– Lívið er eitt ævintýr – og kann lívast sum eitt. Eftir fimm fantastisk ár hjá Ørsted, har eg havi leitt digitalisering og tøkni í donsku kraftverkunum, er eitt nýtt kapittul byrjað, skrivar Bogi Bech Jensen á Facebook síðu síni í dag.
– Eg havi nú tikið við starvinum sum Executive Vice President og Chief Technology Officer – Bioenergy hjá Reliance Industries Limited, sum er størsta fyritøka í India við góðari hálvari millión starvsfólkum.
Reliance er ein av fremstu fyritøkunum innan varandi orku í India og gongur á odda í ringbúskapinum á leiðini móti Net Carbon Zero í 2035.
– Vit verða tó framvegis búsitandi í Føroyum, og fari eg at pendla í longri umførum og arbeiða ein part av tíðini heimanífrá.
– Hetta verður eitt ótrúliga spennandi ævintýr, og eg gleði meg at verða partur av einum so umfatandi orkuskifti — bæði fyri India og fyri heimin, skrivar hann.
##med2##