Umvegis gjald til fólkakirkjuna
Tað hevur verið frammi, at meirútreiðslurnar í samband við yvirtøkuna av fólkakirkjuni, skulu setast á fíggjarlógina. Verður hetta gjørt, so verða øll tey, sum hava meldað seg út úr fólkakirkjuni, tvingað umvegis at gjalda til raksturin av fólkakirkjuni.
Hetta er ikki rætt og er helst eisini í stríð við grundlógina.
Í øllum førum er tað ikki góður moralur.
Tað kann ikki vera meiningin at fólk uttanfyri fólkakirkjuna skulu bera ein part av rakstrarkostnaðinum av fólkakirkjuni.
Orsøkin er einføld: Vit hava meldað okkum út úr fólkakirkjuni.
Hetta er tað frælsið, sum hvør einstakur føroyingur hevur, sambært grundlógini. Hetta er tað sum verður kallað fyri trúarfrælsi.
Vit gjalda jú rakstrarkostnaðin av okkara egnu samkomu frammanundan!!!
Kirkjubøkurnar
Havi hoyrt, at ein av grundgevingunum fyri at lata meirkostnaðin av yvirtøkuni av fólkakirkjuni verða fíggjaðan yvir løgtingsfíggjalógina, er at prestarnir eisini gera eina tænastu fyri landsins myndugleikar, t.d. við at føra sokallaðu kirkjubøkurnar.
Ein avoldað skipan
At prestarnir hava innskrivingina um hendi, er ein avoldað skipan. Nú tá ið broytingar viðvíkjandi fólkakirkjuni kortini verða gjørdar er gylt høvi eisini at broyta hesa innskrivingarskipan, sum stavar frá eini tíð tá ið fólkakirkjan var einsamøll á økinum. Nú, ið trúarfrælsi hevur verið í mannaminni, og nógvar samkomur eru uttanfyri fólkakirkjuna, má staðfestast, at tann skipanin er ein leivd frá fortíðini. Hetta, at fríkirkjufólk skulu verða tvingað at fara til ein fólkakirkjuprest at innskrivað síni børn.
Lat landsfólkayvirlitið taka sær av innskrivingini av nýføðingum
Hatta við kirkjubókunum og kanska onkrum øðrum við, kann lættliga loysast við at landsfólkayvirlitið tekur av innskrivingini av øllum nýføðingum í Føroyum og øðrum við, sum hevur við hetta málið at gera
Í gomlum døgum var ringt samskifti og ongin telefon, tí varð prestur nýttur til hetta, hann ferðaðist kortini millum bygdir. Í dag er ein slík skipan als ikki neyðugt. Øll hava telefon og kunnu ringja til landsfólkayvirlitið.
Fólkakirkjulimir eiga at gjalda sína egnu kirkju
Tí vil eg heita á landsstýri og løgting um ikki at fløkja samkomurnar uttanfyri fólkakirkjuna uppí fíggingina av fólkakirkjuni, tað fer einans at skapa øsing, illvilja og tvídrátt.
Fólkakirkjulimirnar eiga at gjalda sína egnu kirkju og raksturin og avgera stýringina av henni, soleiðis sum øll onnur trúarsamfeløg í Føroym gera.