Flóvin Eidesgaard,
Tvøroyri:
? Tíðina frá núverandi støðu til fult sjálvræði kallar tú skiftistíð. Tú vísir ofta frá tær at tosa um lækkað livistøði við at siga, at tað er upp til okkum sjálvi, hvussu vit skipa samfelagið, tá vit hava tikið fulla ábyrgd av landinum. Heldur tú yvirhøvur, at tað kann henda, at livifóturin ikki lækkar í skiftistíðini? Er tað ikki villleiðandi ikki at gera fólki greitt, at tað verður ikki ókeypis?
Hetta veldst um, hvussu long skiftistíðin verður, og hvussu góða avtalu vit kunnu fáa við danir. Hetta snýr seg ikki bara um at rópa loysing á einum trappusteini og so at loypa út í myrkrið. Skal tað hava nakra meining at skapa eitt sjálvstøðugt samfelag, so má tað merkja tað, at vit fara at fáa fleiri inntøkur til hetta samfelagið - at vit fáa fleiri bein at standa á og fáa meira burtur úr fiskivinnuni. Tað sum verður avgerandi fyri, um livifóturin lækkar ella ikki í skiftistíðini er tað, sum vit sjálvi klára at framleiða - tað er har tað ríður um snarið.
Tað sum er avgerandi fyri hesum er, um vit í skiftistíðini kunnu laga samfelagið til at vera sjálvbjargið og skapa fleiri inntøkur. Hetta er ikki nakað, sum ein politikari í Tinganesi kann sita og avgera. Hetta er ein prosess sum má fara í gongd í vinnulívinum og í øllum samfelagnum. Síðani er tað tað, um vit kunnu reka samfelagið bíligari.
Vit eru farin undir at gera konsekvensútrokningar av, hvat tað hevði merkt, um vit minkaðu blokkin gjøgnum eina skiftistíð. So eiga vit at kanna, um vit kunnu reka samfelagið øðrvísi - eitt nú almennaverkið. Men eg kann ikki geva nakað garanti fyri, at livifóturin ikki kann minka í eini skiftistíð - men eg kann heldur ikki geva nakað garanti fyri, hvussu tað gongur í føroyska samfelagnum, um vit halda fram eftir somu skipan. Blokkurin er ikki ein regulator. Gongur tað illa í fiskivinnuni, so fáa vit ikki fleiri pengar við blokkinum.
Gera vit eina avtalu um, at vit minka blokkstuðulin, so krevur tað bara av okkum, at vit seta okkum tað eykamálið, at vit skulu hava tær inntøkurnar aftur onkra aðrastaðni.
Er tað nøkur serlig orsøk at halda, at tað eydnast at fáa fleiri inntøkur frá vinnulívinum nú enn fyrr? Hatta hevur jú verið sagt í so ómetaliga nógv ár?
? Jú, mín hugsan er, at vit skulu verða meira búskaparliga sjálvbjargin. Vit hava roynt at ment nýggjar vinnur, men vit eru bara vorðin meira bundin av pengum uttanífrá. Stuðulin sum er komin, hevur fyri tað mesta verið brúktur til at stuðla høvuðsvinnuna. Nú hava vit tann møguleika ikki at fara aftur til tað studningsjungluna, vit høvdu í 80?unum. Eg meini, at tað eru nógv tekin í samfelagnum sum geva grundarlag fyri, at vit kunnu fara undir at byggja upp ein nýggjan vinnulívspolitikk.
Privati kapitalurin varð bjargaður við bankabjargingunum, vit hava fingið ein Framtaksgrunn og vit eru vorðin meira tilvitað um, hvat gekk galið í 80?unum, Tí haldi eg, at grundarlagið fyri at fara undir at seta okkum tað mál at verða sjálvbjargin er betri í dag, enn tað nakrantíð hevur verið. Tað er eisini betri at taka avgerðina nú, heldur enn at bíða í tíggju ár afturat og so enda aftur í somu støðu sum í 80?unum.
Vit fara ikki at gera nakrar statsrættarligar broytingar, fyrr enn avleiðingarnar liggja greiðar fyri fólki. Hetta verður heilt avgerandi fyri, hvussu vit kunnu fyrireika grundarlagið fyri einum nýggjum sáttmála, gera realistiskar ætlanir fyri, hvussu samfelagið kann fíggjast sjálvt. Tað skal viðgerast í tinginum, tað skal viðgerast í almenninginum. Fáa vit so ein sáttmála við Danmark, sum eisini verður avgerandi fyri, hvussu brøtt ein skiftisskipan kann verða, so verður hetta lagt út til fólkaatkvøðu. Tað er ikki ætlanin at billa fólki inn, at alt verður eitt paradís, fáa vit sjálvstýri.
? Tað hevur verið ein trupulleiki, at vit øðrumegin hava sagt, at tað verður eitt paradís, fáa vit sjálvstýri, meðan vit hinmegin hava sagt, at tað verður grátur og tannagrísl - tí hevur tað so stóran týdning at fáa staðfest, hvørjar avleiðingarnar verða.