Bygningur í New York raktur av gassspreinging

Neyðhjálparfólk siga, at bygningurin, sum liggur í Bronx-býarpartinum, hevur fingið stóran skaða

Ein bygningur í New York hevur fingið stóran skaða av einari møguligari gassspreinging.

 

Neyðhjálparfólk í býnum siga, at bygningurin, sum liggur í Bronx-býarpartinum, partvís er farin í knús.

 

Myndir, sum sløkkiliðið á staðnum hevur lagt út, vísa, at bygningurin hevur skaðar allan vegin uppeftir tí eini síðuni.

 

CBS News veit at siga, at talan er um ein bygning í 20 hæddum. Higartil er einki frætt um fólkaskaða.