Smyril roynir síðuskrúvur – fráferð er tí seinkað

Smyril fer ikki av Havnini suður á Krambatanga klokkan 13, sum ferðaætlanin sigur.

Sambært Strandferðsluni er orsøkin tann, at Smyril royndarkoyrir síðuskrúvurnar aftan, og tí verður fráferðin flutt frá klokkan 13 til klokkan 14.

 

Fráferðin av Krambatanga verður væntandi seinkað til kl. 16.30, skrivar Strandferðslan.