Fólk hildu lítið um Árnasavnið

40 ár eru liðin síð­­ani fyrsta psyki­atriska deildin lat upp á Lands­sjúkrahúsinum. At ein deild fyri sinnisveik fólk lat upp, var til gleði fyri mong, meðan onnur funnu stuttleika í at gera gjøldur burtur úr hesum og teimum fyrstu røktarstarvs­fólkunum. - Fyri okk­um var hetta heim­sins besta arbeiðs­pláss, og tí gjørdu vit nógv burtur úr at greiða fólki frá, hvat okkara arbeiði var, og hvønn týdning tað hevði fyri tey sinnisveiku, siga tær fyrstu sjúkra­systrarnar á deildini

Tær høvdu eisini sínar or­­søk­ir til at gera hetta eyka­arbeiðið, kann ein siga.
Mong fólk høvdu nevni­liga mill­um lítla og onga fat­an av, hvat endamálið var við eini psyki­atriskari deild í Føroyum. Tey hildu, at hetta var eitt arbeiðið sum lá ímillum eitt fongsul við rimum fyri vindeyguni og eitt vanligt hvíldarheim.
Onnur høvdu lítla virðing fyri arbeiðinum millum tey sinnis­veiku, og dugdu ikki við sínum besta vilja at skilja, hví ungar og vælút­búnar sjúkrasystrar vildu arbeiða á einum slíkum staði. Og uppaftur onnur settu spurnartekin við, um tað nú var neyðugt at taka øll hesi svøku fólkini heim til Føroyar og leggja tey inn á eina og somu deild.
– Nei, tað var ikki stuttligt at blíva mobbaður soleiðis, men vit vardu okkara arbeiði bæði við nevi og klóm. Og satt at siga, gekk ikki so øgiliga long tíð, fyrr­­­enn fólk byrjaðu at venja seg við at síggja og møta teimum sinnis­veiku fólkunum á gøtuni.
– Hetta var ein hørð tíð, men vit trúðu uppá okkara arbeiði. Og tí hildu vit fram at arbeiða, hóast fólk kanska ristu við høvdinum. Einki kundi tó taka mótið frá okk­um!, siga tær tríggjar sjúkrasystr­arnar Marin, Margreth og Petry saman við læknaskrivara teirra ta fyrstu tíðina, Tordis.
29. oktob­er vóru nevni­liga liðin 40 ár síðani fyrsta psyki­atriska deildin lat upp í Føroyum. Í hesum sam­bandi hava vit sett hesum fýra kvinnun­um stevnu aft­ur, júst á Deild 1, sum tá æt P21 á Statshospitalinum - Marin Samuelsen, Margreth á Rógvu Niclasen, Petry Ol­sen og Tordis Johanne­sen.
Eitt stórt byggipláss
Oktober mánaður 1969 stendur í minninum sum ein rokmikil mán­aður fyri tey fyrstu starvsfólkini á psykiatrisku deildini - sjúkra­­systrar og pleygarar. Tey vórðu sett í starv miku­dagin 1. oktober, og bert fýra vikur seinni skuldi deild­­in taka ímóti fyrstu sjúk­ling­unum.
Her var sum vera man nógv eftir at gera, og Margreth minnist sera væl tað fyrsta inntrykkið av sínum komandi arbeiðs­plássi:
– Taðvejden, eg komi so aldrin at gloyma fyrstu ferð, eg kom inn á deildina. Uha, tað var sum at koma inn á eitt ordiligt byggipláss. Har var sooo nógv eftir at gera, at eg ivaðist í, um alt fór at blíva liðugt til tíðina.
– Eg meini so við: WC’ini vóru ikki eingang liðug, lítið var gjørt við baðirúm­ini, glasgongin skuldi eisini riggast til, og her gingu ar­­beiðsmenn og rokaðust við sítt og vit við okkara ar­­beiði, greiðir hon frá.
Tey nýsettu røktar­starvs­fólkini stóðu kortini ikki hendur í favn og bíðaðu eftir, at alt skuldi gerast lið­ugt. Tey møttu til arbeiðis hvønn dag klokkan 8 og fóru til húsa aftur átta tímar seinni.
Meðan handverkararnir løgdu hond á seinastu arbeið­ini, skipaðu starvs­fólkini seg soleiðis, at hvør einstakur teirra fekk eitt ávíst rúm at gera liðugt.
Teir hugdu eftir okkum
Útgerðin til deildina varð bíløgd og koyrd inn í kjall­aran, og hagani vórðu so borð, postalín, sengur og annað til røktina sett á rætta pláss á deildini, so hvørt sum rúmini og stovurnar vóru klár til tess.
– Hetta gekk sera væl, ikki minst tí at vit høvdu góða tíð at skipa alt so væl sum til bar, greiða tær fýra ídnar frá.
Hinvegin var ikki líkt til, at hand­verkararnir og leiðslan vóru av somu sann­føring. Dagurin fyri upplat­ingini varð fluttur fram nakrar ferðir, men sohvørt sum vikurnar gingu, tóktist tað sum um panikkur av og á hómaðist í monnum. Tað var ikki frítt, at starvfólkini av og á hoyrdu teir físa eftir hvørjum øðrum, tí okkurt ikki gekk eftir ætlan ella var ov seint liðugt.
Í aðrar mátar komu hand­verk­ararnir og tær ungu sjúkra­systrar­nar væl út av tí hvør við annan - og hví skuldu tey ikki tað: Dam­urnar gingu jú við kappa og í hvít­­um og lærstuttum kitl­um, so ein kann bara ímynda sær, at teir hava hugt nógv eftir teimum.
– Ja, vit vóru bæði ungar og penar, skal eg siga tær. Kanska var tað orsøkin til, at teirra arbeiði ikki altíð gekk so skjótt!, sigur ein av snakksaligu sjúkrasystrun­um, meðan hinar skera í ein látur.
Hatta klára tit!
Tey fyrstu røktarstarvs­fólk­ini vóru kortini ikki bert til arbeiðis á deildini. Ar­­beiðsdagurin byrjaði við tí, sum tær fýra nevna “anda­ligari føði” - tað er: undir­vísing í psykiatri.
Hetta hendi í samband við morg­unfundin á lækna­gong­ini, har tey fingu dag­ført vitan sína um sálar­sjúkur, viðgerð av teim­um, og um hvussu ein ímyndaði sær, at ein slík deild skuldi kunna virka á føroyskari jørð.
– Sálin í hesum var Árni Olsen, sum var ein fantast­isk persóns­menska og fram­úr góður menn­iskjakennari og góður við okkum starvs­fólk, eru tær fullsamdar um. Hann var í byrjanini einsa­mallur lækni á Stats­hospitalinum, sum tað tá æt.
Tá Árni Olsen, yvirlækni, hevði undirvíst, fóru tey beinleiðis oman á deildina, har alt arbeiðið varð skipað undir kønari hond av frú Brandt, sum var yvir­sjúkra­systir teirra. Henni hava tær fýra bara gott at bera. Ja, tær beskriva hana nærum sum ein eingil at arbeiða undir.
– Frú Brandt dugdi sera væl at leiða arbeiðið: Hon var bæði mild og góð, og dugdi ótrúliga væl at fáa alt tað positiva fram í okkum. Hon segði ofta við okkum: “Hatta klára tit sum einki”, og soleiðis gekk tað bara frameftir dag fyri dag.
- Eg minnist einki til, at vit merktu til stress av nøkrum sum helst slagi. Ja, eg haldi faktiskt ikki at orðið “stress” var upp­funn­ið tá, sigur Marin við einum brosi.
Soleiðis gingu dagarnar, og so smátt varð dagurin umsíðir ásett­ur, nær fyrsta psykiatriska deildin skuldi lata upp. Men eitt var øll tann praktiska og fakliga fyri­­reikingin og upplatingin. Hvussu var við sjúkling­unum? Hvaðani komu tey fyrstu?
Innlegging og útskriving
Á hesi fyrstu psykiatrisku deildini, sum í dag ber navnið Deild 1, var pláss fyri 20 sjúklingum. Greitt varð frammanundan, at eingin sjúklingur skuldi vera á deildini, tá sjálv upp­latingin fór fram mikudagin 29. oktober fyri júst 40 árum síðani.
Sjúkrasystrarnar og pleyg­ararnir høvdu úr at gera við at fyrireika móttøk­una av fyrstu sjúklingunum sum komu á deildina dagin eftir.
– Men vit vistu ikki reiði­liga hvørji hesi vóru, minn­ast tær fýra afturá.
Tær vistu tó, at í fyrsta umfari var talan um fýra sinnisveik fólk, sum lógu á Landssjúkrahúsinum. Her bíðaðu tey bert eftir, at deildin, sum var gjørd til teirra tørv, skuldi lata upp. Sohvørt vórðu fleiri og fleiri sjúklingar innlagdir, samstundis sum aðrir kundu útskrivast eftir lokna við­gerð.
Tað var tó ikki bert í Før­oyum at føroyingar bíðaðu eftir hesi deildini. Á donsk­um sjúkrahúsi - Sind­syge­hospitalet í Nykøbing Sjæl­land – lógu aðrir sinnisveik­ir føroyingar, og tann 5. januar 1970 varð tann fyrsti teirra innlagdur á hesa deild­ina.
­– Ja, alt gekk uppá stás. Sjúklingarnir komu so við og við inn á deildina, og soleiðis fingu vit øll eina góða byrjan, greiðir Tordis frá. Hon hevur skrivað hag­tølini niður í eina bók, og kann tí eisini upplýsa, at tann fyrsti sjúklingurin varð útskrivaður 5. november.
Røkt inni og røkt úti
Hóast hesar sjúkrasystr­ar­nar, pleygararnir og skriv­arin nú eru komin nakað upp í árini, vóru tey tá í góð­um aldri. Við ídni, nær­leika og umsorgan fyri tí einstaka sjúklinginum varð lagt til brots.
Hesin góði førningurin setti sum vera man sín dám á viðgerðina og røktina á deildini. Og tað merktist longu frá fyrsta degi, at teir ymsu starvsbólkarnir høvdu sum sítt hægsta ynski at røkta sjúklingarnar á besta hátt, bæði inni og úti.
– Vit gingu høgt uppí at ganga túrar við sjúkling­unum. Ja, vit vóru óteljandi gongutúrar heilt úti í Havn­ardali, minnist Petry afturá.
Eitt annað vælegnað stað til gongutúrar var í Sandá­gerði, ella tey løgdu leiðina út á Argjaboða, til Nólsoyar, Klaksvíkar eins og tær javn­an fóru í býin og til hand­ils við sjúklingunum, ella tey svumu í svimji­hyl­in­um í Argja skúla. Okkurt árið gjørdu tey útferðir bæði til Noregs og Dan­markar.
Inni á deildini var nógv gjørt burtur úr til tess at taka sær av tørvinum hjá tí einstaka sjúklinginum. Nógv­ar samtalur vórðu gjørd­ar við sjúklingin og tey avvarðandi hansara bæði av starvsfólkunum á deildini og av sálarfrøðing­inum sum nakað seinni varð settur í starv, eins og góð tíð var til hugnaliga sam­­veru við spølum, so sum kort, ludo og bobb. Umframt alt hetta luttóku sjúklingarnir eisini í arbeið­inum við at halda deildina ruddiliga.
Uttandura var eisini nógv virksemi, m.a. við arbeiðs­liði, felags tiltøkum, tey fóru á seiðaberg ella tey settu epli niður. Tíðin var ein onnur, og varð í stóran mun nýtt saman við sjúk­­lingum.
Tað er helst so sum tær fýra eru samdar um: – Vit vóru so væl mannað á deild­ini, at vit faktiskt vóru sam­an við teimum alla tíðina!
Í aðrar mátar var eisini gjørt nógv burtur úr at hugna sær saman. Tískil varð á hvørjum ári hildin ein veitsla, har bæði sjúk­lingar, avvarðandi og starvs­­fólk hugnaðu sær saman. Ofta var rættiliga trupult at siga, hvør var hvør á hesum veitslunum, tí øll vóru so pent ílætin!
Hvørjum hyggja tit eftir?
At sinnisveikir føroyingar nú vórðu savnaðir undir einum og sama taki, hevði ikki óvæntað stóran áhuga hjá tí vanliga fólkinum. Tað førdi sum vera man bæði til forvitni og tos millum fólk.
Ein søga er um, at tað var ikki óvanligt at fólk fóru sunnudagstúr við bili fram­við deildini, fyri líkasum at vita, um til bar at síggja onkran av teimum innløgdu gjøgnum vindeyguni í teirri stóru glasgongini.
Røktarstarvsfólkini hava haraftrat mangan grinið og tikið til, um teir sonevndu livandi urtapottarnar, har fólk stóðu handan gardinur og trappur fyri at lúra eftir teimum, meðan tey og sjúk­lingarnir gingu túr framvið húsunum.
– Eg veit ikki, men Margreth, hon legði ikki so nógv í hetta. Hon plagdi bara at siga, at fólkini hugdu ikki eftir sjúklingun­um, men eftir sjúkrasystr­unum!, sigur Marin við einum brosi.
?

_______________________

FAKTA
Tann fyrsta deildin
Mikudagin 29. oktober 1969 lat fyrsta psykiatriska deildin í Føroyum upp. Hon fekk seinni navni Deild 1, men kallaðist frá byrjan av P21.
Fyrstu sjúklingarnir komu á deildina dagin eftir, og í januar mánaði árið eftir varð fyrsti sjúklingurin úr Danmark innlagdur.
Á deildini var pláss fyri 20 sjúklingum, sum kundu liggja á stovum við einari, tveimum ella fýra sengrum.
Starvsfólk fyrsta dagin:
Sjúkrasystrar: Marin Samuelsen, Margreth á Rógvu Niclasen, Petry Olsen, Signhild Johannesen, Anna Debes
Pleygarar: Jonhard Egholm, Kurt Holst Jensen, Jan Ehlers
Skrivarar: Tordis Johannesen
Lækni: Árni Olsen, yvirlækni
Yvirsjúkrasystir: Anne Marie Brandt

_______________________

Gloymið ikki sjúklingin

Nógv vatn er runnið í ánna hesi seinastu 40 árini, nógvir tímar eru farnir til viðgerandi samtalur, og nógvur heilivágur er latin sjúklingunum. Haraftrat ber til at staðfesta, at nógvir sjúklingar hava fingið eitt annað og betri lív eftir eitt uppihald á deildini.
Við skiftandi yvirlæknum sum t.d. Árna Olsen, Hera Berg, August G. Wang, Sofus Joensen og Tormóð Stórá, væl stuðlaðir av sálarfrøðinginum Eyðun Joensen, skiftandi hjálparlæknum, skrivarum, røktarstarvsfólkum, terapeutum og mongum øðrum, hevur fyrst Deild 1 og síðani hinar psykiatrisku deildirnar gjørt sítt ítarsta fyri at hjálpa teimum sinnisveiku í støðu teirra eftir bestu sannføring og viðgerð.
Tíðin broytir so mangt, eisini viðgerðina av teimum sinnisveiku. Ein av mununum á viðgerðini tá og nú er talið av starvsfólkum á deildini. Sambært teimum fýra kvinnunum gekk arbeiðið á Deild 1 sera væl, tí hon var so væl mannað, væl skipað og at tíð var til nógv ymiskt virksemi á deildini.
- Eisini fingu tær nógvan goodwill frá sjúkrahúsleiðsluni m.a. viðvíkjandi at menna okkum fakliga á skeiðum, ráðstevnum o.ø., so vit fingu ríkiligt høvi til at tosa við kollegar aðrastaðni um viðgerðarhættir og soleiðis kundu samanbera okkum við tey. Tá fingu vit staðfest, at vit lógu einki aftanfyri!
Í dag verður eisini nógv gjørt burtur úr við at menna tað fakliga støðið hjá starvsfólkunum við mennandi skeiðum og útbúgvingum, og ikki minst við undirvísing í teirri sonevndu kognitivu terapi’ini, sum øll starvsfólkini sleppa til, enntá av føroyingum í Føroyum!
Onkur av teimum fýra er framvegis til arbeiðis á Psykiatriska Deplinum, og duga tí væl at síggja týdningin av at hava ein stóran hvítan skara av dugnaligum starvsfólkum, sum nú hevur møguleika at menna seg í egnum landi. Alt hetta økið er í dag í eini stórari broyting og nútíðargerð, sum í síðsta enda skal verða til gleði og gagn fyri tann einstaka sjúklingin.
Hóast alla hesa positivu gongdina, so vóna tær fýra at ein í øllum hesum ongatíð gloymir tað týdningarmesta ella tann týdningarmesta:
- Allar hesar broytingarnar eru uttan iva tiltrongdar, men ein eigur alla tíðina at ansa eftir at ikki tann viktigasti brikkurin í puslispælinum - tann einstaki sjúklingurin - verður gloymdur, eru tær fýra samdar um!

–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––

Árnasavnið og Øregaard

At teir fyrstu sinnisveiku sjúklingarnir nú vórðu innlagdir á eina deild í Føroyum, var eitt sum fekk mikla umtalu millum manna.
Samstundis sum mong fegnaðust um møguleikan at kunna viðgera okkara egnu sinnisveiku fólk her á landi, vóru tað onnur sum royndu at fáa ein stuttleika burtur tí og spæla sær við orðum og nøvnum í hesum sambandi.
Eitt av teimum meiri genialu nøvnunum á nýggju deildini var Øregaard, meðan onkur nevndi deildina SNS, tað er: Sindsygehospitalet Nykøbing Sjælland. Við Árna Olsen sum yvirlækna treyt heldur ikki við eykanøvnum um alt tað psykiatriska økið. “At fara út til Árna” var eitt teirra. Eitt annað var Árnasavnið, samstundis sum starvsfólkini gingu undir navninum Olsen-bandin.
Hóast fólk søgdu hetta í spølni og neyvan meintu tað so illa, vóru starvsfólkini kortini sera hørm um, at fólk gjørdu gjøldur burtur úr tí arbeiðinum sum tey brendu fyri. Tey royndu hvør í sínum lagi at verja um arbeiðið, gera tað til lítar, soleiðis at fólk skuldu kunna vísa tí virðing.
Tað ringasta var kanska tað, at tað vóru tey sum beinleiðis ivaðust í týdninginum av teirra arbeiði, og nærum ráddu teimum til at gevast her. Tær máttu tí ofta og títt svara spurninginum, um hví tey høvdu valt at starvast júst á eini slíkari deild fyri sinnisveik, - altso um tey ikki hugsaðu um, at tey soleiðis kundu oyðileggja útbúgvingina, ella um tað veruliga var so, at tey arbeiddu millum tey svøku?- Tú kanst ætla, at hetta var sera keðiligt hjá okkum at hoyra. Vit fullu kortini ikki í fátt, men gjørdu arbeiðið samvitskufult og eftir okkara bestu sannføring. Hetta gjørdi eisini sítt til, at vit gleddu okkum at fara til arbeiðis hvønn einasta dag.
Tað var eisini til miklan íblástur, at tær sóu at viðgerðin gav úrslit: At fólk komu inn við einumhvørjum sinnisligum veikleika og vórðu útskrivað eina tíð seinni. Tann fyrsti sjúklingurin varð longu útskrivaður eina viku eftir at deildin lat upp!
Nógv eru tey, sum bert komu eina einstaka ferð ella fáar ferðir til viðgerðar og gjørdust frísk, men lítið varð tosað um tað. Í dag er meiri vanligt, at fólk stíga fram og tosa um sínar trupulleikar.
- Og tað er bara gott, tí øll kunnu verða rakt av tunglyndi ella øðrum sálarligum brekum, um trýstið verður nóg stórt.