Fríggjakvøldið 14. august verður tað danski tónleikabólkurin, Solband, sum fer at skapa hugna og góðan stemning í tjaldinum á Ljósfestini í Vági.
- Við á pallinum verður eisini vágbingurin, Jan Wøldike.
Í Vágs kommunu vita tey um Solband at siga, at bólkurin varð stovnaður í 2017 og hevur síðan spælt nógv kring um í Danmark.
- Teir eru kendir fyri sín lívliga og hugnaliga stíl, har rockur, soul og blues verða blandað saman í vælkendar cover-sangir, sum fáa fólk bæði at lurta, syngja við og fara út á gólvið.
Solband hevur fleiri ár á rað spælt til vælumtóktu, Solbjerg Byfest uttanfyri Aarhus – ein býur, sum ofta verður nevndur sum ein av størstu tónleikamiðstøðunum í Danmark.
- Á Facebook-síðuni hjá Solbjerg Byfest verður Solband lýst sum bólkurin, ið altíð skapar “klassiska og hugnaliga Solband-stemningin” á festivaløkinum.
Umframt at framføra á festivalum, spælir Solband eisini til brúðleyp, føðingardagar og onnur tiltøk, har góður og livandi tónleikur stendur ovast á ynskilistanum.
Manningin í Solband er: Jan Wøldike, sang, Morten Elkjær, guitar og kór, Henning Jensen, saxofon, Anders Hansen, bass og Andreas Skytte Boes, trummur.
Jan Wøldike hevur spælt tónleik, síðan hann var smádrongur. Hann byrjaði sítt tónleikalív bæði í Vági og í Eysturoynni, har hann serliga spældi trummur.
- Men eftir, at hann flutti til Danmarkar, hevur tónleikurin fylt enn meira í gerandisdegnum. Jan er eisini - umframt at spæla tónleik - ein sera dugnaligur listamaður
Og í Vágs kommunu leggja tey aftrat:
- Nú vendir hann aftur til heimbygdina fyri at spæla á Ljósfestini í Vági, og tað gleða vit okkum nógv til. Vit ynskja Jan Wøldike og Solband hjartaliga vælkomnum til Ljósfestina 2026.











