Vágur tekur uppaftur gamalt vinabýarsamstarv

- Vit hava altíð havt eitt gott samband við fólkini í Sandgerði, og tað er gleðiligt, at vit nú kunnu byggja víðari á tað í samstarv við Suðurnesjabær, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu

 

- Í nógv ár høvdu Sandgerði og Vágs kommuna eitt gott og virkið vinabýarsamstarv. Samstarvið fevndi um bæði mentanarlig og ítróttarlig tiltøk og var við til at styrkja bondini millum Suðuroy og Sandgerði.

 

Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag, og her verður lagt aftrat, at tá Sandgerði og Garður løgdu saman og stovnaðu Suðurnesjabær, datt samstarvið millum Vág og Sandgerði niðurfyri. 

 

Fyri ólavsøku í ár vitjaði borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, í Íslandi, har hann eitt nú hevði fund við býráðið í Suðurnesjabær.

 

- Vitjanin varð ein partur av arbeiðnum at endurnýggja vinabýarsamstarvið, og stutt eftir sendi Vágs kommuna ein formellan fyrispurning til Íslands um at taka samstarvið uppaftur.

 

Nú hevur býráðið í Suðurnesjabær so viðgjørt málið og samtykt at taka vinarbýarsamstarvið við Vágs kommunu uppaftur.

 

Borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, fegnast um, at samstarvið nú verður tikið upp aftur.

 

- Vit hava altíð havt eitt gott samband við fólkini í Sandgerði, og tað er gleðiligt, at vit nú kunnu byggja víðari á tað í samstarv við Suðurnesjabær.

 

##med2##

 

Bjarni Johansen sigur seg vera sannførdan um, at nógv gott kann spyrjast koma burturúr, bæði á mentanarliga, vinnuliga og ítróttaliga økinum.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at við avgerðini um at taka uppaftur vinabýarsamstarvið verða nýggir møguleiki fyri samskifti, vitjanum og felags tiltøkum millum báðar kommunurnar, sum nú aftur eru knýttar saman við vinarbondum tvørturum Norðuratlantshavið.

 

 

Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu