Fólkaflokkurin situr við lyklinum

Hóast Sambandsflokkurin gjørdist stóri vinnarin av valinum kann lættliga henda, at hann als ikki verður við í eini komandi samgongu. Anfinn Kallsberg situr við lyklinum til nógvar samgongur. Møguliga fer hann at halda fram sum minniluti ella fáa Miðflokkin við. Ella kann hugsast, at hann fer at royna at fáa eina breiða samgongu saman við Tjóðveldinum og Javnaðarflokkinum heldur samfelagsfrøðingur.


Løgtingsval


-Eg havi ikki nakað besta boð uppá eina nýggja samgongu. Hetta er so kompliserað, sum tað kann verða, og neyvan fer hetta at ganga skjótt heldur sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur um parlamentarisku støðuna í Føroyum eftir løgtingsvalið. Tað er ómetaliga ringt at spáa um eina komandi samgongu, tí parlamentariska støðan er kanska ein tann mest kompliseraða, sum man hevur sæð við 16 ? 16 til andstøðu og samgongu og við tveimum smáum flokkum, sum við hvør sínum tingmanni eru 17. maðurin og harvið tungan á vágskálini í fleiri samgongumøguleikum.

Hóast samgongan misti meirilutan, og Sambandssflokkurin gjørdist stóri vinnarin av valinum, so er tøðan hjá samgonguni tó ikki verri enn so, at Tjóðveldisflokkurin heldur skansan, meðan Fólkaflokkurin hevur eina minni afturgongd.

Uppá fyrispurning hvør situr við lyklinum til komandi samgongu vísir Jógvan Mørkøre til Fólkaflokkin, tí hann eigur løgmann. Hann sær fyri sær seks ymsar møguleikar fyri at skipa samgongu eftir valið, og í hesum møguleikum er Fólkaflokkurin við í teimum fýra, Tjóðveldisflokkurin í trimum, Javnaðarflokkurin í fýra og Sambandið kanska bert í tveimum. Tað er annars ringt at siga, hvør hevur lykilin, tí flokkarnir kunnu eisini blokera fyri hvørjum øðrum.

Men møguleiki er fyri, at verandi flokkar í Tinganesi halda fram og at tað so verður gjørd eina ella onnur samstarvsavtala við Miðflokkin ella at hann fær sítt familjuministerium.

Halda fram
-Tú hevur eina samgongu, sum ikki hevur ein meiriluta ímóti sær, og tí hevur tú heldur einki greitt alternativ.
Løgmaður kann tí velja at halda fram við 16 tingmonnum, nú alt annað sær so ógreitt og torført út. Soleingi samgongan kann halda saman, soleingi er einki alternativ. Tí tá er eingin, sum kann skipa meiriluta ímóti samgonguni. So møguleiki er fyri at koyra víðari og fáa ein ella annan borgfrið við Miðflokkin heldur samfelagsfrøðingurin og vísir á, at Jenis av Rana hevur jú verið eitt slag av stuðulsflokki hjá samgonguni í heilt nógvum førum, tá tað hevur snúð seg um samráðingarnar við danir og fullveldistilgongdina. Trupulleikin við at halda fram við einans 16 tingmonnum er so tann, at samgongan skal út at samráðast við andstøðuna í hvørjum føri, tá hon vil hava lógir ígjøgnum. Hetta hevur man ikki traditión fyri í Føroyum, men tá tú hevur eina sera kompliseraða parlamentariska støðu, so fær tað ikki verið øðrvísi. Tí heldur Jógvan Mørkøre, at tað kann væl henda, at støðan man er komin í nú ger, at man fer at hugsa meira í hesum møguleikanum. Tað kann vera, at løgmaður vil royna tað í eina tíð fyri fyrst, áðrenn hann fer at kanna aðrar møguleikar ella letur initiativið til Sambandsflokkin.

Tað eru so tveir jokarar í hesum spælinum, og teir eru Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin. Men skulu hesir t.d. við í eina samgongu ella stuðla henni, so mugu teir koyra tandem tvs. teir mugu standa saman. Alternativið til hetta parlamentariska grundarlagið er so, at Fólkaflokkurin loypir um borg og bjóðar Javnaðarflokkinum uppí samgonguna.

Neyvan er tað hugsandi, at teir smærri flokkarnir fara at seta stórvegis krøv, tí tá lúrir vandin fyri, at teir verða sleptir og mugu út í andstøðu í eitt heilt skeið. Tað er eingin ynskistøða hjá flokkum við bert einum tingmanni. Tí heldur Jógvan Mørkøre, at Sjálvstýrisflokkurin fer at halda seg rættiliga kúrran, tí kann hann vera verandi í samgonguni, so kann hann varðveita formannin í landsstýrissessinum í oljumálum og t.d. lata Miðflokkinum Almannaøkið, sum so onkursvegna kann tengjast uppí ynskið at fáa landsstýrismann í familjumálum. Hetta nýtist ikki at merkja so stórar broytingar. At formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum so kann varðveita sín landsstýrisess kann hava alstjóran týdning fyri flokkin í framtíðini.

Jógvan Mørkøre setur tó eisini spurnartekin við verandi samgongu ? AED ? sjálvt um hon fær stuðul frá Miðflokkinum. Her hugsar hann serstakliga um tað, sum er eftir av Sjálvstýrisflokkinum. Tá Sámal Petur er fokin merkir tað eisini, at fullveldisvongurin í flokkinum er viknaður. Tí er tað spurningurin, hvat Sjálvstýrisflokkurin hevur hug til, og hvat hinir báðir flokkarnir meta út frá tí støðuni. Tað er tí ikki vist, at tað er so øgiliga heppið ella upplagt bara at fáa Miðflokkin við.

17. maðurin
Men velur løgmaður heldur at royna aðrar møguleikar enn at halda fram við minnilutasamgonga ella taka Miðflokkin uppí so vilja tað verða ymsir møguleikar. Spurningurin her er so um samgongur við fýra flokkum ella trimum flokkum. Tekur tú sjálvstýri og heimastýri og vinstra og høgra so verður talan um fýraflokka samgongu uttan mun til, hvat tú ger. Ein traditionell sjálvstýrissamgonga verður ov stutt við 16 monnum, og her má Miðflokkurin inn fyri at fáa 17. Sama er galdandi við eini traditionellari heimastýrissamgongu. Har má Miðflokkurin eisini við fyri at fáa 17. Sama ger seg galdandi við eini vinstra-sentrum stjórn. Har má Miðflokkurin eisini inn fyri at røkka teimum 17. Ein høgra-sentrum stjórn ? ABD - á sama hátt. Miðflokkuirin má eisini við fyri at røkka magiska talinum 17. So støðan er rættiliga fastløst.

Vit plagdu fyrr at tosa um óhepnu støðuna við tí 17. manninum. Hóast Stýriskipanarlógin varð broytt, so minnir hetta nógv um somu støðu sum fyrr, tá 17. maðurin oftani varð tungan á vágskálini. Nú hevur man fingið tveir einmansflokkar, sum sita við tí 17. manninum. Tað er næstan tann ringasta støðan tú kanst koma í, heldur Jógvan Mørkøre, tá hugsað verður um, at tað er nógv at halda saman uppá skulu fýra flokkar skipa samgongu. Tað kann hugsast at gerast sera ófriðaligt, um fýra flokkar skulu til at mynda ein meirulita. Hetta er neyvan nøkur ynskistøða at fara í heldur samfelagsfrøðingurin.

ACE
Møguleikar eru so eisini fyri eini trýflokkastjórn. Har eru tveir møguleikar. Løgmaður kann hugsast at vilja royna Javnaðarflokkin heldur enn tveir ivasamar smáar flokkar. A,C og E vil hava 22 tingmenn aftanfyri seg. Harvið fær tú eina breiðari samgongu, sum Anfinn Kallsberg eisini hevur eftirlýst. Hann kann eisini væl liva við henni, tí hann missir ikki í nakað borð í sjálvstýrisspurninginum. Hann kann sjálvandi missa borgarligar atkvøður uppá tað, men spurningurin er, um hann kann missa meira til sambandið. Tað vil vera ein samgonga, sum Tjóðveldisflokkurin helst fegið sær, og heldur Jógvan Mørkøre, at Javnaðarflokkurin er kanska eisini hugaður fyri slíkari samgongu. Her kann hugsast, at verandi løgmaður heldur fram. At bjóða verandi løgmanni av fyri at fáa tann sessin kann enda við, at hann vendir sær til onkran annan flokk. Tí er verandi løgmaður sannlíkur í slíkari samgongu.

ABC
Síðani er eisini alternativið við ABC, sum Lisbeth Petersen legði upp til valkvøldið og sum eisini gevur 22 tingmenn. Hetta tók Jóannes Eidesgaard eisini fram valkvøldið. Men her kann spurningurin um at gera eina sjálvstýrislóg ella eina lóg av avloysa Heimasstýrislógina koma uppá tvørs fyri Fólkaflokkin. Hann fer ikki undir at gera eina lóg undir statsrættinum. At medvirka til eina nýggja heimastýrislóg er at lata dyrnar fullkomiliga upp fyri Tjóðveldisflokkinum til eitt komandi val heldur samfelagsfrøðingurin.

Jógvan Mørkøre heldur spurningin fyri Fólkaflokkin meira vera at hava eina prosess koyrandi heldur enn at gera eina nýggja lóg. Tað kundi so blivið uppskotið hjá Bjarna Djurholm um eitt slag av traktat. Hann heldur, at Fólkaflokkurin í slíkari samgongu kanska ikki vil koyra við júst tí ferðini, sum man ímyndar sær út frá løgtingssamtyktini um sjálvstýri. Spurningurin her er eisini, um tú fær Sambandið við til at minka blokkin tey næstu árini og at fremja ítøkiligar yvirtøkur. Jógvan Mørkøre heldur henda samgongan verður eitt sindur trupul, tí Sambandið hevur ikki sagt nakað ítøkiligt um, hvat tað vil ganga við til á sjálvstýrisleið. Her verður so spennandi at síggja, um Sambandið vil medvirka til at koyra víðari við sjálvstýristilgongdini. Men tað verður líka nógv spurningurin um, hvat Fólkaflokkurin vil ganga við til.

Fólkaflokkurin vil hava sjálvstýristilgongdina at halda fram tó kanska við niðursettari ferð, meðan Sambandið og Javnaðarflokkurin kanska meira eru fyri at fáa nakrar lógarheimildir staðfestar, nakað, sum man neyan fær Fólkaflokkin at ganga við til. Jógvan Mørkøre heldur, at meðan Javnaðarflokkurin helst vil vera meira fleksibul í spurninginum um sjálvstýristilgongdina, so vil Sambandið helst blíva eina trupulleiki, og tí heldur samfelagsfrøðingurin, at hin møguleikin fyri stórari samgongu nevniliga AC og E er meira átuligur fyri fleiri partar. Jógvan Mørkøre heldur tað vera politiskt sjálvmorð hjá Anfinni Kallsberg skal hann fara saman við Javnaðarflokkinum og Sambandinum at loysa sjálvstýrisspurningin.

Tann, sum kann spekulera mest í øllum hesum møguleikum, er sum sagt løgmaður. Hann fer mest sannlíkt fyrst at kanna møguleikan at fáa Miðflokkin við. Um tað ikki vísir seg at vera skilagott, so fer hann helst eftir Javnaðarflokkinum. Heldur tað ikki, so er møguleikin fyri ABC ella eini høgrasentrums samgongu.

Tað er tí ikki ósannlíkt, at vinnarin av valinum, Sambandsflokkurin, kemur at standa sum taparin, tá samgonga skal skipast.

Lisbeth má bíða
-Eg haldi ikki Lisbeth skal vænta, at løgmaður fer at siga seg frá. Hann fer nokk at brúka sínar møguleikar. Og vit mugu ikki gloyma, at hóast Sambandið er vorðin størsti flokkur, so er afturgongdin hjá samgonguflokkunum tó sera avmarkað.

Lisbeth Petersen sleppur neyvan framat fyrr enn løgmaður hevur roynt allar møguleikar. Og kemur tað hartil, at hon fær møguleikan at standa fyri samráðingunum, fer hon uttan iva at krevja løgmanssessin, og tá er so aftur spurningurin, hvat Fólkaflokkurin sigur til tað. Tá talan er um løgmanssessin er eisini spurningurin, hvat Tjóðveldisflokkurin vil á hesum øki. Men her ræður tað kanska meira um at sleppa undan at vera isoleraður enn at fáa løgmanssessin. So enn stendur alt opið.

Fullveldisvongir viknaðir
Jógvan Mørkøre staðfestir annars, at fullveldisvongirnir í bæði Sjálvstýrisflokkinum og Fólkaflokkinum hava tapt. Royndirnar hjá Bjarta Mohr og Poul Michelsen, sum koyrdu nógv uppá fullveldisgongdina, at troðka Óla Breckmann og Bjarna Djurholm til viks, miseydnaðust fullkomiliga. Teir standa eftir hetta valið so øgiliga nógv sterkari í flokkinum. Tað, sum teir standa fyri, stendur so óskalað og styrkt. Men harfyri eru eisini aðrir fólkafloksmenn, sum eru meira fullveldisinnaðir aðrastaðni í landinum afturvaldir. So tað er framvegis talan um ein Fólkaflokk við tveimum vengrum.

Spekulatiónir
Jógvan Mørkøre sigur at enda í prátinum um samgongumøguleikar eftir løgtingsvalið, at alt er spekulatiónir í løtuni. Og man kann so fara uppaftur víðari við teimum. Ein kann t.d. ikki útihýsa, at Lisbeth Petersen av ótta fyri ikki at koma við í eina samgongu bjóðar Anfinni Kallsberg, løgmansessin í eini høgrasentrum samgongu, ABDH. Fáa Javnaðarflokkurin og Tjóðveldið frænir av hesum, so kann henda, at Javnaðarflokkurin bjóðar Tjóðveldinum løgmann eins og hann gjørdi fyri fýra árum síðani. Tá verður so upp til teir smáu flokkarnar, um teir heldur vilja hava eina høgrasentrum samgongu ella eina vinstrasentrum samgongu.