Aftur gjáranáttina vóru innbrot í Havn. Annað var í einum 'samkomuhúsi', sum vaktleiðarin á politistøðini málber seg. Hitt var í einum skeinkistað, har tjóvurin hevði brotið rútin í úthurðini og verið inni.
– Tað eydnaðist okkum akkurát ikki at taka tjóvin upp á feskan gerning, tí hann slapp til rýmingar beint sum vit komu á staðið, sigur vaktleiðarin.
Tjóvurin slapp avstað við eitt sindur av reiðum peningi.
Men har vóru vakmyndatól, sum týðuliga vístu, hvør tjóvurin var. So út á dagin fann løgreglan mannin, sum viðgekk bæði innbrotini.
Í tí fyrra innbrotinum vóru týðulig spor av skónum, sum maðurin var í, tá hann varð handtikin, og í skeinkistaðnum vístu myndirnar, hvør maðurin var.
Í Vágum hevur onkur verið inni í eini kirkju og brotið tvær kirkjubússur upp og tikið pengarnar. Brotið hevur eisini verið inn í eitt matstað í Vágum, men har høvdu starvsfólkini verið runt í øllum bygninginum eftir innbrotið, so har fingust ikki so feskt spor, sum løgreglan fegin vildi havt. Men arbeitt verður víðari við málinum.