 22. september, tá Jóhannes Miðskarð og Ólavur í Geil Guttesen skipa fyri einum fólkafundi, sum er nakað út yvir tað vanliga.
- Hugskotið stavar frá fólkafundum, ið hava verið hildnir á Bornholm í fjør og í ár. Teir hava verið ógvuliga væl vitjaðir, tí í 2011 tóku 11.000 fólk lut og í ár var talið heilt uppi á 27.000, siga fyrireikararnir.
Men hugskotið um hetta slagi av fólkafundum er nógv eldri enn so.
- Tað byrjaði í 1968, tá Olof Palme á fyrsta sinni fór til Gotlands at halda talu, og hetta helt fram líka til 1982, tá svenski javnaðarflokkurin skipaði fyri hesum slagi av fólkafundi á fyrsta sinni, sigur Jóhannes Miðskarð.
Tað gingu ikki nógv ár, so vóru allir flokkar í Svøríki við til hendan fólkafundin á Gotlandi, sum nú hevur oman fyri 20 ár á baki.
- Tátturin varð so tikin upp á Bornholm í fjør, har tiltakið eydnaðist sera væl. Ikki minst tí at miðladekningurin var so góður, sigur Jóhannes Miðskarð.
Stór luttøka
Talan verður um ein politiskan fólkafund, men tó verður ikki bert politikkur á skránni.
- Vit hava fingið ógvuliga góðar afturmeldingar fráfeløgum og stovnum, sum vit hava vent okkum til. Allir teir politisku flokkarnir verða við, summir meira involveraðir enn aðrir. Men hartil verða eisini fakfeløg, stovnar og áhugafeløg so sum Gigni, Verjið børnini og líknandi, sigur Ólavur í Geil Guttesen.
Hvør fær sín bás í ítróttahøllini í Hoyvík ella eina skúlastovu í skúlanum, alt eftir hvørjar aktivitetir tey ynskja.
- Hetta er eitt gott høvi hjá smáum feløgumm at gera vart við seg, og kanska fáa nýggjar limir, sigur Ólavur í Geil Guttesen.
Fyritøkur verða eisini við á stevnuni, og høvi verður hjá fólki at keypa sær ein bita at eta eisini.
- Ætlanin er at gera tiltakið so fólksligt sum gjørligt. Talan verður um tiltøk fyri børnini, so foreldur í friði og náum kunnu luttaka í teimum tiltøkum, sum annars eru hesar báðar dagarnar, sigur Ólavur í Geil Guttesen.
Politisk innlegg
Upprunaliga var hetta slagið av fólkafundi fyriskipað av politisku flokkunum, og tað verður eisini ein reyður tráður gjøgnum dagarnar.
- Allir teir politisku flokkarnir verða umboðaðir, summir við einstøkum politikarum, aðrir við bæði flokki og ungdómsfelag. Skipað verður fyri einum »formanstingi«, har floksformenninir koma at hava eitt innlegg, og eisini fara at velja ein sang, sigur Jóhannes Miðskarð.
Tað er við lutakasti avgjørt, at fríggjakvøldið 21. september klokkan 21 verða tað Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi. Leygarkvøldið 22. verða tað so Poul Michelsen úr Framsókn, Jenis av Rana úr Miðflokkinum, Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum og Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, sum eiga tørn. Byrjað verður eisini leygarkvøldið klokkan 21.
- Eitt av endamálunum við hesum slagi av fólkafundum er jú at vekja politiska áhugan hjá fólki, uttan tó at knýta tey til nakran ávísan flokk, sigur Jóhannes Miðskarð.
Alting
Alt verður tó ikki politikkur og álvari á stevnuni.
- Vit fara at skipa fyri ymsum øðrum tiltøkum, eitt nú kondi-bingo og vedding. Veddingin gongur fyri seg á tann hátt, at fólk kunnu vedda – ella gita – um ávíst, til dømis um hall verður á fíggjarlógini fram til komandi fund í næsta ár, ella vit fáa eina nýggja samgongu. Hetta verður ætlandi fyrsti fundur av sínum slag, men vit hugsa okkum hetta sum eitt afturvendandi tiltak, og tí verður veddað í tíðarskeiðinum fram til fundin komandi ár, sigur Jóhannes Miðskarð.
Eitt annað, sum verður skipað fyri á fólkafundinum, eru sonevnd alting.
- Hetta eru pallborðsfundir, har øll tey sleppa framat, sum annars ikki hava høvi at luttaka í einum kjaki. Tað verður skipað soleiðis fyri, at fólkini fáa eina grundleggjandi vegleiðing í, hvussu eitt kjak verður ført, og evnini eru eftir vild, sigur Jóhannes Miðskarð.
Talan kann eitt nú verða um útbúgving, og hvussu vanligi maðurin á gøtuni upplivir sína egnu útbúgving.
- Tiltøkini verða mong og vit hava eina kenslu av, at fólk fara at taka væl ímóti hesum fólkafundinum. Fólk kenna hetta slag av fundi frá Bornholm, og gongur sum ætla, verður hetta fyrsti fólkafundurin av einum afturvendandi tiltaki, siga teir báðir fyriskipararnir, Jóhannes Miðskarð og Ólavur í Geil Guttesen.