Leingi vóru Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG á odda í fyrru Champions League áttandapartsfinaluni móti franska liðnum, Nantes, og tað sá út til, at talan gjørdist um ein heimasigur til GOG.
Men seinasta lítla minuttin vendi Nantes einari 33-31 leiðslu til GOG til ein 34-33 sigur til franska liðið.
Liðini spæla returdyst í Fraklandi komandi mikukvøld klokkan 19.45.
Óli skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir, og hann legði eisini upp til fýra mál (assist).
HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum. Við 0:31 minuttir sæst Óli skjóta eitt gott mál við einum góðum gjøgnumbroti:
##med2##











