Nakrar reaktiónir frá havnarfólki á sosialu miðlunum í kvøld í sambandi við, at nýggj samgonga er skipað í Havn uttan um Heðin Mortensen:
---
Eg havið ikki orð fyri hvussu flóvisligt og undir alt lágmark, eg haldi tað er at skulla kalla ein sovorðnan falskan vinkluskølt sum Anniku fyri mín borgmeistara her í Havn. Hon dansar til høgru ella vinstru, alt eftir hvør tímir at spæla við hana::(( syrgiligt at makt kan gera hana so ótrúverdiga, hvussu lágt kan man søkka, standa í DV og staðfesta at alt er fallið í hakk og avtala, Heðin er borgmeistari og at nevndarsessir eru deildir út, og at hon virðar fólkið. Omg so er alt sum hon hevur bilt øllum Føroya fólkið , Heðin og øðrum inn, lygn frá einum enda til annan::(( Hvis Annika Olsen heldur at hettar er demokrati at undirskriva avtalu, taka hánd og síðani fara í DV og staðfesta avtaluna fyri øllum Føroya fólkid, fyri síðani at stinga øll fólkini í ryggin sum hon gjørdi avtalu við, so hevur hon alvorliga misskilt okkurt::((
---
Jan Christiansen: Góði Heðin Mortensen, eg føli við tær.
Fyri júst 12 árum síðani var eg í somu støðu. Tá var samgonguskjal undirskrivað, har eg, sum fyrstvaldi býráðslimur, skuldi halda fram sum borgarstjóri í Tórshavn.
Men ein av teimum, ið hevði undirskrivað avtaluna leyp frá, og fór til minnilutan, sum bjóðaði honum borgarstjórasessin.
Ikki nokk við tað, viðkomandi sveik eisini sín egna flokk tí freistingin bleiv ov stór at seta seg í borgarstjórasessin.
Tá hugsaði eg, at nakar kundi gera slíka dáragerð.
So, av royndum veit eg hvussu tú í kvøld hevur tað.
---
Demokratiði riggar ikki
---
Vissi vit síggja burtur frá persónligum aggi, persónligum ambitiónum, lukrativum nevndarsessum í SEV etc. - hvør er so POLITIKKURIN hjá nýggja (ella nýggjasta - mann veit ikki hvat hendir í morgin) stýrinum í Havn?
Tjóðveldi er t.d. ímóti havnaútbyggingini. Fólkaflokkurin er fyri. Hvør verður linjan?
Fólkaflokkurin vil lækka skattin - Tjóðveldi vil heldur brúka pengarnar øðrvísi. Hvør verður linjan?
Og Fróðskaparsetur í Sjóvinnuhúsinum. Verður tað ja ella nei? Framhaldsdeildini í Nonnuskúlanum - ja ella nei?
Um fólk ikki fáa svar uppá hetta nokkso skjótt - so kundi onkur fingið tann illgruna, at tað als ikki snýr seg um politiskt innihald...
---
Barasta so følsk, - eg havi ikki orð... Hatta ger so onki gott fyri hennara politiska trúviðri... Hon hevur av sonnum víst í kvøld hvør hon er...
---
Eg flyti til Klaksvíkar...
---
Trump er eitt ljós aftur ímóti hasari, fy for den ????
---
Skilji væl at 2.506 fólk eru pillsvøk í kvøld – men kjaft ikki damurnar í Havn eru kul!????????
Jú mín sann, tær duga eisini spælið!
---
Eirikur Lindenskov helt at tad fór at blíva meiri róligt, nú kvinnurnar høvdu meirilutan :)
---
Bara minna á, at Heðin gjørdi júst sama stunt, tá hann kom til maktina. Ikki at eg gangi inn fyri hesum mátanum, men man heystar tað, man sáar.
---
Tjóðveldi fær ongantíð mína stemmu aftur til býráðsvalið.
---
eg skilji væl, um nógv eru skuffaði, at Heðin ikki gjørdist borgarstjóri aftur, tá uppbakningurin er so stórur. Men hetta er nú umboðandi demokrati, og spælireglurnar eru, sum tær eru. Viðvíkjandi at renna frá avtalum, so er hetta einki øðrvísið enn tað, sum Heðin sjálvur gjørdi við Fólkaflokkin á sinni.
---
#nastywomengetshitdone hevur fingiđ eina nýggja meining í kvøld????
---
2500 atkvøður ógildaðar av nøkrum 300 atkvøðum.. "your vote counts" meg eitt vist stað
---
Spennandi at vita hvør verður borgarstjóri í Havn í morgin ????
---
Mínar royndir eftir 16 ár í kommunupolitikki eru, at samgongusamráðingar, eftir býráðsval, eru sera óskipaðar og merktar av tilvild og ofta sera ósiviliseraðar.
---
Uttan at vita, akkurát hvat er hent í Havn, má eg siga, at eg skilji ómetaliga væl, at fólk missa trúnna á politisku skipanina.
Um man ikki kann hava álit á hvønn annan í politikki, at eitt orð er eitt orð, so ber ikki til at føra politikk - so eitur tað, sum man ger, okkurt annað.
---
Bíða nú, tað er longi til 1. januar - hon kann broyta støðu fleiri ferðir til tá :)
---
Annika gjördi ein Heđin. Snýsi tykkum! Kvinnur rula!!
---
Býráðsval skuldi als ikki veri partapolitiskt, tey 13 sum fáa flest stemmur eru vald inn,
toppskorarin verur borgarstjóri, einkult og rættvíst !
hvat halda tit ?
---
Hon dugir ikki ein gong havnarmál ???????????????? mítt havnarhjarta bløðir ????????????