Í síðstu viku vóru fleiri landingar á Havsbrún í Fuglafirði.
Skipini, sum vóru inni og landaðu, vóru sambært heimasíðuni hjá virkinum, fimm í tali.
Tey høvdu hesar nøgdir:
Isafold (250 tons), Katrin Jóhanna (900), Fagraberg (2800), Norðingur (1900) og Borgarin (2450 tons).
Á heimasíðuni verður ikki upplýst, hvat fiskaslag talan er um, men hetta er helst alt svartkjaftur.











