Tað segði Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, við útvarpið í morgin.
Tað er í kjalarvørrinum av orrustini í Sambandsflokkinum, eftir at Eyðdis Hartmann Niclasen, tingkvinna Sambandsfloksins, var ein av uppskotsstillarunum aftan fyri uppskotið um fría fosturtøku, sum er lagt fyri tingið.
Síðani hava tvey valevni hjá Sambandsflokkinum til seinasta løgtingsval meldað seg úr flokkinum, og onnur hótta við tí sama, eitt nú Helgi Abrahamsen, tingmaður floksins.
Men nú er sambært Bárði á Steig Nielsen friður aftur á feltinum, tí á innanhýsis fundi í Sambandsflokkinum hava tey gjørt av, at einki tingfólk skal leggja mál fram, um ikki meirilutin av tingmanningini tekur undir við tí.
Bárður á Steig Nielsen segði eisini við útvarpið, at farið er farið, og hetta aktuella málið verður ikki broytt av hesi samtykt í Sambandsflokkinum - men framyvir verður hetta galdandi, segði hann.