Helena Christiansen, Klaksvík
- Mær dámdi konsertina ógvuliga væl. Eg hoyri til tað yngra ættarliðið, so teir síðstu sangirnir dámdi mær best. Elton John vísti seg sum tann sanni kunstnarin, hann er.
Jónleif Sólsker, Havn
- Fantastiskt! Mær dámdi best síðsta sangin "Your song". Eg eri so stak væl nøgdur við konsertina.
Annleyg Sámalsdóttir, Vestmanna
- Eg eri gamal Elton-fjeppari, so mær dámdi væl. Teir fystu sangirnar hevði eg ikki hoyrt fyrr. Favoritturin má nokk sigast vera "Your song".
Hjørdis Maria, Ísland
- Nú fari eg beint heim at taka allar mínar gomlu Elton John-fløgur fram aftur. Konsertin var sera góð.
Steinolvur Petersen, Havn
- Tá vit komu til konsertina, hugsaði eg fyri meg sjálvan "Harragud hvussu skal eg orka at sita her í tveir tímar". Men eg má siga, at hetta var øguliga nógv betri enn væntað.
MC Restorff, Havn
- Elton John havi eg hoyrt, líka síðani eg var lítil, og nú tá hann var her við føturnar á okkum í Føroyum, helt eg, at eg skuldi fara og lurta. Vit gjalda jú nógvan pening fyri at fara til London á konsertir. Hann dugir sera væl.
Eiler Jacobsen, Havn
- Hetta var fantastiska góður tónleikur. Men at teir hava brúkt nógvar 10.000-tals krónur uppá ljósið, skilji eg ikki. Hatta hevði eg klárað líka væl við eini lummalykt.
Maibritt, Tórhild, Jóhanna Maria og Eilif. Langasandur
- Konsertin var ótrúliga góð. "Your song" var bestur.