Fólkaognin SEV á vandakós?

Heini Olsen
---
 
Skelkandi kendust tíðindi henda dagin um uppsagnir í SEV vegna peningatrot og, minnist meg rætt, okkurt afturat um, at ætlanir um útbygging av somu orsøk máttu sleppast.
Kanska sum eindømi á okkara leiðum er tað hvørt einasta livandi mansbarn í Føroyum, sum eigur SEV, og eftir øllum at døma eru tað partar av somu eigarum, sum í løtuni forða fyri framburði felagsins við at sýta fyri fígging til útbygging.
Hetta er av sonnum ein vanlukka fyri okkum øll, tí ikki nýtist at útgreina, hvussu verður, tá vit koma niður aftur á streymloysi eins og í øðrum tilafturskomnum londum, har streymur í besta føri er upp undir vanligu matgerðartíðirnar ella als eingin streymur, sum roknast kann við.
Vónandi verður ikki so galið hjá okkum; men minnist bara seinasta - nakrar minuttit langa – streymslitið her fyri stuttum, har trilvað varð í myrkri eftir lummalykt og geylað varð, hví tramin allar svávuldósirnar vóru horvnar!
Hvørt menniskja í SEV hevur mær vitandi øll árini havt úr at gera; men uttan løn ber ikki til, so vælsignað verið tykkum,  royni at fáa í afturpartin á teimum uppsøgdu og dragið tey inn aftur, áðrenn tey fara í annað starv, tí um ikki ber til at fáa nøktandi inntøkur til íløgur við nøkrum oyrum afturat verandi el-prísinum, sum bæði vildi verið tað lættasta og bíligasta, so noyðist Føroya Løgting alt fyri eitt at syrgja fyri lagaligum láni til ætlaðu útbyggingarnar, annars verður heilt galið her á landi.
Melodramatiskt kanska; men vit hava øll upplivað fíggjarkreppur og bankagølur, og hvat annað reksast kann upp av óhepnari tilgongd seinastu mongu árini her á landi, hvør so skuldina hevur.
Álitið á bankunum er so illa farið manna millum, at tað er um at verða útskift við góðu, gomlu madrassurnar at goyma undir.
Horvni Sparikassin gav í sínari tíð nøkur oyru í rentu fyri innistandandi, og stjórarnir spurdu, um hví tað var neyðugt at taka lán ella um tað veruliga var neyðugt at taka út í staðin fyri at seta inn; men nú noyðist tú í bankunum gjalda fyri hvørja krónu innistandandi og ikki minni fyri vanligt service, sum fyrr var ókeypis, t.d. noyðast vit, haldi eg, gjalda einar 30-40 kr fyri flytan av 100 kr í sambandi við eina jarðarferð.
Jú, mangt broytist á mansins ævi – Petroliumslampurnar hanga til prýðis, og tungi torvburðurin er tíbetur av, leyparnir standa sum fornlutir, og hugnaligi torvroykurin er broyttur til royksprænin upp úr stóru dieselmotorunum á Sundi og í Suðri og úr teim smáu á útoyggjum kring landið.
Teir hundraðtals stóru og smáu fossar, sum áur prýddu landslagið, liggja nú tamdir í rørum, okkum øllum til frama.
Samstundis ger vindurin framvegis vart við seg og bjóðar seg fram, við hvørt við eini illsinnis hvirluglefsi, sum vil hann rættiliga sýna, hvat hann er førur fyri.
Á sundum og firðum skvagga hundraðtals milliónir av sjóvarfallsrúmetrum aftur og fram, góðar 6 tímar hvønn vegin, men ikki samstundis og tó so regluliga, at tey kønu næstan minut fyri minut kunnu siga, hvør orkan er í hvørjum plássi sær, hetta um tað bara eydnast at fáa fatur á einum lítlum brøkparti  
av hesum velduga tilfeingi, sum í so fall ikki bara er ført fyri at nøkta føroyska tørvin, allar framtíðar løðistøðir íroknaðar, men eisini so stóran útflutning, sum tøknin er til.
Og sólin, ikki at forgloyma, er har enn við sínari orku, hóast hon sjáldan sæst; men ljósið er kortini nóg mikið til at reka ymiskar mátistøðir og tílikt.
Í Orkuráðnum sótu vit nakrir eitt skifti, og um vit gjørdu nakað til nyttu, kunnu onnur meta um; men í hvussu er fingu vit gjølla vitan um orkuviðurskiftini í grannalondum okkara og eisini niðri á meginlandinum. Eftir bilsni útlendinganna at døma, hava Føroya kommunur, við sera røskum og dugnaligum SEV-fólki, einastandandi væl klára at varðveitt og rikið hetta hepnasta tiltak, fólk vita um í tílíkum høpi.
Í ruskmálinum var tað sama eisini um at eydnast; men har vildi  Havnin ikki vera við, og gjørdist úrslitið tí tað dýrari fyri allar partar enn neyðugt. Tíbetur er samstarvið tó rættiliga gott teirra millum.
SEV og privatir íleggjarar tykjast hava funnið saman, og eiga allar kreftir at vera vælkomnar í eini felags heildarætlan, og allar verkætlanir samtyktar í felag, áðrenn farið verður til verka.
Um SEV sjálvt kanska kortini kann vera orsøk til hóttandi kreppuna, dugi eg als ikki at meta um. Eins og arbeiðsfólkið skulu akførini í øllum veðri kunna taka seg fram til ábøtur; men við hvørt haldi eg SEV-merktu bilarnar hjá yvirmonnum SEV’s síggja í so milliónakendar út, har teir ein og ein koyra húsanna millum í hvør sínum. Tíðir broytast, og helst er skeivt at samanbera við gamlar dagar, tá eykalutir kundu fáast til sámuligan prís; men eitt vet av sjónligari sparing ger ikki verri fyri umdømi felagsins.
SEV kennir ivaleyst heimskendu LEAN-mannagongdina um, hvussu frægast kann fáast burtur úr uttan at siga fólk úr starvi.
 
Nei, eg veit ikki, hvat frægast er; men um vit, sum eiga SEV, sjálv nokta okkum sjálvum at stremba framá, so er alt farið, og vit kunnu bara geva skarvin ivir.
Umboðsnevndin kann tað av góðum orsøkum ikki vera; men eg dugi bara ikki at fata, hvør okkara dittar sær at taka avgerðir, sum við tíðini koma okkum øllum so harðliga aftur um brekku, at tær áttu at verið settar undir fólkaatkvøðu fyri at sleppa undan aftur at detta niður í ein av okkara næstan siðvandu oyggjalandskleyvarskapum.

Loksins eitt lítið søguligt ískoyti
Meira enn aldargamla søgan um el-veiting í Føroyum er væl og virðiliga skrivað av Jógvani Arge í 50 ára ritinum hjá SEV, “Ljós yvir landið” frá 1996 um upprunan og eldra partin og hjá Arnsteini Niclasen í ritinum “Tíðarhvarv”  frá 2006 við 60 áramótið hjá SEV um, hvussu virkið felagsins hesi árini hevur hilnast Føroya landi.
Ólavur á Heygum
Eg skal tí ikki fara meira inn í søguna enn bara nevna toftirnar frá 1907, sum enn liggja undir Brúðarheyggi har uppi í Fossá í Vestmanna til minnis um ætlanina hjá Ólavi á Heygum til fyrstu roynd í Føroyum at nýta vatnorku til el-veiting, ein roynd sum longu kveikti 7-8 ára gamla bróðursyni hansara, Harry Fonsdal, áhuga fyri at brynja seg til nyggja roynd á hesum øki.
Um heitið SEV
Í juli 1989 tók eg í Kongsbergi á band drúgva samrøðu við Harry Fonsdal, góð trí ár áðrenn hann fyri 20 árum síðan 83 ára gamal andaðist nýggjársdag 1992, og loyvi eg mær at endurgeva eitt brot úr hesum práti okkara millum, har seinasta frásøgn hansara var henda:
“Men hetta - SEV - tað er so nakað, sum ongantíð verður gloymt. Tað var tað, eg fór at lesa til. Veitst tú, hvaðani navnið SEV stavar?
Ja, Streymoy, Eysturoy og Vágar; og so er tað hasin koluveikurin, sevgrasið - óført navn.
Ja, júst so, eg hevði gingið og spekulerað yvir hetta leingi. Eg minnist, vit høvdu ein fund í løgtinginum; so sigur sýslumaðurin, Gunnar Dahl Olsen: "Hvussu skulu vit kalla hetta?".
Eg skjóti so upp hetta navnið, og tað varð so góðtikið beinan vegin.
Ja, einastandandi gott navn, júst hatta við koluni. Kolan, ja, tú minnist ikki, tá tey brúktu kolu, ha?
Jú, jú, vit brúktu kolu undir fyrra krígnum. Vit høvdu ein kassa standandi á borðinum í køkinum við eini skál við lýsi og veikum í - einir fimm í tali, haldi eg.
Men so gjørdu teir eisini lýsilampur. Lýsið letur seg ikki súgva, so lampurnar við lýsi høvdu tveir beholdarar, ein hægri og ein lægri. So stendur veikurin í tí lægra, hagar lýsið gjøgnum eitt rør rennir úr tí ovara beholdaranum, sum lýsið verður latið í.”
Eg fari við hesum aftur at takka honum fyri prátið og teimum báðum, Gunvør, fyri manga góðu løtuna fyri 63-64 árum síðan
 
Á kyndilsmessu 2012