Bárður á Lakjuni verji fyri Parasport Føroyar

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, tók 28. mai 2026 við sum verji fyri Parasport Føroyar

Parasport Føroyar er sersamband undir Ítróttasambandi Føroya og varðar av ítrótti fyri fólk, ið bera brek. Talan er bæði um ítrótt fyri fólk við menningartarni og við rørslutarni. Ein av høvuðsuppgávunum hjá Parasport Føroyum er at menna og fremja rørsluítrótt, uppvenjingar og kappingarítrótt til teirra, ið bera brek. 

 

Mentamálaráðið skrivar at, Bárður á Lakjuni er fegin um heiðurin at vera verji. Tað merkir, at hann umboðar Føroyar í viðurskiftum, sum snúgva seg um paraítrótt.

 

 - Parasport ger eitt stórt og týdningarmikið arbeiði fyri at skapa møguleikar fyri, at øll kunnu íðka ítrótt. At bera eitt brek, tað veri seg kropsligt ella mentalt, eigur ikki at vera ein forðing fyri at kunna íðka og luttaka í kappingum innan- og uttanlands. Tað er frálíkt, at Parasport Føroyar roynir at eggja fleiri til at verða kropsliga virkin alt lívið – tí tað er gott fyri bæði likam og sál”, sigur landsstýrismaðurin.

 

Parasport hevur ment eina nýggja strategi fyri árini 2025-2028 við slagorðinum “øll kunnu íðka” og roynir á henda hátt at fáa enn fleiri at verða kropsliga virkin.